Premier League: 3-3 á Stamford Bridge

Útlendis >>



Newcastle - Aston Villa 2-1

1-0: Ba, 30
1-1: Keane, 45+5
2-1: Cissé, 71

Við einum sigri, kundi Newcastle koma ájavnt Chelsea í stigum, áðrenn dystin á Stamford Bridge millum Chelsea og Manchester United. Men tað var ein ræðulig byrjan fyri heimaliðið, tí tá hálvur tími var farin, vóru tveir mans útskiftir við skaða. Maðurin, sum kom inn fyri Leon Best, var senegalesarin Papiss Demba Cissé, og hann fekk ein týðandi leiklut. Men fyrst var tað afturvendi Demba Ba, sum eftir innlegg og roynd fekk bóltin sendan í málið. Tað vórðu 6 minuttir lagdir aftrat í fyrra hálvleiki, mest orsakað av skaðum og í seinasta minuttinum eydnaðist Robbie Keane at javna, eftir upplegg frá fyrrverandi Newcastle leikaranum N'Zogbia. Men tað var Newcastle, sum í øðrum hálvleiki var betra liðið og tað bar eisini til, tá Papiss Demba Cissé við einum heilt einastandandi vøkrum máli avgjørdi dystin fyri heimaliðið. Við sigrinum hevur Newcastle 42 stig og er í løtuni á 5. plássi, meðan Aston Villa hevur 28 stig niðri á 13. plássi.




Chelsea - Manchester U
3-3
1-0: Evans (sjálvmál), 36
2-0: Mata, 46
3-0: David Luiz, 50
3-1: Rooney (brts.), 58
3-2: Rooney (brts.), 69
3-3: Hernandez, 84

Manchester United vitsti áðrenn dystin, at skuldi City fáast aftur, skuldi dysturin á Stamford Bridge vinnast. Wayne Rooney og Ashley Young vóru við aftur, meðan heimaliðið var uttan John Terry, Ashley Cole, Frank Lampard og Didier Drogba, sum hava verið grundliggjandi partur av liðnum seinastu mongu árini. Dysturin byrjaði sum eitt ódnarveður, við høgari leikferð, men uttan teir heilt stóru møguleikarnar. Danny Welbeck vildi hava eitt brotsspark, tá debutanturin í Chelsea verjuni, Gary Cahill, tóktist at fella hann, men Howard Webb dømdi ikki. Fyrri hálvleikur var sum heild javnur og spælið fleyt aftur og fram. United var kanska betra liðið, men Chelsea kom á odda, tá 36 minuttir vóru farnir. Daniel Sturridge fekk bóltin í høgru síðu og inni í brotsteiginum, hann slapp lætt framvið Evra og legði innfyri, har De Gea pareraði, men bólturin rakti Jonny Evans og fór í netið.  United trýsti øgiligt fyri at javna, men Chelsea stóð ímóti øllum trýsti og fór til hálvleiks við smalari 1-0 leiðslu. Hevði ein roknað við, at United fór at byrja annan hálvleik sum eitt ódnarveður, fór ein skeivur. Juan Mata heilfluktaði Chelsea fram um 2-0 áðrenn ein hálvur minuttur var farin. Fernando Torres stóð einsamallur úti í høgru síðu og hann sendi bóltin innfyri, har Mata smekkaði bóltin upp undur nettakið, og so var tað mótbrekka fyri at allar pengarnar hjá United. Løtu seinni gjørdi Evra fríspark, sum Mata tók. Hann sendi bótin til David Luiz, sum púra otarnaður stútaði bóltin í netið til 3-0 og tað byrjaði at líkjast eyðmýking av meistarunum. Eina løtu var fullkomin upploysn at hóma hjá gestunum, men so fingu teir eina hjálpandi hond, tá brotsspark varð dømt. Wayne Rooney setti tað í netið og spurningurin var nú, um United kundi koma fyri seg aftur. Í 68. minutti dømdi Howard Webb aftur brotsspark til United í eini støðu, sum minti ikki so lítið um brotssparki, Chelsea fekk í tilsvarandi dysti seinasta ár. Tá vóru United ikki fegnir, men hesuferð tóku teir væl ímóti, og Rooney setti aftur brotssparkið í netið. Og, sum kanska lá í luftini, so megnaði United at venda 0-3 til 3-3, tá Javier Hernandez í 84. minutti stútaði eitt innleg frá Ryan Giggs í netið. David De Gea gjørdist tann stóra hetjan, tá hann í yvirtíðini kom við tveimum meistarligum bjargingum frá Mata og Cahill og tryggjaði sostatt United tað eina stigið í einum serstakliga undirhaldandi og spennandi dysti.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Petur Pólson tann 05/02/2012, 20:59

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum