Í Føroyum búgva nú 2,9 fólk í hvørjum húski

Onnur tíðindi >>

Umhvørvisstovan: Umleið 16.500 húski eru í Føroyum og í meðal búgva 2,9 fólk í hvørjum húski. Hetta talið er væl størri enn í Danmark og Norra, har tað í meðal bert búgva 2 fólk í hvørjum húski.

Á heimasíðuni ber til at síggja talið av fólki og húskjum á teimum einstøku plássunum í Føroyum.

Topplistin, har tað eru flest fólk/húski sæst her: 

Postnr   Stað Fólk 01.01.2012   Húski    Fólk/Húski
286 Stóra Dímun 8 1 8,0
178 Norðradalur 21 4 5,3
736 Norðtoftir 5 1 5,0
798 Trøllanes 19 4 4,8
177 Syðradalur, str. 9 2 4,5
645 Æðuvík 114 29 3,9
385 Vatnsoyrar 55 15 3,7
796 Húsar 44 12 3,7
655 Nes, Eysturoy 313 86 3,6


Flestu av bygdunum eru smáar, men 2 størri bygdir eru tó við á listanum nevniliga Æðuvík og Nes í Eysturoynni. Her búgva í meðal ávikavist 3,9 og 3,6 fólk í hvørjum húski.

Í hinum endanum av listanum, har minst er av fólki í hvørjum húsi, eru bert smáar bygdir: 

Postnr   Stað Fólk 01.01.2012   Húski   Fólk/Húski
478 Elduvík 27 14 1,9
260 Skúvoy 36 19 1,9
695 Hellurnar 17 9 1,9
767 Hattarvík 15 8 1,9
475 Funningur 58 31 1,9
388 Mykines 14 8 1,8
765 Svínoy 33 19 1,7
280 Hestur 25 15 1,7
387 Gásadalur 18 11 1,6
437 Nesvík 2 2 1,0
737 Múli 1 1 1,0
735 Depil 1 1 1,0
285 Koltur 1 1 1,0

  
Í bygdunum Nesvík, Múla, Depli og Koltri býr bert eitt fólk í hvørjum húsi.

Um tey størstu plássini í landinum verða samanborin, sær listin soleiðis út:

Postnr   Stað Fólk 01.01.2012   Húski   Fólk/Húski
100 Tórshavn 12264 4272 2,9
700 Klaksvík 4592 1541 3,0
188 Hoyvík 3657 1068 3,4
160 Argir 2049 641 3,2
530 Fuglafjørður 1500 510 2,9
900 Vágur 1347 493 2,7
350 Vestmanna 1221 449 2,7
370 Miðvágur 1053 356 3,0
380 Sørvágur 1005 371 2,7
600 Saltangará 958 289 3,3
520 Leirvík 877 292 3,0
360 Sandavágur 856 296 2,9
800 Tvøroyri 803 341 2,4


Her sæst, at nógv fólk eru í hvørjum húski í nýggju búøkjunum Hoyvík, Argjum og Saltangará, meðan færri fólk eru í hvørjum húsi á eitt nú Tvøroyri.

Havast skal í huga, at bert hús, har fólk búgva í, eru við í yvirlitinum. Tóm hús eru sostatt ikki við í uppteljingini.

Til tess at fáa eina heildarmynd av øllum landinum, hevur Umhvørvisstovan gjørt eitt føroyakort, sum lýsir støðuna. Kortið, sum sæst niðanfyri, kann heintast sum pdf her á heimasíðuni.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 03/02/2012, 14:18

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum