Okkara børn: Tvørfakligt samstarv er vegurin

Bøkur >>

NÁM: Í bókini “Rura. Rørslumenning og sansaskipan” hevur Þóra Þóroddsdóttir kannað føroysk børn, ið hava trupulleikar við sansaskipanini. Á altjóða fakmáli verður sansaskipan nevnd sansaintegration. Integration merkir, at heild verður myndað, men í hesum høpi verður tað týtt sum skipan, tað øvugta av ruðuleika.

- Orðið er lætt á tunguni og greitt í sær sjálvum, men børnini og trupulleikar teirra eru fløktir og fjølbroyttir. Tí nýti eg meginpartin av bókini til at lýsa hesi børn, hvat bagir, og hvussu trupulleikin forðar í dagligum lívi og spæli. Í bókini nevni eg tey sansaskipanarbørn, men kalli tey eisini “okkara børn”, sigur Þóra.

- Her í Føroyum eru fleiri hundrað av okkara børnum, sum eru sansaskipanarbørn, men bert nøkur fá við greiningini MBD/DAMP/ADHD. Eg kenni og havi kannað flest teirra, og tey hava øll trupla sansaskipan og tey eyðkenni, ið av tí fylgja. Tó bregða tey frá, við tað at atburðartrupulleikarnir eru størri, og tað er ikki samsvar millum stigið av sansaskipanartrupulleikum, og hvussu stórir atferðartrupulleikarnir eru.

MBD/DAMP/ADHD-børnunum tørvar tvørfakliga hjálp, og tey hava fyrst og fremst hjálp frá sálarfrøðingi og serlig námsfrøðitiltøk fyri neyðini. Sjálvsagt er eisini at menna sansaskipanina, men tað má vera í aðru syftu og í samstarvi við ein sálarfrøðing. Mínar royndir at arbeiða við teimum kropsliga eru, at rørslur og sansar taka seg fram, men atburðurin, ella hvussu barnið hevur tað, broytist ikki, fyrr enn farið verður í holt við at viðgera tvørfakliga.

Evnið varð umrøtt í morgunsendingini í Útvarpinum hósdagin 5. januar í 2012. Myndina av Þóru tók Jákup Magnussen, vertur í útvarpssendingini.

Føroya Skúlabókagrunnur, núverandi Nám, gav í 2010 út aðru broyttu útgávu av bókini “Rura. Rørslumenning og sansaskipan”. Bókin er á goymslu hjá Námi.


 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 06/01/2012, 23:29

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum