Námsfrøðingar í Norðoyggjum: - Hví fyrireikingartíð!

Lesarin skrivar >>

Góðu landsins kvinnur og menn. Vit vilja heita á landsins mynduleikar, um at virða námsfrøðingin og hjálparfólkið, ið skal menna, ansa og umfevna komandi borgarar. Vælsignaðu kvinnur og menn, vit kunnu ikki koyra 180 km/t saman við brúkarunum.

Dagstovnalógin sigur, hvat endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum er. Umframt hetta, eru seinastu árini sett enn fleiri krøv til okkara arbeiði. Tað verður væntað at vit fyrireika, reflektera og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiði og her vilja vit beinanvegin siga, at sjálvandi fara vit fyrireikað til arbeiði.

Trupulleikin er bara, at tá tú arbeiðir við menniskjum, tá uppstanda sera ofta støður, ið tú ikki ert fyrireikað/ur uppá. Tá mást tú træðka til í støðuni, og gera tað sum er neyðugt í støðuni. Aftaná reflekterar tú og eftirmetir, hvat tað var ið hendi, men hetta verður oftast gjørt heima við hús, tí tú ikki kanst fara frá í arbeiðistíðini, tí tað ikki ber til at fara frá.

Eisini kunnu vit taka námsætlanir, ið mentamálaráðið hevur álagt øllum stovnum at praktisera. Men tað skal gerast innanfyri somu karmar sum frammanundan, tvs. at tað fylgja ikki tímar við.

Tá eitt starvsfólk arbeiðir til dømis 35 tímar, er ein saman við brúkaranum í 35 tímar. Um tað er neyðugt at fara frá til dømis at gera eitt skriv til ein sosialan mynduleika, má viðkomandi vaksni fara frá brúkarunum og oftast sita við ringum tannabíti, tí at hon ella hann veit, at tað merkist alt ov væl, at ein vaksin manglar at vera um brúkararnar.

Vit vita, at inni á barnagarðsstovum er, sum nú er, sera trupult at dekka dagin við teimum tímum sum eru, og tí ber als ikki til at taka tímar burturúr skemanum til fyrireiking ella eftirmeting, tí so hongur stovan ikki saman.

Er tað nakar, ið hugsar um, at ein lærari, ið arbeiðir fulla tíð, hevur í mesta lagi 27 tímar á skema? Ongin setir spurnartekin við tað, og tað skal tað ei heldur, tí tað er alneyðugt við tíð uttan fyri undirvísing, nevniliga til at fyrireika, eftirmeta og annað tílíkt.

Hví er tað so løgið, at vit ynskja at hava tíð til at eftirmeta tað arbeiði vit gera, - nevniliga at menna individ og alt individið!

Vit námsfrøðingar, ið hava eina førleikamenning innan menniskju frá vøggu til grøv mugu hava lógarfest fyrireikingartíð í okkara sáttmála, fyri at vera meira nærløgd,meira fjølbroytt og fyri at kunna veita eina meira trygga og rættargóða tænastu, uttan at slíta okkum niður og taka tíð frá brúkarunum.

Starvsfólk innan námsfrøðiliga økið í Norðoyggjum


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 05/02/2012, 22:41

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum