Mentamálaráðið: Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur verið á ráðstevnu í Keypmannahavn 1. og 2. februar 2012, har granskingarmálaráðharrar úr Europa umrøddu og kjakaðust um uppskot til nýggjan europeiskan granskingarsáttmála. Danmark hevur ES formansskapin fyrra hálvár 2012, og hevur í hesum tíðarskeiði ábyrgd av politisku samráðingunum um ein nýggjan ES granskingarsáttmála. Í juni 2010 undirskrivaðu Føroyar, sum atlimur, sáttmálan um evropeiskt granskingarsamstarv, eisini nevndur FP7. Nýggi sáttmálin fyri tíðarskeiðið 2014-2020 ber heitið Horizon 2020. Horizon 2020 skal vera við til at fáa Europa burturúr kreppuni við at skapa vøkstur og nýggj arbeiðspláss. Dentur verður lagdur á, at skipanin skal vera meira smidlig og atkomulig hjá smærri og miðalstórum virkjum. Nýggja stuðulsskipanin verður munandi størri og breiðari, og lagt verður upp til at samantvinna stuðul til gransking og nýskapan, fyri at skunda undir at loysa nakrar av stóru avbjóðingum í Europa eitt nú innan heilsuøkið, matvørutrygd, grøna orku, burðadyggan landbúnað, hav og havgransking, veðurlagsbroytingar, grøna orka v.m. Tað var danski granskingarmálaráharrin Morten Østergaard, sum bjóðaði Bjørn Kalsø at vera við á ráðstevnuni. Landsstýrismaðurin heldur, at tað hevur týdning at kunna seg gjøllari um, hvat fer fram á hesum týðandi øki. - Útbúgving, gransking, nýskapan og íverksetan verða mett sum mest týðandi íløgur í framtíðina, og tí hevur tað týdning, at vit fylgja væl við, so vit fáa sum mest burturúr okkara egna avmarkaða tilfeingi og kunnu troyta teir stóru stuðulsmøguleikar, sum vit hava atgongd til á hesum øki, sigur hann. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|