Tað vóru áhugaverd tíðindi, ið næstformaðurin í Havnar Svimjifelag, bar fram hendan dagin: Nýggjan svimjihyl í Gundadali í 2013. Felagið skjýtur upp at byggja eina nýggja svimjihøll við 50 metra hyli vestanfyri núverandi høllina. Nevnt verður, at slíkir bygningar kunnu fáast ódýrari í dag enn áður, og at talan er um eina einfalda høll við mest møguligari endurnýtslu av verandi umstøðum. Umklæðingarrúm, brúsur og hitarúm kunna uttan stórvegis kostnað lagast til at taka ímóti fleiri vitjandi, verður sagt. Millum báðar hallirnar verður skotið upp at gera sonevnt vælveruøki til eitt nú barnakonur, eldri fólk og giktsjúklingar. Gott hugskot Ein góð fyrimynd er nýggja 50 metra sundhøllin í Laugardali, sum er ein av mongum svimjihyljum í Reykjavík. Hon lýkur øll altjóða krøv. Dýpdin er tveir metrar, men til ber at lyfta botnin upp í øðrum endanum til 0,7 metra dýpi. Tað er gott fyri brúkarar við serligum tørvi. Greitt er, at okkum tørvar meiri vatn í Havn. Svimjihøllin verður nógv brúkt, og øll sleppa ikki fram at eftir tørvi. Tað ljóðar tó sum ein dreymur, at ein slíkur bygningur kann fáast fyri 35 mió krónur. Víst er kostnaðarmetingin rættiligt søtmeti, men spurningurin er, um hon kann rúma einum fullfíggjaðum projekti. Ókendar útreiðslur Annað er prátið um at laga umklæðingarrúm og slíkt í verandi høll til eisini at hýsa brúkarunum í nýggju høllini. Tá ið hon verður tøk, verða ætlandi nógv fleiri brúkarar, og teir kunnu neyvan allir trýstast gjøgnum núverandi høll uttan at órógva kringumstøðurnar har. Ikki verður nevnt, hvussu verður við reinsingarútbúnaði, hitaverki og luftskifti. Kann hugsa mær, at tað verður trupult at brúka tann gamla útbúnaðin í núverandi høll í nýggju høllini. Skal tað gerast kortini, verður ætlandi talan um eykaútreiðslur í tillaging. Hinvegin er at vóna, at nakað skjótt verður komið so langt, at ein nýggj høll verður knýtt í hitanetið hjá Fjarhitafelagnum. Tá verður upphitingin annað mál enn ketlar og oljufýringar. Uppskotið sæst ikki fevna um útbúnað til baðiland, sum eisini hevur verið á breddanum. Seta vit av álvara hol á problematikkin nú, má tann spurningurin eisini viðgerast. Gerast av einslistum Nú eigur at verða mett gjølla um, hvussu vitt fremja hetta átak í góðum skili, og umráðandi er, at ikki verður miðað eftir onkrum, sum lutvíst kann minna um eina hissini loysn. Høllin skal standa leingi, fer at verða nógv brúkt og má tí, uttan at oyðslað verður, gerast av einslistum eftir nýtíðar byggihátti. Jógvan Arge, formaður í Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|