Vćlkomin á Vágaportalin - top_lysingar
 
Vćlkomin á Vágaportalin - top2_lysingar


Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin



ve?ri?


Halliđ á fíggjarlógini burtur?

Minni útreiđslur
Skatt/avgjřld
Bćđi tvey

Vís atkvřđur

_________________

Eg renni fyri Haiti

- saman við Reyða Krossi Føroya



Vikuskifti á Copenhagen Towers hotel

Kom og gist á spildurnýggja 4* Crowne Plaza Copenhagen Towers hotel, sum liggur bert 5 minuttir frá Kastrup Lufthavn og 12 minuttir frá miðbýnum í Keypmannahavn



Nýggjur faldari frá Fonn Flog

Fonn Flog hevur nú í fleiri ár fylgt gongdini hvørji støð, okkum føroyingum dámar væl at ferðast til



Nógv orka í Skopunarfirđi

Mátingarnar millum Trøllhøvda og Hestoynna vísa, at í mátitíðarskeiðinum, sum var frá 10. juli til 14. septembur, var harðasta rákið har umleið 6.5 knob



Skopunarfjřrđur er betur blandađur

Hitin við Skopun broytist javnari (meiri líðandi) enn hitin við Oyrargjógv. Hetta bendir á, at sjógvurin í Skopunarfirði er betur blandaður enn í Vestmannasundi



'Ogn Fřroya fólks' - hvat er tađ?

Vit kenna øll orðingarnar 'ogn føroya fólks', tá ið tosað verður um fiskin, og so 'útlendskur kapitalur'. Nú hevur ein verkætlanarbólkur so viðgjørt hesi hugtøk í eini frágreiðing sum var latin fiskimálaráðharranum í gjár, sum eisini er at lesa her á Vágaportalinum.

Og hvat sigur so henda frágreiðing um hugtøkini ' ogn føroya fólks' og um 'útlendskan kapital':

Ávirkanin av útlendskum kapitali
Ikki er møguligt greitt at siga, um útlendskur kapitalur hevur ávirkan á raksturin á føroysk skrásett skip.

Ein gjøgnumgongd av almennu roknskapunum gevur ikki nakra álítandi ábending. Við grundarlagi í almennum keldum er trupult at síggja, í hvørjum føroyskum skrásettum feløgum, ið reka fiskiskip, útlendingar eiga kapital og hava ávirkan á raksturin.

Harafturat er trupult at gera greiningar. Í fyrra lagi er trupult at áseta, hvørji feløg við útlendskum eigarum av partapeningi talan er um. Í øðrum lagi er talan um fá feløg, og tí er ikki møguligt at nýta statistiskar metodur.

Ein ”deskriptiv” gjøgnumgongd av roknskapunum gevur tó ikki nakra ábending um, at skip við útlendskum partapeningi verða rikin ymiskt frá líknandi skipum við einans føroyskum eigarum.

Tó er greitt, at útlendskur kapitalur serliga er við í teimum kapitalkrevjandi vinnunum eins og teimum feløgum, ið hava veiðirættindi við serligum váða. Til tess at fáa eina meting av, hvørja fatan reiðarar hava, um útlendskur kapitalur hevur ávirkan, hava vit latið gjørt eina spurnakanning millum reiðarar. Flestu reiðarar halda, at lógin um útlendskan kapital eigur at vera óbroytt - ”at best er, sum tað er”.

Onnur lutføll av útlendskum kapitali
Verkætlanarbólkurin hevur kannað, hvussu grannalondini viðgera útlendskan kapital. Sum heild hava Norra og Ísland størri forðingar fyri útlendskum kapitali í fiskivinnuni samanborið við Føroyar. So hóast Ísland og Norra eru limir í EFTA og hava EBS-avtalu við ES, so er fiskivinna frítikin frælsi at stovna felag hjá hvørjum øðrum - stovnsetingarfrælsi.

Hinvegin hevur Hetland/Skotland/UK – sum ES lond – munandi lagaligari treytir fyri útlendskum lutfalli í eginpeningi enn Føroyar, Ísland og Norra. Tó eru onnur krøv í Hetlandi/Skotlandi/UK, sum gera, at útlendskar íløgur verða avmarkaðar.

Við at samanbera við fiskivinnuskipanirnar í grannalondunum, kann tað ikki við vissu sigast, at onnur lutføll í eigara- og avgerðarrætti hava nakra ávirkan á raksturin á fiskiskipum, tí at tað ber til at hava aðrar reguleringar enn krøv um partapening og eigaraviðurskifti, ið kunnu hava størri ávirkan á raksturin.

Hetta merkir, at avmarkingarnar í útlendska kapitalinum ikki einans liggja í avmarkingunum í lutfallinum í eginpeninginum, men eisini í øðrum búskaparligum ella tøkniligum krøvum til manning, landingar o.s.fr.

Tað ber ikki til at siga, at samband er millum krav frá myndugleikanum um partapening/ognarviðurskiftir og rakstur av fiskiskipum.

Ogn Føroya fólks
Tað er løgfrøðiliga ógreitt, hvat orðingin ”ogn Føroya fólks” merkir í føroyskari fiskivinnulóggávu. Hetta er heldur ein politisk orðing enn eitt løgfrøðiligt hugtak.

Hvat viðvíkur ræðisrættinum yvir livandi tilfeinginum í føroyskum sjógvi hevur Løgtingið lóggevandi myndugleikan. Í seinasta enda er tað tí Løgtingið, sum hevur ræðisrættin yvir livandi tilfeinginum í føroyskum sjógvi.

Greitt er tí, at Løgtingið løgfrøðiliga ikki missir ræðisrættin á tilfeinginum í føroyskum sjógvi, hóast krøvini til útlendska lutfallið í eigara- og avgerðarrætti verða broytt. Føroyska tilfeingið kann tí ikki enda á útlendskum hondum, soleingi Løgtingið hevur lóggávumyndugleikan á hesum øki.

Verkætlanarbólkurin hevur ikki nakað sjálvstøðugt tilmæli og ”ítøkilig uppskot til nýggjar lógarásetingar og lógarbroytingar fyri at tryggja meginregluna”.

Er tó ynskiligt at varðveita orðingina, samstundis sum orðingin skal siga nakað ítøkiligt, løgfrøðiliga sæð, verður skotið upp at broyta orðingina í § 2, stk. 1, 1. pkt. í lógini um vinnuligan fiskiskap, t.d. samsvarandi tilmælinum hjá Strategibólkinum handan Visjón “Tilfeingið er landsins ogn og verður umsitið av Føroya landsstýri.”

Líknandi orðing er at finna í lógaruppskoti frá arbeiðsbólkinum, sum endurskoðaði løgtingslógina um vinnuligan fiskiskap, handað 27. august 2007.

Búskaparfrøði
Um orðingin “ogn Føroya fólks” hinvegin verður tulkað út frá einum búskaparligum sjónarhorni, kann ein broyting í lutfallinum í útlendskum eigara- og avgerðarrætti bæði føra til, at “Føroya fólk” missir ella fær meira av ogn síni. Tað sum hevur týdning er, hvussu tann útlendski íleggjarin ger nýtslu av sínum avgerðarmøguleika.

Við verandi fiskivinnulóggávu og bygnaði er tað ikki týðandi munur á, um tað eru føroyingar, ella tað eru útlendingar, ið gera íløguna, tí samfelagsliga íkastið er á leið tað sama landsbúskaparfrøðiliga sæð!

Við verandi bygnaðarligu skipan av fiskirættindunum í Føroyum kann ein broyting í lutfallinum í útlendskum eigara- og avgerðarrætti tó føra til, at ein partur av virðinum tilfeingið kastar av sær fer til útlendingar ígjøgnum rakstur, vinningsbýti og við seinni sølu
av rættindum.

Tað sum hevur búskaparligan týdning er ikki, hvør hevur ræðið, men “the economic link” – tað búskaparliga tilknýtið – til føroyska samfelagið. Hetta kann vera nógv ymiskt av størri og minni týdningi fyri landshúsarhaldið ella lokalsamfelagið.

Nevnast kunnu t.d.:
- Skattur og avgjøld fyri feløg og persónar
- Manningarkrøv
- Landingarkrøv
- Loyvisgjøld
- O.s.fr.

Víðari kanning
Tað er ógreitt, hvør politiski viljin er við galdandi lóggávu, tá tað um útlendskan eigara- og avgerðarrætt ræður. Samsvar er ikki millum politiska viljan ella endamálið við lógini og tey amboð, sum verða nýtt at røkka hesum.

Løgtingið má fyrst gera greitt, hvat aðalmálið skal vera við føroyskari fiskivinnulóggávu, herundir ásetingum um útlendskan eigara- og avgerðarrætt, løgfrøðiliga eins og búskaparliga.

Støða má takast til, um endamálið t.d. er:
► at skapa búskaparligan vøkstur,
► at verja ræðisrættin, so føroyingar hava framíhjárætt,
► at verja føroyska vinnu,
► at fáa sum mest av fíggjarliga avkastinum til Føroyar,
► ella annað eisini.

Fyrst má semja verða um endamálið. Síðani verður mælt til, at ein víðarikanning verður sett í verk, ið skal vísa, hvørji amboð best røkka endamálinum.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 09/02/2010 kl. 01:10


Aftur

Vćlkomin á Vágaportalin - lysingar_sida_innan


Stjóri til nýggjan vitanarstovn

Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og nýhugsan og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan undirvísingarverkið, er hetta eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum



Ađalstjóri til Uttanríkisráđiđ

Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkisráðnum



Eftirlýsing

Knívar, gafflar, talerkar, djúpir sum fláir, og stólar og startlínur



Ađalfundur hjá 07 Vestur

Aðalfundurin hjá 07 Vestur verður hósdagin 25. mars 2010 kl.19.00 í skúlanum á Giljanesi



Landsfundur Sambandsfloksins

Landsfundur Sambandsfloksins 2010 verður á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn  leygardagin 20. mars



Avloysari

1 avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur er leyst at søkja frá 1. apr. 2010 til 1. sep. 2010



Innbjóđing til ađalfund

Aðalfundur felagsins verður tann 25. mars  kl. 19:00 í Beitishúsinum í Miðvági



Pedagogur og hjálparfólk

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Vípuna eftir trimum pedagogum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2010 ella eftir nærri avtalu



Vćlverukvřld á 62şN airport hotel

Fótabað, feittprosent, klæðir, skógvar, góður matur og mótashow og annað mangt



Ađalfundur

Felagið Handalag hevur aðalfund tann 9. mars kl. 20:00 á Vága Kunningarstovu






_________________

Tá bankatoskurin hvarv í Tangafirđi

Martinus á Ósabakka hevði skyldina. Tað var hann, sum í 1923 við sínum gørnum tipti holið, so toskurin ikki longur kundi svimja í millum Føroyabanka og Tangafjørð



Tvey nýggj fiskaslřg

Av og á verða fiskasløg fingin undir Føroyum, sum ikki fyrr hava verið sædd í føroyskum sjógvi



Merktir kalvar settir út

Í seinastu vikuni av september 2009 setti rannsóknarskipið Magnus Heinason út nakrar merktar alikalvar á Landgrunninum



Leita Send teldupost samband