Nú ein mánaður er farin, síðan Hans fór frá okkum, vil eg bera fram eina tøkk, at mær untist at koma at kenna hendan megnar mann. Eg kom at kenna Hans innan samkomuhøpi. Hans hevur verið virkin innan trúarlív, síðani hann var ungur. Fyri 25 árum síðan var hann saman við øðrum ein av stovnarunum av samkomuni Kelduni.Hvønn týdning Hans hevur havt fyri Kelduna og okkum, sum har samlast, kann ikki sigast frá í orðum. Hansara ídni, kærleiki, trúfesti og áhaldni hevur verið við til at borið samkomuna øll hesi árini. Hans vildi altíð taka teir góðu eginleikarnar fram hjá øðrum, var altíð við tí góða orðinum, var altíð semjusøkjandi. Hann dugdi so sera væl at fáa øll at føla seg virðismett, var arbeiðssamur sum fáur. Fyri 9 árum síðan giftist ein dóttir okkara við yngsta soni Hans og Oddvør. Tá kom eg at kenna, hvussu dýrabar Oddvør og familjan var fyri Hans. Hann legði alla orku í, at familjan skuldi trívast og hava tað gott. Hann legði eisini stóran dent á, at familjan skuldi hava tað stuttligt saman. Hans elskaði jú eisini at skemta og arga. Teir síðstu 5 dagarnar kom Hans at liggja á Landssjúkrahúsinum. Tá sást, hvussu tætt knýttur Hans var til Oddvør, tí hann vildi hava hana um seg alla tíðina. Tær síðstu næturnar í náttarvøku sat Hans og yrkti henni ein sang, sum hann ætlaði at ogna henni á 70 ára føðingardegnum. Føðingardagin 17. desembur kl.15, vildi hann heiðra hana, við at øll familjan skuldi vera samlað eina løtu úti á Landssjúkrahúsinum, og børnini skuldu syngja sangin fyri henni. Men hendan løtan kom at gerast hansara deyðastund. Góða Oddvør; hendurnar, sum hava fjálgað og vart teg og tíni, hava nú slept, men ein onnur hond er, ið ikki sleppur tær og tykkum. Heb. 13, 5: Eg skal als ikki sleppa tær og á ongum sinni fara frá tær. Sólfríð Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|