Minningargrein

Minningarorð >>


Jógvan situr fremst til vinstru á myndini, og hon er tikin ávegis til Grønlands við sluppuni Skarvanes í 1953

Hósdagin 5. januar, andaðist Jógvan 79 ára gamal. Jógvan varð føddur á Sandi tann 3. juli 1932 og bleiv hann eisini Sandingur um ein háls!

Jógvan giftist við Begguni í 1954 og teimum báðum untist at fáa tvær døtur saman, og høvdu tey tað gleði, at báðar búðsettust saman við manni og  børnum á Sandi.

Jógvan var frá óvitanum av ein eldsál, har sum hann var. Og  var hann sera virkin í at fáa Ungmannafelagshúsið á Sandi bygt. Hann sat eisini í nevndini hjá ungmannafelagnum tá ið fyrireikað bleiv.

Jógvan og eg høvdu drúgva arbeiðstíð saman ígjøgnum lívið, vit vóru til skips saman í nøkur ár við skiparum av Sandi og harafturat róu vit út, á  sama báti um vetrarnar. Í 7 ár vóru vit til skips saman við Dagstjørnuni.

Vit arbeiddu eisini saman hjá P/F Bil, har vit koyrdu bussarnar, og so til seinast tey sjey árini við Sildberanum. Hetta gjørdi at eg kom at kenna Jógvan væl, sum ein dugnamann og góðan vin.

Jógvan var bjargamaður um ein háls og var hann altíð við til ræning og sama til at fleyga fugl, bæði vetur og summar. Jógvan var eisini við góðum áhuga røktingarmaður í mong ár, og lá hetta arbeiði eisini sera væl fyri hjá honum. Jógvan var eisini sera góður við ungdóm og var hann altíð tilreiðar at leggja teimum yngru lag á, hvussu gerast skuldi.

Jógvan sigldi nøkur ár við trolara, og við norskum báti; men tað vísti seg at hann endaði altíð aftur við útróðrinum. Tað gav at bíta, tá ið havnabygging var á Sandi og havnin varð stongd, tá fekk hann sær bát og hevði hann liggjandi uttanfyri. Hettar fekk hann eisini at bera til.

Jógvan lat byggja ein seksáringin Breiðanes, saman við beiggja sínum Hanusi og systirsoninum Niels Jákupi. Hendan bátin var hann sera glaður fyri og dreiv hann bátin í fleiri ár. Eisini har var eitt álitisstarv, hvar heitt varð á Jógvan av Strandferðsluni, um at taka vikuskiftistúrarnar millum Skúvoy og Sand. Hesa sigling røkti hann somuleiðis við Breiðanes, inntil Oktobur 1979, tá Sildberin byrjaði siglingina og bleiv tað sjálvandi Jógvan, sum tók ábyrgdina av hesari sigling.

Skúvoyarsiglingina røkti hann væl í góð sjey ár, tá gjørdi veiðihugurin seg aftur til kennar. Egin og eg, ið sigldu saman við Jógvani, bønaðu hann um ikki at gevast - men, nei! Tískil kom leiðslan á Strandferðsluni suður at práta við Jógvan, tað gav at bíta hvat álit teir høvdu á honum, men Jógvan hevði ein fasta støðu, hetta var tað!

Síðani var tað mest báturin ið var álitið hjá honum; men eina tíð sigldi hann sum kokkur við Hoyvíkingi, annars var báturin hansara, líka til sjúkan noyddi hann at gevast.

Eg velji at gevast her, men tað er nógv annað sum kundi komi uppá prent.

Góða Beggan, tú hevur mist ein mann sum lív var í; men lívið er ikki ævigt her á foldum og nú vóru hansara dagar taldir.

Døturnar og abbabørnini, eg veit tit sakna nógv ein góðan pápa og abba, men minnini eru góð at hava eftir.

Samanumtikið kunnu vit takka Jógvani, fyri tað bygdamynd hann hevur verið fyri okkum.

Vit lýsa frið yvir minnini um Jógvan.

Jesus veri við tykkum, ið eftir sita.

Sólvit


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 08/01/2012, 01:21

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum