Hvirlur settu seks føroysk innandura met í Íslandi farna vikuskiftið

Innlendis >>

Hvirlan.fo: Fyri hálvum øðrum ári síðan gjørdist Øssur Debes Eiriksfoss fyrsti føroyingur, ið leyp longur enn 13 m í trýstøkk. Síðsta vikuskiftið gjørdist hann eisini fyrsti føroyingur, ið leyp longur enn 14 metrar í somu grein.

Hetta var tá Øssur leyp 14,05 m í stóru innandura kappingini Stórmót ÍR í Reykjavík. Hesaferð hevði Øssur lítlan skaða í fótinum og valdi tí at gevast eftir tvey av seks umførum í kappingini. Tað vísti seg tó at teir 14,05 m vóru nóg mikið til at Øssur fekk gullheiðursmerki fyri at vinna kappingina.

Øssur setti enn eitt føroyskt innandura met í Íslandi. Tað var tá hann leyp 190 cm í hæddarlopi tveir tímar eftir trýstøkk kappingina. Hann átti sjálvur gamla metið, ið var 180 cm.

Hjá kvinnunum vóru fýra føroysk innandura met sett í Reykjavík. Tað mest merkisverda við hesum metunum er, at tann elsta, sum setti met, var 14 ára gamla Edna Maria Debes, ið leyp 9,24 m í trýstøkk.

13 ára gamla Marita Káradóttir Petersen bøtti um metini í hæddarlopi og longdarlopi. Meti í hæddarlop er nú 1,40 m, ið er tað sama sum uttandura metið, meðan metið í longdarlopi er 4,15 m.

Yngsta Hvirlan, sum setti føroyskt met í vikuskiftinum, var tann einans 12 ára gamla Tinna Berg Jørgensen, ið skar 0,4 sek av gamla metinum, tá hon vann sær eitt broncumerki á 60 m teininum.

Viðmerkjast kann at Tinna leyp 4,35 m í longdarlopi, men av tí at hon leyp frá zonu, tvs at mált var harfrá hon leyp, heldur enn einum føstum planka, so telur tað ikki sum met.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 03/02/2012, 00:58

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum