Vćlkomin á Vágaportalin - top_lysingar
 
Vćlkomin á Vágaportalin - top2_lysingar


Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin



ve?ri?


Halliđ á fíggjarlógini burtur?

Minni útreiđslur
Skatt/avgjřld
Bćđi tvey

Vís atkvřđur

_________________

Ongi

Leif Mohr stuđlar Pál Joensen

Tíðindaskriv: Í ár hevur P/f Leif Mohr 75 ára stovningardag, og í tí sambandi hevur fyritøkan valt at stuðlað svimjaranum, Pál Joensen. – Pál er ein stór fyrimynd hjá ungdóminum, tí hann er miðvísur og til reiðar at arbeiða hart, sigur Leivur Holm, stjóri.

Seinnapartin í gjár hevði P/f Leif Mohr bjóðað inn til móttøku og tíðindafund í LM-handlinum, tí fyritøkan vildi gera nakað serligt burturúr, at hon í ár hevur 75 ár á baki. Millum annað var lagt út við at stuðla unga vágbinginum, Pál Joensen, við einari upphædd.

– Vit hava valt at gjørt eina avtalu við úrmælingin, Pál Joensen, tí hann er eitt gott dømi um, at við miðvísari ætlan og hørðum arbeiði kann ein røkka langt. Tað er umráðandi at vísa á týdningin av at seta sær mál og at arbeiða hart fyri at røkka teimum. Og kanska verður hetta árið, tá hann kemur heilt á ovastu rók, sigur Leivur Holm, stjóri.

– Pál er soleiðis ein fyrimynd fyri føroyska ungdómin, og harvið eisini fyri stóran part av starvsfólkunum hjá Leif Mohr. Felagið Leif Mohr er við 75 árum ikki nakar unglingi í árum, men við samstarvinum við Pál vilja vit vísa á, at vit enn eru ein sterk fyritøka við miðvísum ætlanum, sum røkka langt inn í framtíðina.

Betri møguleikar
Pál Joensen er sjálvur sera fegin fyri stuðulin, og hann er serliga ovfarin av, at P/f Leif Mohr vendi sær til hansara við tilboðnum um stuðul.

– At teir koma til mín, haldi eg vera øgiliga flott, tí við einum nýggjum høvuðsstuðli fái eg heilt aðrar møguleikar, enn eg annars vildi havt. Nú havi eg nakað at liva av, so eg fái givið svimjingini betur pláss, uttan at eg skal hugsa so nógv um tað, sigur Pál, sum eisini í ár hevur nógvar spennandi uppgávur fyri framman.

Talan er bæði um EM á langbana og HM á stuttbana, umframt fleiri aðrar kappingar.

Hinvegin verður heldur minni gjørt við venjingarlegur í ár, samanborið við í fjør, men onkur verður kortini.

– Longu í apríl skal eg til Suðurafrika at kappast, og harumframt eru onkrar aðrar kappingar á langbana, sum minna um World Cup-kappinginarnar. Og so síggi eg sjálvandi eisini fram ímóti EM- og HM-kappingunum. Alt hetta kann eg nú fyrireika meg til í friði og náðum, tí eg havi fingið bestu umstøður til tað, sigur Pál Joensen, ið væntar sær nógv av 2010.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 31/01/2010 kl. 17:05


Aftur

Vćlkomin á Vágaportalin - lysingar_sida_innan


Stjóri til nýggjan vitanarstovn

Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og nýhugsan og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan undirvísingarverkið, er hetta eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum



Ađalstjóri til Uttanríkisráđiđ

Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkisráðnum



Eftirlýsing

Knívar, gafflar, talerkar, djúpir sum fláir, og stólar og startlínur



Ađalfundur hjá 07 Vestur

Aðalfundurin hjá 07 Vestur verður hósdagin 25. mars 2010 kl.19.00 í skúlanum á Giljanesi



Landsfundur Sambandsfloksins

Landsfundur Sambandsfloksins 2010 verður á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn  leygardagin 20. mars



Avloysari

1 avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur er leyst at søkja frá 1. apr. 2010 til 1. sep. 2010



Innbjóđing til ađalfund

Aðalfundur felagsins verður tann 25. mars  kl. 19:00 í Beitishúsinum í Miðvági



Pedagogur og hjálparfólk

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Vípuna eftir trimum pedagogum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2010 ella eftir nærri avtalu



Vćlverukvřld á 62şN airport hotel

Fótabað, feittprosent, klæðir, skógvar, góður matur og mótashow og annað mangt



Ađalfundur

Felagið Handalag hevur aðalfund tann 9. mars kl. 20:00 á Vága Kunningarstovu






_________________

100 ára fřđingardagsgáva frá Tvřroyrar Býráđ

Fríggjadagin 26. februar 2010 handaði Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu, eina gávu til Klaksvíkar Kommunu í sambandi við 100 ára føðingardag kommununnar



Leita Send teldupost samband