Netbankin sum app

Vinna >>

Eik Banki: Hevur tú eina Smartphone, ber til at fáa Netbankan sum app á telefonina, soleiðis at tú kanst avgreiða øll vanlig bankaørindi nær og hvar tað passar tær. Tænastan riggar sjálvsagt eisini á iPad og iPod Touch.

Í oktober mánaði 2011 fingu Eik kundar atgongd til nýggjastu útgávuna av Netbankanum við nýggjum sniði og nýggjum skráum. Harumframt vóru eisini nýggjar tænastur knýttar at Netbankanum, so sum ‘Boðtænastan’ og ‘Netbankin til fartelefonir’.

Nýggjasta tænastan, sum nú er tøk, er applikasjónin til Smartphone telefonir, sum hevur somu funkur sum vanligi netbankin. Til ber m.a. at gera flytingar, síggja kontuyvirlit, bókingar og saldu. Eisini ber til at finna nærmastu sjálvtøku og bankadeild.

Trygdin tann sama
Netbankin sum app hevur somu trygd sum vanligi netbankin. Vit mæla tó fólki til at fáa sær kotu á telefonina afturat sjálvum netbankaloyniorðinum, fyri at kunna læsa telefonina, soleiðis at óviðkomandi ikki hava atgongd.

Løtt app at heinta
Netbankin sum app kann heintast í App Store til iPhone og App Market til Android telefonir. Til ber eisini at scanna QR kotuna, sum liggur á heimasíðuni og í Netbankanum fyri at koma beinleiðis inn á applikasjónina. 

Les meira um Netbankan sum app.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 02/02/2012, 12:36

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum