Vćlkomin á Vágaportalin - top_lysingar
 
Vćlkomin á Vágaportalin - top2_lysingar


Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin



ve?ri?


Halliđ á fíggjarlógini burtur?

Minni útreiđslur
Skatt/avgjřld
Bćđi tvey

Vís atkvřđur

_________________

Ongi

Kvinnuting a la ungdómsting

Kveikjandi og hugaligt at hoyra næmingar úr framhaldsdeildunum kring landið leggja uppskot fram og gera viðmerkingar – nú ungdómsting er í Løgtinginum.

Okkum tørvar tey ungu á tingi. Nógvir føroyingar siga seg hava mist áhugan fyri politikki.

Ein orsøk er, at tey ikki kenna seg aftur ella kenna seg umboða á tingi.

Tingið ein endurspeglan av fólkinum
Um tingið skal endurspegla samfelagið er tørvur á ungum politikarum – menn og kvinnur undir 30 ár.

Ivist ikki í, at málini sum vórðu løgd fram, fyrispurningar og kjakið, tá var fjølbroyttari. Vóni, at nøkur teirra sum júst nú luttaka á ungdómstingi verða valevni, tá tey fáa valbæri um fá ár.

Megakuuul
Tosaði við nøkur teirra í dag. Spurdi, hvat teimum dámdi at vera politikarar. “Megakuul!” svaraði ein ung skilagóð genta.

Um hetta er ein háttur at geva teim ungu áræði og áhuga fyri politikki er nógv vunnið.

Bæði gentur og dreingir vóru skilagóð at hoyra. Má leggja afturat, at tað frøddi meg almikið at síggja genturnar vóru so vælumboðaðar.

Demokratiu kvinnuting
Vit vita øll, at játtanin til Demokratiu bleiv skerd við fleiri 100.000 kr í fíggjarlógini í ár.

Kanska vit politikarar kundu bøtt eitt sindur um hesa dáragerð, við at bjóða Demokratiu at skipa fyri einum kvinnutingi a la ungdómstingi?

Á hendan hátt fingu kvinnur úr øllum flokkum, í øllum aldri og úr øllum landinum høvi at vera tingkvinnur og varpa ljós á júst tey mál, sum tær halda vera týdningarmikil.

Eg eri við upp á tað.

Bergtóra Høgnadóttir Joensen


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 08/02/2010 kl. 20:03


Aftur

Vćlkomin á Vágaportalin - lysingar_sida_innan


Stjóri til nýggjan vitanarstovn

Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og nýhugsan og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan undirvísingarverkið, er hetta eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum



Ađalstjóri til Uttanríkisráđiđ

Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkisráðnum



Eftirlýsing

Knívar, gafflar, talerkar, djúpir sum fláir, og stólar og startlínur



Ađalfundur hjá 07 Vestur

Aðalfundurin hjá 07 Vestur verður hósdagin 25. mars 2010 kl.19.00 í skúlanum á Giljanesi



Landsfundur Sambandsfloksins

Landsfundur Sambandsfloksins 2010 verður á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn  leygardagin 20. mars



Avloysari

1 avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur er leyst at søkja frá 1. apr. 2010 til 1. sep. 2010



Innbjóđing til ađalfund

Aðalfundur felagsins verður tann 25. mars  kl. 19:00 í Beitishúsinum í Miðvági



Pedagogur og hjálparfólk

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Vípuna eftir trimum pedagogum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2010 ella eftir nærri avtalu



Vćlverukvřld á 62şN airport hotel

Fótabað, feittprosent, klæðir, skógvar, góður matur og mótashow og annað mangt



Ađalfundur

Felagið Handalag hevur aðalfund tann 9. mars kl. 20:00 á Vága Kunningarstovu






_________________

100 ára fřđingardagsgáva frá Tvřroyrar Býráđ

Fríggjadagin 26. februar 2010 handaði Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu, eina gávu til Klaksvíkar Kommunu í sambandi við 100 ára føðingardag kommununnar



Leita Send teldupost samband