Tíðin rennur skjótt avstað. Er tað veruliga so langt síðani, yvir eitt ár? Ja, satt er tað. Her má vera nógv hent, tá eg ikki gevið mær far um hvussu langt tað er síðani, men vit eru øll í lívsins ringrás, og er tað nú ikki nakað um, at árini renna skjótari sum ein eldist. Tó deyðin er ein endi, har eldist eingin meira, har hendir einki meira. Feigdarboðini um at pápi var vorðin álvarsliga sjúkur fekk eg, meðan eg sjálvur lá á Ríkissjúkrahúsinum. Tað var helst tann svárasta uppringing eg enn havi fingið, tá mamma ringdi. Sjálvt um hann var vorðin eldri og heilsubrek merktust var tað ikki í mínum tonkum, at hetta var síðstu ferð eg sá hann á lívi, henda feigdar Ólavsøkumorgun á flogvøllinum. Hesin vakri summarmorgun hevði tó nakað ófrættakent við sær. Sjálvt um eg skuldi á flatlond til sjúkraviðgerð, var tað ikki bara tað í órógvaði meg, nei, har var ein máttur, ið ikki kann greinast út, ið fekk fjáltur á meg. Eg sá pápa mín í einari sera támkendari myndasyrpu, sum um at var hann eitt við tað umhvørvi, hann hevði livað í síni 75 ár, eins og ein samanbræðing. Hanniba var pápi kallaður, sjálvt um rætta navn hansara var Jóhan Edvin. Hann var fiskimaður alt sítt virkna lív. Tó vóru løtur ímillum, har hann var heima og tókst við fyrifallandi arbeiði. Eg var einkarsonur hans so sambandi okkara millum var nógv. Hann var ein maður við sera sterkum meiningum, av tí gamla skúlanum, men hetta broyttist nógv seinnu árini. Hansara áhugi í at hava hús og bát í góðum standi var stórur, men síðstu tíðina var aldurin og byrjandi sjúka farin at gera um seg, so hann ikki orkaði so gott longur. Mamma og pápi fingu eitt gott lív saman. Kærleikin var mikil, eins og tey virdu hvønn annan. Sjálvur má eg siga, at barndómur mín altíð var ávirkaður av kærleika og eymleika. Sjálvt um eg var einasti sonur forkelaðu tit meg ikki, tí tað vóru pengar ikki til, men tit góvu eina barlast av tryggleika, og takki eg fyri tað. Nú stundirnar vóru betur, vóru mamma og pápi ofta á ferð í egnum landi, serliga eftir at undirsjóvartunlarnir komu. So har vóru nógvir kilometrar koyrdir. Tey hjálptu hvørjum øðrum. Sera áhugaður var pápi í flogvallarviðurskiftunum. Hann upplivdi tað byrjandi leingingina av flogvøllinum, og hetta frøddi hann nógv. Men pápi var ein slitin maður nú. Árini á sjónum høvdu sett síni spor á likam hansara. Men vit rokna ikki so ofta við deyðanum, vit óttast heldur nær hann man fara at koma. Vit eru ein lítil familja í vanligum samanhangi. Hetta av tí at sera nógv einabørn eru. Tó upplivdi pápi at gerast langabbi, og hetta var hann sera stoltur av. Hetta var honum tilluta í hálvt ár. Sjálvur var eg við at útgeva eina fløgu um hetta mundi. Eg gav pápa og mammu eitt eintak av einum rámiksi av fløguni, og hann var spentur eins og eg men upplivdi ikki endaligu útgávuna. Pápi, eg sakni teg. Minnist løtur sum smádrongur, tá tú komst aftur av skipi við modellbátum, tá tú og mamma góvu mær mín fyrsta gittara, og eg á baksetrinum í tykkara bili sat og klimpraði uppá hann ávegis til Vestmanna í ringasta toruveðri. Hetta var tá Sam røkti rutusambandið um Sundið. Men vituligt er, at einki varir við. Tó vildi eg sloppi at fylgt tær til títt síðsta hvíldarstað, men tað lat seg ikki gera. Men vit SÌGGJAST. Minnir eru virðismikil, til endans gerast tey sjálvur lívsneistin. Her er ein yrking, ið kom til mín niðri á Ríkissjúkrahúsinum. Hesa yrking havi eg funni troyst í á lívsins ofta tungu, harðbalnu ferð,og hana vil eg ogna tær, sjálvt um orð eru so fátøk. Kanska tú svav Beiskt er tað blandið tú svølgja mást her Menniskjalagna – nær lýsir tað í Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|