Eg fari ikki at siga, at eg ikki var spentur at síggja hesa sendingina, tí so lúgvi eg. Brellbitin, sum hevur verið vístur um hesa sending, hevur verið sera lokkandi. Mær dámdi hann væl, tí hann var ótrúliga væl spældur. Hetta stutta brell, segði nógv og lýsti væl tað, sum eg kanska helt, at sendingin fór at vera um, stuttligar føroyskar týpur við stuttligum føroyskum skemti og gaman. Men gakk á vestfall, verri skrambul havi eg ikki sæð á ævini, og eg meti meg hava sæð nógv. Gelt fyri alt sum eitur humor og fornuft! So stutt fái eg sagt tað. At Kringvarpið troystar sær at vísa slíkt blasfemiskt og beinleiðis útspillandi turrgelt moldmøsn, er enn eitt gott prógv um, at hvørki leiðsla ella sjónleikarar í Føroyum duga at skapa nakað upprunaligt, men koppa tí á til at spilla okkurt út ístaðin fyri. Tað ber ikki til at gera eina sending í Føroyum uttan so vit válka okkum í sex, eiðum og veð og forbannilsi og so blasfemiskari oyðing! Tað gekk sum ein reyð æðr gjøgnum sendingina, at tað er nýggja samgongan sum skal svínast til og at Miðflokkurin skal vera drívkraftin til tað. Helst eru allir sjónleikarar vinstraboygdir og skula nú hevna seg, at vinstravongurin ikki vann valið. Tað er helst æðrin í hesi blasfemisku og sjúku satiru sum Moldvarpið var. Vinstravongurin fekk frið og kirkjan fekk frið! At skapa nakað sum føroyingurin fær sitið og flent at og stuttleika sær við aftaná, tað dugur Kringvarpið ikki. Tað duga sjónleikararnir í Moldvarpinum heldur ikki. Tó so skal eg siga, at ein spælari, sum fekk meg at flenna, og eisini bert tá, var Osvald. Hann spældi framúr væl, og eg hómaði at nú fór okkurrt skemtiligt at koma, men so mátti hetta vendast í ófólkaligan ruðuleika og kaos. Fyriskipararnir megnaðu ikki, at geva hesi seansu ein brúkligan enda. Vælsignaðir sjónleikarar, sum eru í sendingini Moldvarp: Gevist, meðan tíð er! - Sjónleikarahús og sjónvarp eru hvør sítt. ólavur Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|