Í bókaverkinum Vestmanna søga, sum júst er komið, er ein ótrúlig søga um eina doktaraferð til Mykinesar. Fyri hundrað árum síðani røkti vestmannalæknin bæði Norðstreymoy, Vágar og mangan eysturoyarbygdirnar í Sundalagnum. Sorinskrivarin Christian Helms hevur í tíðarritinum Atlanten í 1915-17 skrivað um hesa hending sum eitt dømi um, hvat føroyingar kunnu útinna, tá ið neyðin er størst. Helms nevnir ikki, hvør lækni var í Vestmanna, tá ið hendingin fór fram, men Helgi Jacobsen, sum hevur skrivað Vestmanna søgu, heldur at hetta má hava verið onkuntíð ímillum 1885 og 1917. Ein maður í Mykinesi hevði løstað seg sera meint. Mykinesmenn skuldu draga ein bát longri niðan undir bakkan, tí hann øtlaði veðrið, og uppgangurin var vaksin. Men menninir mistu bátin, sum kom á ein mann, so hann lamløstaðist. Í Mykinesi er bara ein lending, á suðursíðuni, sum ikki kann brúkast, tá ið hann er lágur ella vestligur í ættini. Frá bygdini hevjar oyggin seg javnt uppeftir í ein norðan nakrar hundrað føtur upp, haðan brattar líðir síðan taka seg niður móti bakkanum. Á hesum norðurendanum er eittans stað, har bátur kann leggja at, men mykinesmenn høvdu hvørki neyst ella bát har. Alneyðugt var at fáa hendur á lækna til skadda mannin, men hetta tóktist ómøguligt. Eingin var telefonin, og heldur ikki bar til at senda fjarrit. Mykinesmenn gjørdu tað ómøguliga. Teir drógu ein bát allan vegin úr bygdini gjøgnum hagan móti brattanum á norðursíðuni, gjørdu enda á bátin aftan og framman, settu tveir menn í bátin, so teir kundu halda bátin frá berginum og sigu síðan bátin niður. Seks mans sigu síðan seg sjálvar niður við línuni, og allir átta menninir róðu til Sørvágs. Komnir til Sørvágs rann tann skjótasti av monnunum eftir fjøllunum til Oyrargjáar, har hann setti bát út og róði yvir um sundið til Vestmanna. Har fekk hann fatur á læknanum, róði yvir aftur á Oyrargjógv, haðan teir báðir gingu til Sørvágs, róðu um Mykinesfjørð við áttamannafarinum og settu mannin á land í Mykinesi á somu lending á norðurendanum, haðan teir tóku seg upp og gingu til bygdar. Maðurin, sum fór til Vestmanna eftir læknanum, segði sjálvur hendingina fyri Helms, reypaði sum so ikki av hendingini og viðgekk, at hann helst ongantíð hevði gjørt tað sama aftur. Nógv samstarv hevur verið millum Vágar og Vestmanna, ikki minst tá Kongligi handilin var í Vestmanna. Fleiri vágafólk handlaðu seinni í Vestmanna, teirra millum Rasmus Niclasen, Godtfred Joensen og Marianna Nielsen. Øll hesi eru umrødd í Vestmanna søgu. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|