23. mars í ár eru fimmti ár liðin síðan sáttmálin, sum er grundarlagið fyri politiska samstarvinum millum norrønu londini, varð undirskrivaður. Tað hendi í finska høvuðsstaðnum Helsinki. Tá í tíðini var vanligt at kalla henda bý Helsingfors, og tí hevur heitið á sáttmálanum líka síðan verið Helsingfors-sáttmálin, tó at tað eru fleiri, ið heldur vilja kalla hann Helsinki-sáttmálin. Helsingfors-sáttmálin er so at siga grundlógin fyri Norðurlandaráðið, sum er tað parlamentariska samstarvið millum Norðurlond, og eisini fyri Norðurlendska Ráðharraráðið, ið er norðurlendska stjórnarsamstarvið. Av fyrstan tíð vóru bert tey fimm sjálvstøðugu londini umfatað av samstarvinum, men seinni eru Føroyar, Áland og Grønland eisini komin við. Mánakvøldið 30. januar skipar Norrøna Felagið fyri einum kunningar- og kjakfundi í Norðurlandahúsinum, har ljósvarparin verður settur á Helsingfors-sáttmálan og spurt verður, hvønn týdning hesin sáttmáli og norðurlendska samstarvið hevur fyri Føroyar. Høgni Hoydal, løgtingslimur og fyrrverandi landsstýrislimur gevur eina søguliga gjøgnumgongd av norrøna samstarvinum soleiðis, sum tað hevur ment seg í tey fimmti árini síðan Helsingfors-sáttmálin varð undirskrivaður. Høgni er upprunaliga søgufrøðingur. Men hann er kanska eisini tann persónurin í Føroyum, sum hevur arbeitt mest við júst Helsingfors-sáttmálanum, sum limur í Norðurlandaráðnum, umboðandi bæði Løgtingið og Fólkatingið, men eisini sum landsstýrismaður við ábyrgd fyri norðurlendska samstarvinum. Júst Helsingfors-sáttmálin hevur verið eitt virkisøki, sum Høgni Hoydal hevur fingist nógv við í norðurlendska politiska starvi sínum, nevniliga í royndini at vinna Føroyum sjálvstøðuga umboðan í norrøna samstarvinum. Fundurin um Helsingfors-sáttmálan verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 30. januar kl. 19. Eftir uppleggið hjá Høgna Hoydal verður høvi at seta fram spurningar og kjakast um evnið. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|