"Tey telgja sær gudar," skrivar Jens Pauli í síni fimtu skaldsøgu, sum viðgerð evnir um hvussu fólk við undirlutakenslum royna at hevda seg við at klína seg uppat fólkum við skapandi evnum og har telgja sær onkran bita av ævinleikanum. Havi mangan orðað tað í ymiskum førum. Hví ikki heiðra føroya besta rithøvund, ímeðan hann enn er á lívi? Eg meini, heiðra hann í hansara heimbygd ella í hansara føðioyggj. Kanska skeivt orðað, tí Jens Pauli var føddur 12. novembur 1932 í Tórshavn og búði mesta partin av sínum vaksna lívi í Tórshavn, men tað nógva av skaldskapinum hjá Jens Paula sprettur úr heimbygdini Sandavági og úr Vágum. Men, sum so mangan, so er tað ikki í heimbygdini at skapandi gávur verða virðismettar av samtíð, men tá tað grønkast á grøv og nútíð er vorðin tátíð, byrjar tað so líðandi. "Man átti at gjørt okkurt". Men hvønn gera vit tað tá fyri? Fyri bygdina, býin, fyri oynna, fyri turistar? Vit telgja okkum eina lítla rók at sita á: "Síggja tit meg, okkum." Var tað ikki betur og stuttligari, at heiðra persónar, sum eru á lívi og kunnu kenna seg virðismettar í síni samtíð? Mikkjal á Ryggji fekk sín sess og virðismeting í Miðvági, beint nú, áðrenn Jens Pauli fór um sýn. Tað tók 55 ár at geva Mikkjali eina heiðurliga standmynd í heimbygdini. Hvussu leingi verður hjá heimbygdamonnunum hjá Jens Paula Heinesen at geva Føroya mætasta rithøvunda eina heiðurliga standmynd? Vónandi ikki so leingi, sum hjá Mikkjali. Jens Pauli hevur tó verið heiðraður fleiri ferðir í Tórshavn. Harímillum fýra ferðir við heiðurløns M. A. Jacobsens og í 1999 við Mentanarvirðisløn Landsins. Eisini var ein films persónsmynd gjørd av honum fyri ikki so langari tíð síðan, men hann væntaði enn, eina viðurkenning frá sínum bygdafólki. Í mínum hugaheimi, kemur eingin rithøvundur í Føroyum uppá knøini hjá Jens Paula. Havi lisið "Rekamaðurin" so mangan at eg næstan dugi hana uttanat og havi altíð hugsa um verðinskendu skaldsøguna "Gamli maðurin og havið" hjá Ernest Hemmingway, tá eg havi lisið hana. Har eru ymiskar samanberingar. Tað er bara tað, at rekamaðurin, er so nógv betur og stuttligari . Jú, Jens Pauli hevði orðið í síni makt. Eg trúgvi ikki at nakar annar rithøvundur, í hvussu so er ikki í Føroyum, hevur skrivað so nógv orð. 14 Skaldsøgur - eini 8-10 søgusøvn - eitt ótal av greinarøðum og ritgerðum, pluss nógvar sjónleikir og persónslýsingar. At yrkja dugdi hann eisini. Eg hugsi her um yrkingina "Eitt dýpi av dýrari tíð", sum Elin, dótturin, gjørdi eitt so framúrskarandi gott lag til. Hetta er ein yrking í heimsklassa, sum Jens Pauli skrivaði sum bara 20-21 ára gamal. Jens Pauli var 78 ára gamal nú hann andaðist. Um hann var gamal og mettur av døgum, veit eg ikki reiðiliga. Eg tosaði við hann í Sjónleikarhúsinum, tá dótturin Elin helt 50 ára føðingardag. Tá segði hann: "Eg havi eina "Ide" um okkurt ítøkiligt" - " Skál vinurin", segði hann við síni djúpu rødd og einum skálkabragdi í sínum bragdligu eygum. Í virðing, drýpi eg høvur við børnunum og systkjum hjá Jens Paula og vóni at hann nú er á ferð inn í eina óendaliga søgu, har foldin breiðir seg markleys fyri honum og tann gátuføri kærleikin er eitt dýpi av dýrari tíð, har dropar av blóðið, eru orð eins og dropar í lívsins havi og Rekamaðurin at enda verður ein ódeygulig sál - sjálvandi í andgletti. Valdemar á Løgmansbø Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|