|
_________________ Ongi |
Mona í eldin |

Myndamaður: Øssur Mohr. Pauli, Jón og Mona fyrireika seg
Svimjisambandið: Aftaná innleiðandi um fríggjamorgunin í Istanbul eru føroysku svimjararnir lidnir fyr í dag.
Tað vóru tey trý Kári Jóannesarson á Høvdanum, Pauli Øssursson Mohr og Mona Simonsen, sum svomu ávíkavist 50 metra ryggsvimjing, 100 metra frísvimjing og 800 metra frísvimjing. Tað vil siga absoluttu sergreinirnar hjá Kára og Monu, meðan Pauli trívist best á 50 metrum.
Kári J. á Høvdanum hevði tilmeldingartíðina 25.99 í 50 rygg, úrslitið hjá Kára gjørdist 0:26.82, ein tíð næstan eitt sekund frá bestu tíð, og eina tíð sum Kári ikki er nøgdur við. Hetta árið hava Kári og venjari hansara arbeitt við at broyta stílin hjá Kára, og sum skilst eru teir ikki nøgdur við tí teir hava fingið burtrúr.
Pauli Ø. Mohr hevði tilmeldingartið 52.64 í 100 frí, tá avtornaði var hann tætt uppá at náa sína bestu tíð, men endaði á 52.70 útleggið á fyrstu 50 var 24.90. Ætlanin var at leggja hart út og so royna at fáa eina góða endatíð. Fyrsti partur eydnaðist væl við útleggi uppá 24.90, men tíverri helt tað ikki heim, og Pauli var 6 hundraðapartar frá sínum føroyska juniormeti.
Í morgun var Mona Simonsen fyri fyrstu ferð í kapping 800 frí, tilmeldingartíð 8:58.61 (sum er føroyskt met). Riðilin í morgun var rættiliga skjótur og Mona hevði trupulleikar at fylgja við. Endaliga tíðin hjá Monu gjørdist 9:06.66 knapt 8 sekund seinni enn hennara føroyska met. Annars var kappingin sera væl splittað, sum sæst á tíðunum her: 31.30, 33.27, 33.72, 33.72, 34.16, 34.00, 34.20, 34.36, 34.67, 34.60, 34.93, 34.74, 35.01, 34.91, 34.98, 34.09.
Stemningurin er góður í ferðaliðið og tey eru nú komin á hotellið og kunnu taka sær av løttum seinrapartin, áðrenn kappingarnar halda fram leygarmorgunin.
Til ber at fylgja við svimjarunum beinleiðis á www.svimjing.com/live, har tú kanst chatta við aðrar áskoðarar, umframt at síggja smá videobrot úr høllini í Istanbul. Um nakar sær turkisku sjónvarpsrásina "TRT 3", so senda tey eisini beinleiðis sjónvarp frá innleiðandi riðlunum.
Stjóri til nýggjan vitanarstovn
Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og nýhugsan og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan undirvísingarverkið, er hetta eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum
Ađalstjóri til Uttanríkisráđiđ
Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkisráðnum
Knívar, gafflar, talerkar, djúpir sum fláir, og stólar og startlínur
Aðalfundurin hjá 07 Vestur verður hósdagin 25. mars 2010 kl.19.00 í skúlanum á Giljanesi
Landsfundur Sambandsfloksins 2010 verður á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn leygardagin 20. mars
1 avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur er leyst at søkja frá 1. apr. 2010 til 1. sep. 2010

Aðalfundur felagsins verður tann 25. mars kl. 19:00 í Beitishúsinum í Miðvági

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Vípuna eftir trimum pedagogum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2010 ella eftir nærri avtalu
Vćlverukvřld á 62şN airport hotel
Fótabað, feittprosent, klæðir, skógvar, góður matur og mótashow og annað mangt
Felagið Handalag hevur aðalfund tann 9. mars kl. 20:00 á Vága Kunningarstovu
100 ára fřđingardagsgáva frá Tvřroyrar Býráđ
Fríggjadagin 26. februar 2010 handaði Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu, eina gávu til Klaksvíkar Kommunu í sambandi við 100 ára føðingardag kommununnar