Nýtt Føroyakort í litum

Skúli >>

NÁM: Rói Højgaard teknar í hesum døgum nýtt Føroyakort til Nám. Kortið, sum er í altjóða litum og í stødd 1:100 000, verður í nýggja heimsatlasinum, sum hevur arbeiðsheitið "Heimurin – atlas til heim og skúla".

Umframt at fylla 12 blaðsíður í atlasinum, verður Føroykortið eisini talgilt og kann takast fram á samvirknum talvum í mongum løgum. Staðarnøvnini eru fleiri enn 1700.

Rói er forritari og starvast hjá Føroya Dátusavni.

- Hetta hevur verið ein frálík og sera lærurík uppgáva fyri meg. Tá tit frá Námi komu til okkara og spurdu, um tað var gjørligt at gera eitt nýtt og nútíðar Føroyakort, varð eg bæði ovfarin og glaður, sigur Rói.

- Hóast hetta ikki er yvirtikið mál, havi eg leingi havt tankar um, at vit føroyingar áttu at gjørt okkara egna Føroyakort í stórari stødd og við øllum staðarnøvnum, heldur enn at hetta arbeiði verður gjørt av einum donskum stovni. Vit í Føroya Dátusavni eiga eina rúgvu av góðum, føroyskum kortum, og við hesum fyrispurningi frá Námi kemur alt hetta tilfar skúlanum til góðar. So hendan uppgáva er eisini spennandi, tí hon varpar ljós á okkara virksemi á ein heilt nýggjan hátt, sigur Rói at enda.

Føroya Dátusavn, vanliga nevnt FDS, er fyritøka sum varð sett á stovn í 1988 við tí endamáli at fáa til vega góð, talgild Føroyakort og skrásetingarskipanir, sum tey, ið eiga felagið, kunnu brúka í dagliga arbeiðinum. Eisini var ynski um, at onnur uttanfyri eigaraskaran kundu fáa atgongd at keypa kortini, sigur Klæmint Weihe, stjóri.

- Nú er eitt nýtt Føroyakort í litum framleitt í góðum samstarvi við Nám. Kortið hevur ein hóp av upplýsingum, sum vit vóna verður øllum skúlaverkinum at gagni og mennir nýggja heimsatlasið, sigur Klæmint.

FDS framleiðir ”FDS-kortið” og myndakort úr øllum Føroyum. Seinnu árini hevur FDS bjóða eina ókeypis tænastu á heimasíðuni www.kortal.fo, har m.a. myndakortini og FDS-kortini eru tøk saman við nógvum øðrum upplýsingum.

Alt Føroyakortið og tríggjar brotmyndir úr nýggja kortinum síggjast her. Kortið, sum er í gerð, verður í nýggja heimsatlasinum, sum telur um 248 blaðsíður og ætlandi verður liðugt í mai næsta ár.

HER SÆST NÝGGJA KORTIÐ


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 23/01/2012, 17:21

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum