Jógvan Helgi Hansen: - Tað var bara tilvildin

Vágatíðindi >>

Fyri knøppum 4 árum síðani fór Jógvan Helgi Hansen at taka myndir fyri Vágaportalin, og uttan at taka munnin ov fullan, so hava myndirnar hjá honum verið stak góðar og lýsandi. Ein sonn frægd hjá okkum lesarum og njótarum.

At byrja við, var myndatólið hjá myndamanninum ikki tað nýggjasta Nikon tólið, men í fjør keypti hann eitt rættiliga gott Nikon myndatól, sum táttar upp móti teimum 50.000 krónunum.

Tá gjørdist góðskan á myndunum eisini eitt vet, ella gott tað, betri, men tað er nú eisini týðandi at hava hugin at taka myndir og finna motivir, tá ið tú skalt gera teg galdandi sum myndamaður.

Tann hugin hevur Jógvan Helgi sum fáur, og eru vit á Vágaportalinum tí sera fegnir um tað samstarv sum bara hevur ment seg, tóat myndamaðurin er burturi eina hálvu av árinum.

Einar seks mánaðir kokkast hann umborð á Vesturvón, og einar seks mánaðir kokkast hann fyri øllum Føroya fólki.

Í gjárkvøldið, ja, helst í allan gjár, var Jógvan Helgi nakað spentur, um myndin fór at vinna steyp, tí hann var upp móti sínum meistara, Jens Chr. Vang, sum hevði tríggjar myndir móti tí einu.

Tóat lærusveinurin vann á meistaranum í hesi fyrstu kappingini, at ársins mynd skuldi veljast millum fjølmiðlafólk, so fær meistarin ugga seg við, at okkurt hevur lærusveinurin lært, tá ið ein mynd hjá honum vinnur.

Tá ið tíðindini stóðu at lesa á Vágaportalinum, at ársins mynd 2011 var kosin, var Jógvan Helgi skjótur at ringja úr Barentshavinum.

- Handa myndin er tikin av tilvild, sigur Jógvan Helgi.

- Ætlanin var, at eg skuldi taka nakrar myndir, meðan teir asfalteraðu nýggju flogbreytina, men júst í tí løtu kom eitt flogfar hjá Atlantic, sum eg var har.

- So vit kunna siga, at eg var á røttum stað, rætta tíð, sigur Jógvan Helgi.

Hugaligur sum hann altíð er, at finna næstu myndina, so endar hann við hesum orðum:

- Ná, nú má eg so fara at hugsa um at fáa næstu myndina til kappingina í ár.

Tað var felagið Føroysk Miðlafólk, ið stóð fyri tiltakinum, sum Finnur Jensen legði til rættis. Fráfarandi formaður í felagnum er Georg L. Petersen og nývaldur formaður er Ingrid Bjarnastein.

Fyri jól valdi nevndin eina óhefta faknevnd at taka dagar ímillum innkomnu uppskotini: Enna Garðshorn Mikkelsen, Tróndur Djurhuus, Ingi Rasmussen og Birgir Kruse.

Til Ársins mynd 2011 komu eini 30 uppskot inn.

ólavur

LES MEIRA HER OG FLEIRI MYNDIR


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 29/01/2012, 14:49

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum