Nógv harðari revsing - skuldu mist fiskiloyvi í mánaðir

Vinna >>

Fiskiveiðieftirlitið hevur kannað trolarar nú í eina tíð, og úrslitið frá kanningunum er skakandi. Kanningarnar hava víst at eini 70% er ungfiskur, og hetta hevur fingið ein uppilagstan at ringja til Vágaportalin og skjóta upp, at revsingin fyri at oyða okkara stovnar, t.d. upsastovnin, eigur at verða nógv harðari, enn hon er í dag.

- Tíggju dagar muna einki, hvørki til ella frá, tað er sum at sletta vatn á gás, og eigur revsingin at gerast upp í mánaðir, sigur uppilagsti sjómaðurin.

- Ongantíð betri um skipið misti fiskiloyvið. Sum vit hava sæð tað at matstovur missa skeinkiloyvið, tað sama átti at verið galdandi fyri skip.

- Umsitur tú ikki títt loyvi við skili og við ábyrgd, jamen, so skal tað takast frá tær, tí hetta er ikki nakað nýtt, hetta er ein afturvendandi trupulleiki, at somu skip verða tikin og tey skíta á hesar 10 dagarnar.

Víðari sigur tann uppilagst, at hann heldur at eftirlitis myndugleikarnir hava alt ov veikan myndugleika.

- Myndugleikin í kunngerðini um serlig tiltøk um ungfisk frá mars 1993, eigur at herðast munandi, tí eftirlitismyndugleikin hevur alt ov fá amboð og tey muna lítið og einki, sigur sjómaðurin, sum eisini leggur upp til, at vit fáa eitt kjak um hetta sum skjótast, áðrenn alt verður oytt av ábyrgdarleysum skiparum og skipum.

- Tosað verður um, at útlendingar fara avstað við okkara tilfeingi, men eg haldi at føroyingar eru ringastir móti sær sjálvum.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 02/02/2012, 11:13

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum