Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kann greiða trætuna

Lesarin skrivar >>

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sigur í skrivi, at Føroya Pedagogfelag eigur at koma aftur til samráðingarborðið. Hesa áheitan skilir Føroya Pedagogfelag ikki, tí felagið hevur ongantíð noktað at samráðast. Tvørturímóti hevur mótparturin noktað at gingið okkara ynskjum á møti.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið høvdu undir samráðingunum allar møguleikar at sleppa undan einum verkfalli, men vildu ikki finna eina loysn. Okkara serkrav um betri fyrireikingartíð varð sópað av borðinum, og heilt óskiljandi fingu vit harafturat boðið eina reallønarlækking.

Arbeiðsgevararnir hava við síni stívrendu atferð trýst Føroya Pedagogfelag út í verkfall. Vit kunnu ikki góðtaka eitt reallønarfall, og vit kunnu ikki góðtaka, at pedagogiska fakið verður so grovt undirmett, at okkara limir ikki sleppa at fyrireika og eftirmeta sítt arbeiði.

Ein lærari hevur 13 tímar um vikuna at fyrireika og eftirmeta sítt arbeiði. Hesin rættir verður hildin at vera sjálvsagdur, tí alt fakligt arbeiði krevur jú fyrireiking og eftirmeting. Ein pedagogur kann í mesta lagi fáa ein tíma um vikuna at fyrireika seg í. Hetta er fullkomiliga óforsvarligt bæði fyri pedagogar, børn og fólk við serligum tørvi.

Sum støðan er, arbeiða pedagogar heima fyri onga løn, tá teir fyrireika og eftirmeta sítt arbeiði. Hetta kemur ivaleyst arbeiðsgevarunum væl við, men at bjóða fólki tílíkar arbeiðsumstøður í 2012 er avoldað hugsan. Pedagogar gera eitt virðismikið og fakliga dugnaligt arbeiði øllum samfelagnum at gagni, og teir skulu virðast fyri tað.

Føroya Pedagogfelag heitir á arbeiðsgevararnar um at flyta sín hugsunarhátt inn í nútíðina og geva okkara limum fíggjarliga og fakliga forsvarligar arbeiðsumstøður. Í somu løtu, sum Kommunla Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið vísa vilja til hetta, koma vit at samráðast.

Føroya Pedagogfelag


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 03/02/2012, 14:28

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum