Kristiani Martin, abbabeiggja, til minnis

Minningarorð >>

(8. okt. 1943 - 26. des. 2011)

Ongi menniskju eru eins. Vit eru ikki sett í verðina sum kopi av hvørjum øðrum. Tvørturímóti er hvørt menniskjað nakað serstakt – nakað unikt. Summi okkara við fleiri - og summi við færri felags eyðkennum.

Kristian Martin var tað, ið tey flestu høvdu kallað ein originalur. Hann hevði helst færri felags eyðkenni enn tey sokallaðu vanligu fólkini. Men tó hevði hann helst somu kvalir og sorgir, sum flestu okkara. Møguliga fleiri.

Øll menniskju hava sínar dygdir og sínar sterku síður. Somuleiðis gevur hvør einstakur sítt egna serstaka íkast til lívið hjá teimum, ið so ella so eru við á lívsleiðini. Her var Kristian Martin onki undantak. Hann var raskur og treiskur sum fáur, og uppi í hesum hekk eisini eitt serligt hjálpsemi. Hann helt seg ikki aftur at veita eina hjálpandi hond í kropsligum og handaligum arbeiði.

Tær mongu søgurnar, ið hann segði frá um seg sjálvan, vóru mangan stuttligar og áhugaverdar at hoyra, tí hann hevði ein sermerktan frásøguhátt. Spurningurin, um søgurnar høvdu so nógv hald í veruleikanum, var ikki altíð so viðkomandi.

Kristian Martin var so at siga einbúgvi á Norðtoftum í langt tíðarskeið. Hann livdi nær náttúruni og hevði eitt serstakt veiðimannalyndi. Hetta gav honum nakrar eginleikar, ið vóru rættiliga sjáldsamir. Ein av hesum eginleikum var hansara ógvuliga álítandi ”veðursjúka”.

Veðursjúkan ella eginleikin at merkja veðurlíkindini á sær komu øðrum til gagns. Kristian Martin sigldi í nógv ár sum dekkari við línuskipinum Kvikki, sum pápi mín átti og førdi. Pápi segði mær fleiri ferðir, at fyri hann sum skipara, var veðursjúkan hjá Kristiani Martin minst líka týdningarmikil at lesa av, sum veðurkortini og veðurtíðindini vóru tað. Var ivasamt við veðrinum og lagið á Kristiani Martin kortini var gott, kundi hann vera rættiliga tryggur við at seta línuna. Men var lagið á Kristiani Martin tvørturímóti ringt samstundis, sum veðurlíkindini vóru ivasom, var hann vísur í, at veðrið fór at øtla, og at ikki var ráðiligt at seta línuna.

Við sínum arbeiðssemi og við hesum sermerktu eginleikum at kenna útlitini á sær, hevði Kristian Martin serligt pláss umborð á Kvikki.

Kristian Martin kom nógv inn á gólvið hjá pápa og Jónu úti í Torvgøtu í Klaksvík. Eisini eftir, at pápi var deyður, var hann raskur at vitja. Flestu føðingardagarnar hjá systur mínari, Katrini, mintist hann til og kom inn á gólvið. Um høgtíðirnar var eisini rættiliga vist, at hann stakk inn á gólvið. Var eg í Klaksvík, fall tað sum oftast mær í lut at koyra hann aftur á Norðtoftir. Á hesum túrunum fekk eg ofta serligt høvi at hoyra hansara mongu ótrúligu søgur, sum mangan vóru undirhaldandi.

Vit fáa øll litið upp í hendi í ávísan mun at mynda okkara egna lív. Kristian Martin valdi at liva lívið á sín egna sermerkta hátt. Men hansara 68 ára lívsskeið hevur havt týdning og hevur gjørt mun – eisini fyri onnur.

Friður verið við minninum um Kristian Martin Johannessen á Norðtoftum.

John Johannessen


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 06/01/2012, 20:13

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum