Við Jens Paula Heinesen er ein av fremstu prosarithøvundum okkara farin. Hann hevur sum fáur í stuttsøgum og skaldsøgum lýst nýtíðar og nútímans Føroyar. Hugsjónarskaldskapur Heimurin hevur í skaldsøgunum hjá Jens Paula Heinesen fylgt broytingini inn í tað vinnu- og tænastusamfelag, sum vit hava í dag, og sum kanska er vorðið eitt vitanarsamfelag. Tað, sum søgupersónarnir hjá Jens Paula Heinesen hugsa og kjakast um, eru hugsanir um lívið, um nøkur ætlan er við tí, náttúruni og djórunum. Politikkur er kanska tað evnið, sum liggur frammarlagast – politisk rák og politiskur ørvitisskapur eru evnini í Tú upphavsins heimi og Frænir eitur ormurin. Arbeiðið er eitt miðal til at sleppa at liva og hugsa – lønararbeiðið er ikki lívið í skaldsøgum hansara – eins og tað tykist vera í veruliga samfelagnum. Listin og høvundurin Myndin í tríbindaskaldsøguni Tú upphavsins heimi víðkast í Frænir eitur ormurin. Hon er ein mynd av einum Føroyum, har fólkaræðið er sett úr gildi, har fólk verða fyribeind av politiskum ávum, og fólk gifta seg strategiskt. Skaldsøgan hevur tveir høvuðspersónar, ein politikara við eini fortíð at hevna eins og Sjúrður í Sjúrða kvæðum, og ein rithøvund, sum lýsir alla leiðina hjá honum gjøgnum politiska skúling og kærleika fyrst til dóttur politiska mótstøðumannin, síðani til dóttur ideologisku forkonuna í flokkinum. Frænir eitur ormurin er eisini ein serstøk skaldsøga í føroyskum bókmentum, av tí at hon fer fram á væl kendum plássum, sum eru nevnd við røttum navni. Leikpallur hennara er Havnin, har søgupersónarnir hittast á Tinghúsvegnum, ganga í skúla í Hoydølum, búgva í Leigubúðini úti á Reyni, úti í Grønlandi og á Velbastaðvegnum, koyra eftir Marknagilsvegnum og brenna bøkur á Vaglinum. Eina mest er Frænir eitur ormurin eitt meistaraverk, tí hon fer út um hevdvunnin mørk og skapar eina livandi og virkna frásøgn, sum eisini umfatar eitt metastig, har skrivingin av henni verður lýst. Sálarfrøði Høvuðsverkið Samstundis lýsir henda skaldsøgan, hvussu skapandi tilgongdin er: Fyrst skal alt upplivast og hugsast, tað skal staðfestast, og síðani kann tað verða skrivað, tá ið búningin er rokkin. Upplivingarnar hjá Hugini eru ikki stórt øðrvísi enn tær, tey flestu hava gjøgnum lívið. Men í Á ferð inn í eina óendaliga søgu verða tær gjørdar til tað mest ótrúliga og merkiliga gjøgnum tað frásagnarkynstur, ið eyðkennir hesa sjeybindaskaldsøgu. Hon leggur fyri við, at Hugin verður burturfluttur av eini ungari konu í hvítum turriklæð og gummiskóm, sum eingin í bygdini kennir. Tríggjar dagar seinni verður hann funnin langt burturi í haganum. Tilburðurin eltir hann í mongum ymsum líki gjøgnum barna- og unglingaárini. Tá ið dóttir ta konuna, sum fann hann aftur, mong ár seinni kemur til bygdar og fortelur Hugini, at tilburðurin er til, og hann forelskar seg í henni, er Hugin búgvin at fara at skriva hesa stóru skaldsøgu. Á ferð inn í eina óendaliga søgu setur føroyska skaldsøguheimin í altjóða høpi. Eitt nú er meginparturin av gongdini tíðarfestur við tilburðum úti í heimi; serliga tilburðir í heimsbardaganum og í kalda krígnum tíðarfesta søguna. Tey mongu orðaskiftini í skaldsøguni um list og bókmentir, samfelagslig sjónarmið og politiskar hugsjónir geva henni alheimsligan dám, sum er serstakur í føroyskum bókmentum. Mannasinni, tíð og lív Jens Pauli Heinesen yrkti eisini og ein av yrkingum hansara, “Hitt loynda dýpið”, er við lagi eftir Elina Brimheim Heinesen víðagitin og vorðin fastur partur í føroyska songskattinum í Songbók Føroya fólks. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað erotiskar søgur. Skemt og beint fram satiru finna vit í søgunum um Sámal Mattias, hann sum eisini er høvuðspersónur í Rekamanninum. Við honum setur Jens Pauli Heinesen ljóskastaran á minni dámligar partar av “føroysku muruni”. Alt, sum hann hevur skrivað, er gjøgnumsúrgað av áhuga fyri mannasinninum, tíðini og undran um lívsins gávu. Vit eru mong, sum eru sera takksom fyri tað fjølbroytta ritverk, Jens Pauli Heinesen hevur lagt eftir seg. Malan Marnersdóttir Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|