Um dagarnar eru pædagogarnir farnir í verkfall. Kanska var ikki annað væntandi, tá hugsað verður um retorikkin á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðssteðgurin er tó í fullum samsvari við verkfalsrættindini. Í so máta er einki nýtt undir sólini. Kortini raka arbeiðssteðgir sum oftast summi meinari enn onnur og avdúka eisini stirvni í skipanunum á arbeiðsmarknaðinum. Verkfallið á ansingarstovnunum er einki undantak. Foreldur eru í trongstøðu og kommunurnar hava lítlan møguleika at veita eina hjálpandi hond, uttan kanska at steðga ansingargjaldinum, so foreldrini sleppa undan at rinda fyri óvirkna barnaansing. Glottar Í samgonguskjalinum er felt niður, at “Fyri at foreldur betur kunnu leingja barnsburðarfarloyvi, eigur at verða heimilað kommununum at rinda partar av stovnsplássi til foreldrini, velja tey at ansa egnum barni/børnum heima”. Fremur samgongan henda setning merkir tað, at tað verður heimilað kommununum at gjalda sín part av barnaansingini til foreldrini. Hetta fer at smidliggera alla ansingina og foreldrini fáa reellar valmøguleikar. Tey kunnu velja sjálvi at ansa egnum børnum ella at lata kommunalu ansingini uppgávuna. Sum er kunnu kommunurnar ikki veita foreldrunum henda møguleika. Tí eigur landsstýrið skjótast at fyrireika lógarbroytingar í samsvari við samgonguskjalið, sum fara at fjøltátta valmøguleikarnar hjá foreldrunum, samstundis sum kommunurnar kunnu smidliggera alt barnaansingarøkið. Bjarni Djurholm, Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|