Í sambandi við loyniligu atkvøðugreiðsluna, sum Bogi Andreasen, varatingmaður Fólkafloksins, kravdi á fundinum seinnapartin í gjár, tá ið løgtings- og landsstýrismanningin hjá Fólkaflokkinum skuldi tilmæla formann, er nógv komið fram á portalinum, Tórsportalur, hjá sama Boga Andreasen, varatingmanni. Tað er Óla Jákup Rólantsson, samskiftisleiðari hjá Tórshavnar Býráð, sum eigur Tórsportal saman við Boga Andreassen, ið hevur lagt eina grein út við neyvari frágreiðing frá loyniliga valinum. Jógvan við Keldu, fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmaður hjá Fólkaflokkinum, undrast um hetta í eini viðmerking á Norðlýsinum. Jógvan við Keldu skrivar soleiðis: - Jørgen Niclasen hevur ført Fólkaflokkin ígjøgnum besta løgtingsvalið nakrantíð. - Tillukku - higartil - við formanssessinum í okkara flokki, Jørgen! - Tað undrar ikki sørt, at Tórsportalur hevur so stóra vitan um eina skrivliga "hemmiliga" atkvøðugreiðslu, og at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur verður hongd út, sum ein, íð hevur framt eina ráðagerð. - Kundi verið áhugavert at vita, hvør "opna" keldan er, sum gøðir Tórsportalin í hesum máli. - Eg havi mín mistanka! skrivar Jógvan við Keldu í viðmerkingini. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|