Meðan vit bíða eftir honum, ið koma skal, tendra vit ljós og livandi kertur. Tíðin er búgvin, og nú stundar til jóla. Vit havi ikki stundir og kunnu ikki steðga á til eitt prát. Vit mega skunda okkum! Ella lata vit onnur áseta og avgera ferðina? Tað eyðkendi Jesus, at hann tók sær stundir til hin einstaka. Sjálvt um alt hevur sína tíð, og jarðiska tíðarskeið hansara taldi tríatitrý ár, so hevði hann tíð til hin einstaka. At hava stundir er ikki at hava eitt óendaligt mál av tíð. At hava góða tíð eru evnini at liva í løtuni og gagnnýta tíðina. Spill ikki tíðina burtur, verður sagt á manna munni. Máliskan sipar til innihaldið, at tíðin er innihald. Tíðin er ein møguleiki, hvar vit kunnu vera hjástødd og virkin ella fráverandi og óvirkin. Vit kunnu gagnnýta tíðina. Vit kunnu skapa nakað gott. Vit kunnu kveikja eitt ljós og harvið avmarkað myrkrið. Myrkur er ikki myrkur. Myrkur er frávera av ljósi. Ómøguligt er at steðga tíðini ella at fáa hana at ganga seinri. Valla er tað skilagott at siga øðrum, hvussu tey eiga at bera seg at. Vit kunnu vegleiða, men viðhvørt er úrslitið ikki nøktandi. Góð ráð verða mangan uppfatað sum skert frælsi, at onnur skulu leggja seg út í viðurskiftini hjá øðrum. Vit mega taka okkara egnu avgerðir við atliti at tíðini. Ístaðin fyri at renna kunnu vit seta okkum niður og hava eina stilla løtu. Meg minnist eina skemtingarsama søgu um ein maskinmeistara. Hann var sera dugnaligur til sítt yrki, ja, hevði tá á stóð bjargað bæði skipið og manning. Sjálvt hjá tí besta kann ganga illa í hond. Arbeitt varð í maskinrúminum á einum skipi, og motorurin var tikin sundur. Umstøðurnar at arbeiða vóru vánaligur, tí tað var bæði myrkleitt og trongligt. Hesin royndi maðurin var óheppin og misti tann fyrsta skiftilykilin niður í kjølin. Tað var ikki hvønn dag, at ein lykil glapp honum úr hondunum. Hann tók tann næsta lykilin, men enn einaferð misti hann takið. Tríggir skiftilyklar vóru, so maskinmaðurin tók tann triðja og seinasta lykilin, ið eisini endaði í kjølinum. Tá lat í maskinmeistaranum : “Nú er einki annað at gera enn at seta seg niður, summað seg og balla eina sigarett!” Hann setti seg niður og roykti í friði og náðum eina sigarett. Síðani bretti hann upp um armar. Í tí dálkaða kjalarvatninum, ið reyk av olju og øðrum royki, fann hann allar tríggjar lyklarnar. Tá teir vóru reinsaðir og turkaðir, fór hann aftur í holt við maskinuna. Og nú gekst væl í hond. Loksins gekk maskinan, so sum hon átti. Kynstrið er at seta seg niður og summað seg. Altíð, og serliga tá illa gongur í hond. Í bóltspæli verður tosað um “time out”, og hesin stutti steðgurin hevur mangan vent eini vánaligari gongd í dystinum. Tá vit tosa um kristindóm, prædiku og lívsstíl, so er frásøgnin um systrarnar Martu og Mariu lærurík. Jesus var á ferð, og hann kom til bygdina, har systrarnar búðu. Marta beyð Jesusi inn á gólvið og fór at stríðast og stákast. Tað er ein dygd at vera gestablíður, og eitt sindur av stáki skaðar ikki, væl at merkja um vit sjálvi avgera, at vit stákast. At stríðast og stákast eftir boðum givin av øðrum, ella vegna tess at vit meta tað sum eina plikt, tað er ikki á sama hátt til gagns og nyttu. Tað kann køva gott lag og avmarkað gleðina og trivnaðin. Systurin Maria gjørdi tað øvugta. Hon valdi at seta seg niður við Jesu føtur til tess at lýða á talu hansara. Óivað hevur hon hoyrt um Meistaran, hansara evni at tala og hansara vísdómsorð. Maria valdi at seta seg niður og lurta. Tað var henni eitt gott val, tí valið var hennara. Tað var hennara egna avgerð. Sjálvt um systurin stákaðist, so valdi hon at seta seg við Jesu føtur. Maria tók eina avgerð, ið Marta ikki var nøgd við. Men Maria var Maria og tók ta avgerð, ið samljóði við hennara samleika og lívsfatan. Tað var nakað ekta í avgerðini. Ikki plikt ella siðvenja, men ein avgerð, borin av hennara lívsfatan, dreymi og longsli. Nógv skal gerast, og neyðugt er at arbeiða til lívsins uppihald. Kallið ljóðar at tæna Jesusi og vera nakað fyri medmenniskjað. Men sjálvur andadrátturin í lívinum er at sita stillur við Jesu føtur. Hugtikin og kveiktur av menniskjanum Jesusi, sum í adventini kemur sum Guds einborni sonur. Amen. Orðið : “Men eitt er neyðugt! Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.” (Lukas 10,42) Jógvan Fríðriksson, biskupur
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|