Hví skulu pedagogar hava fyrireikingartíð?

Lesarin skrivar >>

Dagstovnalógin áleggur okkum m.a. at vit skulu menna tey skapandi evnini hjá børnunum við atliti til at styrkja teirra samleika, sjálvsvirði og sjálvskenslu, at búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag, at tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi innandura og við uttanumøki, sum hóskar til barnsins aldur og førleika.

Eisini er tilhoyrandi kunngerð, ið áleggur allar stovnar at gera námsfrøðilig mál fyri allar aldursbólkar, m.a. málsligir, sosialir og persónligir førleikar, umframt at foreldraviðtalur skulu fyrireikast, ársætlan og vikuætlan osfr. Alt hetta skal eisini javnast eftirmetast fyri at meta um góðskuna, og harumframt er eisini neyðugt at vit dagføra okkara vitan, t.d. við lesnaði og skeiðum.

Um vit skulu fáa tíð til alt hetta, umframt ta dagligu tilrættaleggingina á stovuni, veita námsfrøðilig tilboð til børn við serligum tørvi, gera eygleiðingar og skriv til t.d. Sernám ella sosialu myndugleikarnar osfr., er NEYÐUGT við fyrireikingartíð í sáttmálanum, soleiðis at vit kunnu tilrættaleggja hetta, samstundis við at vit trygga børnunum kvalitetstíð, tvs. at fyrireikingartíðin má vera við løn!

So er spurningurin til politikararnar: Skulu vit halda lógina og geva børnunum og búðfólkunum eitt menningartilboð, ella skulu vit avtaka lógina (og pedagogútbúgvingina??) og geva teimum eitt ansingartilboð??

Hvat er tað fyri samfelagsborgarar vit ynskja í framtíðini?

Skulu vit arbeiða fyribyrgjandi meðan børnini eru á stovni ella skulu vit symptombehandla tá ið trupulleikarnir verða ov stórir í tí unga ella vaksna lívinum?

Og til seinast kundu vit spurt: Hvør politikari ella vinnulívsfólk fer á nevndarfund í sínari frítíð uttan at hava fyrireikað seg og uttan at fáa fundarpengar??

Limir í Føroya Pedagogfelag
 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 03/02/2012, 14:09

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum