Hymns From Nineveh á G!

Tónleikur >>


Hymns From Nineveh - So Mournful The Elegy, So Comforting The Hymn (Live GO' Morgen)

 

Besti nýggi bólkurin í Danmark í 2011 sambært Gaffa, Hymns from Nineveh, kemur á G! Festival. Ummælarin hjá Politikken segði m.a. soleiðis um teirra framförslu á Roskilde 2011 ”Hymns from Nineveh gik på scenen og skabte en af de Roskilde-koncerter, man lever og ånder for”. Hymns from Nineveh hava givið tvær jólaútgávur út (!), umframt eina EP og eina sjálvnevnda fløgu út. Hon fór beinleiðis inn á fyrsta plássið á danska iTunes hittlistanum og topp 10 í donsku fløguhandlunum og við árslok útnevndi Gaffa fløguna sum hina bestu yvirhøvur í Danmark í fjør.

Jonas H. Petersen byrjaði Hymns from Nineveh í 2007 og sálmadrongurin skrivar allan tónleikin og øll orðini. Men hann vil tó treyðugt kalla bólkin eina solo-verkætlan. Sangirnir eru tað týdningarmesta og teir eru í miðdeplinum, sigur Jonas.

Aftrat sær á pallinum hevur Jonas H. Petersen sjey fólk, sum fullkoma livandi framførslurnar. Hesar framførslur eru eisini nakað heilt serligt. Ummælarin á enska tónleikaritinum Mojo segði seg darra av ovfarakæti eftir at hava hoyrt bólkin á SPOT festivalinum í fjør.

Í summar stendur G! fyri törni, so nú er bert eftir at taka veingirnar fram, stramma sær yvirvörrina og pussa gloriuna, tí tað verður einglasongur á skránni, tá ið Hymns from Nineveh trína á G! pallin. Halleluja!

Í gjár kunngjördi G! Festivalurin at John Grant úr USA kemur at spæla í summar og í dag at Hymns from Nineveh koma. Í morgin er aftur ein nýggjur bólkur á skránni. Fylg við G! Festival á Facebook ella á gfestival.fo

Video:
Hymns From Nineveh - Christmas Is Here (Live fra GO'morgen Danmark)

Slóðir:
Hymns.dk
Hymns From Nineveh á Facebook


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Petur Pólson tann 17/01/2012, 01:03

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum