Leygarmorgunin 9. apríl í ár vóru vit uppringd, um at pápi ikki hevði tað so gott. Vit avtalaðu so, at vit skuldu práta aftur seinnapartin, tí væntandi gekk tað yvir. Men so brádliga stóð einki til og vit vóru boðsend. Vit vóru júst hendan leygarmorgunin til ítrótt við børnum okkara. Honum dámdi so væl, at abbabørn hansara eisini íðkaðu ítrótt, tí tað lá hansara hjarta sera nær. 7 av hansara 8 abbabørnum, vóru henda dagin, ávikavist til fótbólt og fimleikaframsýning, og vit foreldur vóru eisini við og hugdu eftir kynstrum, tey høvdu lært ígjøgnum veturin í fimleikinum. Fótbólturin var júst byrjaður sína kapping. Nú hann andaðist varð hann vorðin 91 ára gamal, og kunnu vit siga, at hann hevði haft eitt sera gott og gevandi lív. Heilsan var nú farin at bila og tí var hann til umlættingar á Eiði. Pápi var ættaður úr Sandavági, har hann búði øll árini. Og var tað eisini har, hann setti búgv fyrst í seksti árunum, tá hann giftist við mammu, sum er ættað av Doktaragrund í Havn. Hann var næst elstur av 6 systkjum, fimm brøður og ein systir, ið doyði sum 2 ára gomul. Pápi var ein sera blídligur, fryntligur og gestablíður maður. Soleiðis eru tað mong, ið hava verið inni á gólvinum bæði til drekkamunn, til døgurða og nátturða. Tað var altíð mamma, við hennara stillføra lyndi, ið átti uppgávuna at borðreiða fyri gestunum. Meðan pápi sat og prátaði við tey, og innan eitt bil, so stóð klárt á borðinum. Eitt høvdu foreldur okkara til felags. Tey dansaðu í Vága Dansifelag hvønn vetur, og vóru á fleiri uttanlands dansitúrum við. Tvey ting vilja vit taka fram í hansara størvum. Tá SEV fór at leggja linjur eftir fjøllunum, so var pápi til dystin fúsur og fór til Noregs at nema sær vitan innan hetta økið, og var hann við til at leggja linjurnar hjá SEV. Eisini kunnu vit nevna, at hann hevur verið til at gjørt allar núverandi landsvegirnar í Vágum, líka frá Oyrargjógv, til tunnilsmunnan bíggjarmegin, í tunlinum til Gásadals Pápi var ein maður, ið hevði livað nær náttúruni. Soleiðis hevði hann roynt útróðrarlívið, saman við sínum pápabeiggjum og pápa. Hann sigldi eisini undir krígnum uppá Ongland við lastum av fiski, eins og hann var við trolara. Í síni frítíð, var tað mest fjøllini og skorðar, hann búleikaðist. Pápi gjørdist røktingarmaðurá Oknadali, á ungum árum, eftir bróður sín Ludvík. Og røktaði hann Oknadal í 57 ár, fyrst saman við pápa sínum Petur Elias og eftir tað, saman við bróðirinum Heina. Og á Oknadali hava vit haft mangar góðu løturnar saman við pápa og pápabeiggjum okkara, eins og saman við okkara kæru systkinabørnum og familjuni annars. Tí Oknadalur hevur alt okkara lív fylt sera nógv. Helst tí at okkara forfedrar áttu triðingin av haganum og at pápi og Heini pápabeiggi vóru hagamenn. Tað vóru mangar góðar løtur í lembing, vit vóru burtur í haga við pápa og sóu smálombini koma. Eins og tá vit vóru á fjalli í áseyðaroyting, og oftast førdu ullina heim við báti. Og ikki at gloyma skurðfjøllini, tá vit fingu seyðin heim. Eisini var tað ofta stuttligt, tá vit sum børn vóru á býtinum, og sjálvandi eisini í fletting. Pápi var fastur skoramaður í Vestaru Skor í fleiri ár. Hann var eisini ofta við sandavágsmonnum og dróg lunda í Stakkinum, enntá gekk hann fyrstur upp onkuntíð, uttan línu. Hann var eisini ofta til látra og slóð mangan kópin. Ja pápi hevur mangan brattan farið. Nú skurðfjøllini vera gingin, leita tankarnir aftur á frálíku løturnar, vit hava haft saman við pápa og okkara kæru pápabeiggjum . Elias og Ludvík, sum farnir eru og Sigurði og Heina, sum enn baksast uppí í, ávikavist 83 og 86 ára gamlir. Eitt annað frítíðarítrív pápi hevði, var at smíða bátar, og var tað hvør ein løta, sum hann hevði eftir arbeiðstíð og frítíðin, hann brúkti til hetta arbeiðið. Hann lærdi at smíða bátar hjá forfedrum sínum. Abbi hansara á Steig og pápi hansara smíðaðu bátar í Gomlu smiðju , inntil pápi bygdi húsini í 1961, tá var bátasmíðingin flutt heim í okkara kjallara. Og eru tað ikki færri enn 82 bátar smíðaðir í kjallarunum av honum, abba og Heina pápabeiggja. Tann seinasta báturin, hann smíðaði, varð hann liðugur við tá hann var 75 ára gamal. Pápi var ein sera aktivur maður. Hann hevur eisini haft mong onnur álitisstørv. Nevnast kunnu, at hann sat í Sóknarstýrinum í Sandavági í 30 ár, herav 18 ár sum sóknarstýrisformaður. Og sat hann í fleiri kommunalum nevndum við. Hann var í stýrinum fyri Ellisheimið, Vága Sjúkrakassa, nevndarlimur og formaður í Sandavágs Ítróttafelag. Hann var eisini stjórnarlimur í Ítróttasambandi Føroya í fleiri ár. Sat í kirkjuráðnum í eitt mannaminni. Nevndarlimur I Samvinnufelagnum og niðursjóðingarvirkinum Kovanum, sum hann eisini var við til at seta á stovn. Afturat omanfyri nevndu álitisstørvum eru eisini onnur, ið ikki eru nevnd. Øll hesi álitisstørv, saman við frítíðaráhugamálum hansara, gjørdi at hann var sera upptikin og ofta sóu vit hann ikki so nógv, tá á leikaði. Men tá hann var heima, ja so var hann har 100% fyri okkum, og høvdu vit mangar góður løtur, bæði við spæli, frásagnum og túrum á Oknadali og aðra staðni við. Løtur, sum hava givið okkum sera nógv og eru góð ballast hjá okkum at byggja víðari á. Og mamma var altíð har, eins og nú. Bæði tá vit komu aftur úr skúla ella tá vit høvdu verið úti og spælt. Og komu heim við karmi, ja so fingu vit altíð heitt at drekka og eta, og nýggj rein klæðir uppá. Soleiðis hava vit bara gott at minnast á okkara uppvøkstur í Sandavági. Hóast pápi var tilkomin, tá hann fekk okkum børnini, so hava vit ongantíð hugsað um tað, tí hann hevur altíð verið so ungur og frískur í sinninum og hevur bara lagt gott í beinini hjá okkum, bæði við andaligum og í versligum viðurskiftum. Ja okkara foreldur hava verið og eru góð fyri okkum. Og nú abbabørnini komu, og eru vorðin 8 í tali, ja so hava tey bara jaligar upplivingar saman við abba teirra. Hann var altíð so jaligur og gav sær góða tíð til tey og rósti altíð teimum. Ja hann var sera glaður fyri at hava fingið 8 vælskapt og fitt abbabørn. Og tey vóru sera góð við hann eisini. Og nú heilsan var farin at bila, vóru tey ofta bekymraði, nú hann alla tíðini spurdi um tað sama. Men fittur var hann við tey og hevði altíð bomm at bjóða teimum og tey dámdu hann sera væl. Altíð dámdi pápa at hava gestir og dámdi væl at vera í vertskapi. Dagurin tá pápi fór til jarðar, var sera góður. Nógv vóru tey, ið vístu honum tann heiður, at fylgju honum til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum. Og ikki minst er at takka fyri frálíku gravartaluna, ið presturin Inga, helt fyri honum. Ein sera góð og sigandi tala. Góða mamma, tú situr eftir við einum sera stórum tómrúmi í heimi okkara, nú pápi er farin um sýn. Vit skulu royna at fylla nakað av tí, og royna sum frægast at hjálpa tær ígjøgnum saknin og sorgina. Góði pápi, takk fyri alt her á foldum. Vit síggjast aftur heima hjá Jesus pápa. Friður verið við minninum um pápa okkara Niels Marius. Petur Elias, Dorthea og Birita Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|