Løgmansskrivstovan: Hoyvíksráðið er formliga politiska samstarvsforumið undir Hoyvíkssáttmálanum millum Føroyar og Ísland , og leggur upp til regluligar fundir millum avvarðandi ráðharrar á uttanríkis- og handilspolitiska økinum. Slíkir fundir verða hildnir annaðhvørt í Føroyum og í Íslandi. Fundurin í Reykjavík í hesari vikuni er fyrsti fundur hjá løgmanni í Hoyvíksráðnum saman við íslendska starvsbróðri sínum. Hoyvíkssáttmálin, ið varð undirritaður í 2005, er við tíðini vorðin ein týdningarmikil karmur um viðurskiftini millum Føroyar og Ísland. Sáttmálin hevur í síni heild stóran týdning og stórar møguleikar fyri føroyska samfelagið. Hoyvíkssáttmálin er mest umfatandi sáttmáli Føroyar hava við aðra tjóð. Nýggj samstarvsøki kunnu leggjast aftrat um partarnir ynskja tað. Í mun til hinar handilssáttmálarnir Føroyar hava, fevnir Hoyvíkssáttmálin, um onnur øki enn bert handil við vørum, og tí hevur Hoyvíkssáttmálin havt við sær øktan útflutning á øðrum økjum enn siðbundna fiskivinnuøkinum. Hetta sæst millum annað aftur á tænastuøkinum, har eitt nú byggivinnan, banka- og tryggingartænastur gerast meira sjónligar. Á skránni fyri Hoyvíksráðsfundin eru eitt nú føroyskur fiskiskapur eftir lodnu í íslendskum sjógvi, og ynski føroyinga um í størri mun at útflyta landbúnaðarvørur til Íslands. Ísland setir føroyskum skipum treytir um, hvussu tey kunnu gagnnýta ella selja ta lodnu, tey fiska í íslendskum sjógvi. Avmarkingin er, at føroysk skip kunnu virka 2/3 av lodnuni til matna, tó so, at eftir 15. februar kann í mesta lagi 1/3 virkast til matna. Í januar 2009 varð hetta broytt soleiðis, at um kvotan verður undir 500.000 tons, kunnu 3/4 av kvotuni virkast til matna. Avmarkingin um 1/3 eftir 15. februar stendur tó við enn. Føroyska sjónarmiðið er, at Ísland ikki kann seta slíkar avmarkingar, tær eru í stríð við altjóða reglur um handil og harafturat ímóti ætlanunum við Hoyvíkssáttmálanum um at finna útvegir fyri at beina burtur forðingar innan fiskavirking og handli við fiskavørum landanna millum. Útflutningurin av føroyskum landbúnaðarvørum til Ísland hevur verið merktur av, at Ísland hevur egna lóggávu á økinum, sum í nógvum førum er strangari enn krøvini, ið eru galdandi í Føroyum. Talan er serliga um kjøt við føroyskum uppruna. Hóast Hoyvíkssáttmálin hevur við sær fríhandil á nærum øllum økjum, eru ávísir trupulleikar á heilsufrøðiliga økinum, ið tarna handilssamskiftinum. Løgmaður fer at taka hesi viðurskifti upp við starvsbróður sín í Íslandi og virka fyri, at partarnir koma ásamt um, hvussu hetta kann loysast, soleiðis at handilssamskifti kann fara fram ótarnað í framtíðini. Umframt at viðgera ítøkilig handilsmál og áhaldandi menning av samhandlinum millum Føroyar og Ísland á ráðsfundinum, fara løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin eisini at umrøða onnur uttanríkispolitisk viðurskifti av felags áhuga, eitt nú viðurskifti við ES og samstarvi í Útnorðri og Arktis. Meðan løgmaður er í Íslandi, fer hann eisini at nýta høvi at hitta forsætisráðharra Íslands, Jóhonnu Sigurðardóttir, og takka henni fyri stuðulin, ið íslendska stjórnin lat sjálvbodnu føroysku bjargingarfeløgunum í desember í fjør. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|