Kendur skipari 70 ár!

Merkisdagar >>

Mánadagin 23. januar verður Kári Horn 70 ár, og fer tí frá sum tænastumaður á MRCC Tórshavn, har hann hevur tænt síðan MRCC Tórshavn varð sett á stovn.

Kári er føddur og uppvaksin sum tvíburði í Vági. Hann var yngstur í einum systkinaflokki av 5, Páll, Egil, Jógvan, tvíburðasystirin Turið og Kári. Hann plagar sjálvur at taka til, at hann er føddur “gentlemaður”, tí hon kom fyrst.

Foreldrini vóru Óli Horn úr Haldórsvík og Jóhanna Horn úr Vági. Pápin doyði longu, tá Kári var 11 ára gamal.

Hugin til sjólívið fekk hann inn við móðurmjólkini, tí hann varð føddur inn í eitt reiðaravirkið, har hann frá barnsbeini hoyrdi og lærdi um sjólívið. Og longu sum smádrongur helt hann heldur til á bryggjuni, millum sildatunnur og gággurúsur, enn í skúlanum.

15 ára gamal fór hann fyrstu ferð til skips við Saint Jack, sum bróðurin Páll førdi. Páll man hava verið góður lærumeistari, tí Kári fekk hug at føra skip sjálvur.

Hann tók prógv sum skipsførari í Havn í 1965 og fór út at sigla við Mærsk. Har sigldi hann í nøkur ár sum stýrimaður, seinni gjørdist hann skipari hjá reiðarínum Otto Danielsen, har hann starvaðist í fleiri ár.

Eisini sigldi hann eitt stutt tíðarskeið við Smyrli í uttanlandssigling. Í 1983 fór Kári í Vaktar- og Bjargingartænastuna, sum stýrimaður á Tjaldrinum. Seinni gjørdist hann skipari á Tjaldrinum og á Ólavi Halga.

Tá MRCC Tórshavn skuldi setast á stovn í 2002, var tað heilt natúrligt at Kári, sum hevði drúgt og gott innlit í sjóbjarging, varð ein av teimum, sum kom at seta sín dám á henda nýggja stovn.

Og ikki kann sigast annað enn, at hansara partur liggur ikki eftir, nú hann fer úr hesum ábyrgdarfulla starvi fyri aldur. Betri arbeiðsfelagi finst neyvan, tí sum menniskja er hann heilt framúr.

Langar og drúgvar vaktir gerast stuttar saman við Kára, tí hann hevur altíð eitt ella annað at undirhalda við.

Tað kann verða onkur góð søga frá siglingstíðini á nær- og fjarleiðum, ella bara okkurt sum rennur honum til hugs. Og glaðari og fróðari persón hittir tú ikki á hvørjum horni. Tí verður saknurin eisini stórur, nú hann leggur frá sær.

Familjukærur er hann sum fáur, men tað hevur kanska eisini sínar góðu orsøkir, tí hann var at kalla eldri áðrenn hann fann sær konu.

Kári giftist í 1977 við Annu á Reynatúgvu av Sandi, og tey búsettust har. Børnini eru Ada, Elin, Hanna og Ólavur, og abbabørnini eru 6 í tali, og sjálvandi er Kári eisini uppkallaður.

Vit fara at nýta høvið at takka fyri sera gott  samstarv hesi árini, og ynskja eitt gott og langt lívskvøld.

Í samband við at Kári fer úr starvi, verður móttøka á MRCC Tórshavn, Tinghúsvegur 64, fríggadagin 20. januar kl. 13, har fyrrverandi og núverandi starvsfelagar, familja og kenningar eru hjartaliga vælkomin til ein kaffimunn.

Manningin á MRCC/Tórshavnradio


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 18/01/2012, 22:49

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum