Møguleikin í tí miseydnaða

Vagaskjattan >>

Vanliga nýta við ein skala, tá mett verður um eitthvørt. Vit tosa um metrar, kilo og tons. Verður hugsað um skúlan, so vóru næmingarnir mettir eftir stiganum frá 00 til 13.

Vit kenna gleðina, tá karakterurin var høgur. Vit kenna tyngri huglag, tá úrslitið var í lægra lagi.

Reiðarar og sjómenn kenna gleðina, tá fiskiskapurin var góður, og tonsini fingu góðan prís. Aðrar tíðir var fiskarúgvan stór, men prísurin lágur.

Um tað vignast ella ikki! Tað er ikki líka mikið, hvussu úrtøkan roynist í lívsins skiftandi viðurskiftum.

Onkuntíð var staðfest, at alt var til onga nyttu. Tað, vit tókust við, miseydnaðist.

Tá hugsað verður um mannalívið, kunnu vit ikki seta tøl á støðuna. Hvussu skulu vit draga samanum og meta um lívið.

Tó, lívið er ongantíð livað til fánýtis, uttan mun til hvat kom burturúr. Lívið er altíð onkursvegna týdningarmikið.

Vit hava øll verið børn, og foreldur okkara droymdu ljósar dreymar. Dreymar, ið gingu út ella gjørdust brostin vón.

Vit, sum eiga børn og barnabørn, ynskja, at leiðir teirra mega vera væl gongdar. At sólin skínur á tær gøtur, har barnafótur stígur.

Vit, sum droymdu várligar dreymar um lív og samlív ljósar løtur um longsta dag. Brádliga kendu vit tað kalda lotið bíta um frostnætur.

Vit kunnu ikki nýta tey somu orðini um eitt mannalív, sum vit nýta um eina fyritøku, ein skúla ella eitt átak.

Menniskjan er øðrvísi enn øll onnur vera, sjálvt um mangt líkist bæði í menning, bygnaði og umstøðum.

Viðhvørt eru umstøðurnar vónleysar. Tað ringa er ongantíð gott, og mangan er vanlagnan dýrt goldin. Men, tað ræður um, at vit ikki gera støðuna verri enn hon er, at vit ikki stara okkum blind í tí, sum miseydnast.

Tað, ið miseydnast kann verða ein nýggjur møguleiki!

Hugsa vit um mannalívið, so eru føll og niðurløg ikki løtan, tá tað avgerandi og endaliga orðið verður sagt. Tað kemur altíð ein nýggjur morgindagur.

Vit kunnu ikki meta um lívið, sum um talan var um eitt punkt á eini linju. Vit kunnu ikki dagfesta úrslitið av einum mannalívi. Vit mega hava eina heildarmynd, og hon hevur altíð onkran ljósglotta. Tað ræður um at síggja og varðveita myndina í eini ljósrond.

Vit mega tó staðfesta, at viðhvørt skýmir á áljósum degi. At løtur eru á sumri, har innankuldi skapar vetur og liggjandi frostveður.

Tá tað er sagt, er vert at siga, at eitt menniskja ikki einans eigur møguleikan. Menniskjan er sjálvur møguleikin.

Havi hugsað um leirkerasmiðin, ið aftur og aftur tekur leirið upp í hondina og roynir at evna tað til. Loksins er ílatið nýtiligt.

Havi hugsað um sonin, ið bað um arvin, fór heimanífrá og oyddi alt burtur í einum óryggiligum levnaði. Hann varð fagnaður við heimkomu.

Havi hugsað um kvinnuna, ið hevði havt fimm menn og tann, ið hon nú livdi saman við, var ikki maður hennara. Hon fekk eitt nýtt lív og eina uppreisn.

Havi hugsað um meg sjálvan, ið líkist leirinum, hinum burturfarna soninum og sum onkursvegna kenni støðuna hjá áður nevndu kvinnu á mínum egna kroppi. Várharra geri munin, sigur máliskan.

Várharra sær valla stóran mun á okkum, tí kærleikans eygu síggja tað góða. Kærleikin sær ein møguleika. Hann dvølur við eina ljósrond av góðsku, ið lýsir í eygunum ella er goymd í hjartans dulda dýpi.

At síggja ein møguleika í tí, sum miseydnast. Ikki einans at síggja rovini og leivdirnar.

Møguleikin í tí miseydnaða er til staðar, tá lívsins køldu vindar gera tað trupult og svárt. Tá kærleikin doyr, og skilnaður skapar vegg millum rúm og rúm. Tá børnini víkja frá uppskrift og ætlaðum mynstri.

Tá foreldrini líkjast sær sjálvum og eru ótolandi.

Millum mong, ið kunnu gera tilveruna ríka, eru tey, sum fjøldin metir fátæk. Skuggasíðan kann vera ein myrk bakgrund, ið eins og endurskin varpar himmalskt ljós inn yvir tilveruna. Viðhvørt síggja vit ikki ljósið fyri sólini.

Ikki minst Jesus, sum í síni samtíð var dømdur til deyða og doyði. Ikki minst hansara miseydnaða lív – mett eftir vanligum meti – gav mær lív, frið og sælu.

Mettur so langt av leið, og tó so ríkur í kærleika og fyllu. Jesus er okkara vón. Jesus er okkara møguleiki, eisini tá tað miseydnast.

Í trúnni á Jesus trúgva vit á møguleikan, eina nýggja byrjan og eitt nýtt og verdugt lív. Amen.

Orðið : “Og hvørja ferð eitt kerið, sum hann fekst við, miseydnaðist, sum tað kann henda við leirinum undir hond leirkerasmiðarins, tá fór hann aftur at gera burtur úr tí annað ker, so sum hann vildi hava tað gjørt.” (Jeramia 18,4)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Ólavur í Beiti tann 15/10/2011, 18:58

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum