Leirvíkar bygdarsøga bind 4 verður lagt fram á Sólarkaffi

Bøkur >>

Í hesum bindinum, sum er 525 síður, eru 12 partar: staðanøvnini í bygdini og handan fjørð, ýti, mið og rákaleiðir í fjørðinum, í Suðurhavinum og á Norðhavinum. Her er eisini bátasøgan, deksbátasøgan, skipasøgan, handilssøgan og fiskaarbeiði fram til 1945 og at enda søgan um teir, sum fóru til lands.

Staðanøvnini eru lýst í listum, teksti og á fotomyndum. Ýti og mið eru lýst við teksti og á kortum. Bátasøgan frá umleið 1800 til 1920 er fjøltáttað, tí sera nógvur bátaútróður var í bygdini.

Frá 1910 fóru leirvíkingar eisini at drifta deksbátar og frá 1930 fóru teir at fáa sær maskinbátar, sum dúgliga varð róð út við í 30-unum og 40-unum. Fyrsta skipið, sum æt Otaria, kom í 1909 og síðani komu fleiri onnur: Kristianna, Arizona, Sigrid, Sæborg og Sjóborg.
 
Tá ið einahandilin var avtikin, komu beinanvegin einir tveir handlar, men bert ein fótaði sær. Men so við og við komu aðrir í gongd. Í 1875 vóru tveir handlar, umleið 1895 3 handlar og í 1910 vóru 5 handlar, sum høvdu bátar, ið avreiddu hjá teimum og tískil eisini nøkur viðskiftafólk. Sagt varð, at hevði ein handil 8 húski undir, so bar til. Bátarnir avreiddu og skipini løgdu saltfisk upp. Meginparturin varð virkaður til klippfisk, sum gav nógv arbeiði. Í bygdini vóru eini 10-12 fiskastykkir.
 
Tá ið kríggið var av, broyttist bygdin, arbeiðslagið og arbeiðsgongdin. Leirvíkingar høvdu onga kai havt. Teir fóru undir ta fyrstu kaiina í 1944, og tá komu nýggir deksbátar til útróðurin, og nøkur ár seinni kom flakavirkið Frost. Seinni aftur komu fiskivinnuhavn, ferjuhavn og nýggj virkir og mangt annað, sum fer at verða greitt frá í 5. bindi.
 
Leirvíkingar skipa fyri sólarkaffi 12. februar kl. 15 við leskiligum køkuborði, framløgu, tónleiki, sangi og røðu. Hetta tiltakið fóru teir undir í 1977, og bæði bygdarfólkið og avbygdarfólk í hópatali hava ár eftir ár leitað sær til hesa hugnaløtuna. Hesaferð verður Leirvíkar bygdarsøga bind 4 lagt fram, og tá verður eisini tónleikur m.a. fer Vígdis Fjallstein at syngja eini tvey løg.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 03/02/2012, 10:44

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum