Premier League: Arsenal gjørdi bart

Útlendis >>



Arsenal - Blackburn 7-1

1-0: van Persie, 2
1-1: Gamst Pedersen, 32
2-1: van Persie, 38
3-1: Oxlade-Chamberlain, 40
4-1: Arteta, 51
5-1: Oxlade-Chamberlain, 54
6-1: van Persie, 62
7-1: Henry, 90+3

Reytt kort: Givet, 42

Arsenal hevði ikki vunnið seinastu 4 dystirnar í Premier League (3 ósigrar og ein javnleikur) og eru endaðir á 7. plássi, meðan Blackburn liggur undir niðurflytingarstrikuni og tí máttu bæði liðini fáa okkurt burtur úr. Arsenal kom á odda beinanveg, tá Walcott legði upp til van Persie, eftir vánaligt verjuspæl. Morten Gamst Pedersen javnaði við beinleiðis frísparki, men tað var óuppiborið og ikki umboðandi spælbýti og møguleikar. Arsenal kom á odda aftur við máli, sum líktist tí fyrsta. Alex Song spældi frálíka sending til Walcott sum legði upp til van Persie. Tað gjørdist 3-1 tá van Persie spældi Oxlade-Chamberlain frían við sera vakrari sending, og Chamberlain fór framvið málmanninum og skoraði trygt. Stutt eftir hetta, fekk Gael Givet beinleiðis reytt fyri ógvusliga takkling, og so var steinur oman á byrði hjá botnliðnum. Við tryggari leiðslu og manni í yvirluta, var Arsenal oman á í øðrum hálvleiki, og tað gingu 5-6 minuttir, so var støðan 4-1. Tað var Mikel Arteta, sum aftan á horna, smekkaði til úr brotsteiginum. Alex Oxlade-Chamberlain gjørdi sítt næsta mál lítla løtu eftir. Fyri triðju ferð var tað eftir upplegg frá Theo Walcott, ið leikti ein sera góðan dyst. Suvereni toppskjúttin í Premier League, Robin van Persie, fullførdi sítt hatttrikk, tá góður tími var farin og Arsenal hugnaði sær óført í øðrum hálvleiki. Var Blackburn vánaligt áðrenn útvísingina, var tað heilt burturvið í øðrum hálvleiki og - skal dømast eftir dystinum í dag - verður tað ilt at síggja, hvussu teir skulu bjarga sær hetta kappingarárið. Thierry Henry slapp hóskandi at seta punktum á dystin, tá hann eftir ein brølara frá Scott Dann á miðjum vølli rak fram eftir og í frálíkum samspæli við van Persie skoraði umvegis beinið hjá sama Dann. Ein tryggur og uppiborin Arsenal sigur, sum ikki var eitt mál ov lítil.



Norwich - Bolton 2-0

1-0: Surman, 70
2-0: Pilkington, 85

Við góðum úrslitum í seinastuni, er Bolton komið upp um niðurflytingarstrikuna, meðan Norwich seinast tapti 0-3 móti Sunderland. Heimaliðið er tó væl fyri við 29 stigum áðrenn dystin móti Bolton. Norwich vann eisini dystin rættiliga sannførandi, men tað skuldi ganga long tíð, áðrenn nakað mál kom. Eftir málleysan fyrra hálvleiki spenti heimaliðið bogan í øðrum, og tá 20 minuttir vóru eftir, skoraði Andrew Surman. 5 minuttir fyri leiklok tryggjaði Anthony Pilkington sigurin. Bolton datt niður um aftur niðurflytingarstrikuna og er ein langur og spennandi bardagi um at yvirliva í Premier League fyri framman.  Norwich er, um ikki heilt tryggjað, væl fyri við 32 stigum á 9. plássi.



QPR - Wolves 1-2

1-0: Zamora, 16
1-1: Jarvis, 46
1-2: Doyle, 71

Reytt kort: Cissé, 34

QPR var tað liðið í Premier League, sum var aktivast á marknaðinum seinast í januar. Tað mundi givið úrslit á útivølli móti Aston Villa, men tað endaði 2-2 hóast QPR var framman fyri 2-0. Wolves er endað mitt í niðurflytingarbólkinum og hevði - eins og Blackburn - 18 stig undir strikuni áðrenn dystin. Tað var ein av teim nýggju, sum legði heimaliðið á odda. Bobby Zamora, sum varð keyptur úr Fulham, legði QPR á odda, tá eitt korter var farið. Djibril Cissé, sum kom úr Lazio og skoraði í sínum fyrsta dysti, varð vístur av vølli fyri at hava barst, men Wolves gagnnýtti ikki yvirlutan í fyrra hálvleiki, sum heimaliðið vann 1-0. Reyða kortið hevði tó týdning í øðrum hálvleiki, tí við einum manni í yvirluta, vendi Wolverhampton dystinum og tryggjaði sær sigurin við tveimum málum. Matt Jarvis javnaði beinanveg í øðrum hálvleiki og Kevin Doyle tryggjaði botnliðnum stigini, tá góðir 19 minuttir vóru eftir. Sigurin merkir, at Wolverhampton fer upp um niðurflytingarstrikuna, tí Bolton tapti móti Norwich og dettur niðurum.




Stoke - Sunderland 0-1

0-1: McClean, 60

Reytt kort: Huth, 44

Stoke tapti 0-2 móti Manchester United seinast, men stendur seg væl á heimavølli móti Sunderland, sum hinvegin er komið fyri seg av álvara, síðani venjaraskiftið. 3-0 sigurin móti Norwich seinast merkti, at Sunderland yvirhálaði Stoke á 8. plássinum. Fyrri hálvleikur var øgiliga lítið at reypa um. Spælið hjá báðum liðum var merkt av tilvild og óskipan, kanska ávirkað av veðrinum, men tað var ikki nakar áskoðaravinarligur dystur. Beint fyri hálvleik, varð Robert Huth vístur av vølli, tí dómarin metti hann vera vandamiklan í eini takkling. Tony Pulis var serstakliga ósamdur og hevði eitt minni anfall á venjarabonkinum, og tað var kanska tað mest áhugaverda í fyrra hálvleiki, sum endaði málleysur. Seinni hálvleikur var ikki nógv frægari. Veðrið var nakað verri og spælið var rótut og tilvildarligt, men eitt mál kom, og tað fekk útiliðið. James McClean stríddi seg inn í brotsteigin, tá ein tími var spældur, og hann sendi bóltin framvið Thomas Sørensen, og tryggjaði harvið, at góða gongdin hjá Sunderland heldur fram.



West Brom - Swansea 1-2

1-0: Fortune, 54
1-1: Sigurðsson, 55
1-2: Graham, 59

West Bromwich á 15. plássi hittu Swansea á 14. plássi. Bæði liðini liggja tó rættiliga væl fyri í mun til niðurflytingina, men tað skal so lítið til. West Bromwich hevur nógv betri úrslit á útivølli enn á heimavølli hetta kappingarárið, meðan Swansea bert hevur vunnið ein dyst á útivølli, so lagt var upp til ein javnan dyst. Dysturin var eisini javnur. Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men alt varð avgjørt í 5 minuttum eftir steðgin. Trý mál vórðu skotin millum 54. og 59. minutt. Fyrst var tað Fortune, sum legði heimaliðið á odda, men íslendski Gylfi Sigurðsson javnaði í næsta álopi. Danny Graham gjørdi sigursmál á tímanum og tryggjaði harvið Swansea næsta útisigurin hetta kappingarárið.



Wigan - Everton 1-1

1-0: Neville (sjálvmál), 76
1-1: Anichebe, 83

Við frálíka sigrinum móti Manchester City í vikuni, kundi verið líkt til at Everton fekk nýtt blóð á tonna. Everton tryggjaði sær Nikica Jelavic til álopið og Steven Pienaar, sum Everton seldi til Tottenham, er leigaður aftur. Wigan liggur á aftasta plássi og áðrenn dystin vóru 5 stig upp til Bolton á 17. plássi. Men Wigan stóð seg væl ímóti Everton. Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men í øðrum hálvleiki eydnaðist tað botnliðnum at koma fram um, tá Phil Neville gjørdi sjálvmál. Men Everton gav ikki upp og tað eydnaðist teimum at javna, tá Victor Anichebe í 83 minutti setti bóltin í netið. Hetta eina stigið munaði lítið hjá Wigan, sum enn liggur einsamalt á aftasta plássi og úrslitini í dag merkja, at sama frástøða - 5 stig - er upp um strikuna.



Manchester C - Fulham 3-0

1-0: Agüero (brts.), 10
2-0: Baird (sjálvmál), 29
3-0: Dzeko, 72

Manchester City skuldi venda ósigrinum ímóti Everton, sum samstundis merkti, at javnt er í stigum millum liðini úr Manchester, men United skal møta Chelsea á útivølli sunnudagin, so her var høvið hjá heimaliðnum at leggja trýst á. Fulham styrkti seg við áleyparanum Pavel Pogrebnyak, men spurningurin var, um hann megnaði at venda eini gongd ið segði, at Fulham bert hevur megnað ein útisigur alt kappingarárið. Pogrebnyak var heldur ikki í hópinum á Etihad.  Tað gjørdist rættiliga lætt hjá Manchester City. Tá 9 minuttir vóru farnir, fingu teir brotsspark. Tað var kanska nakað hart, men skilligt (og tað varð vigað upp av at seinni fingu teir eitt øgiliga greitt brotsspark kolldømt). Sergio Agüero setti brotssparkið í netið og tá hálvur tími var farin, var Chris Baird óheppin at gera sjálvmál eftir eina roynd frá Adam Johnson. Manchester City stýrdi eftir hetta dystinum fullkomiliga. Í øðrum hálvleiki royndi Fulham at gera ein vørr, men tað varð ikki til tað heilt stóra, og Sergio Agüero legði upp til álopsmakkaran, Edin Dzeko, við framúr góðum spæli, tá 72 minuttir vóru farnir. Sigurin hjá Manchester City var fullkomiliga uppiborin og tryggur, og nú eru aftur trý stig niður til United, sum í morgin skal á Stamford Bridge.

Støðan:

1 Manchester City 24 18  3  3 63-19 57
2 Manchester United 23 17  3  3 56-21 54
3 Tottenham 23 15  4  4 44-25 49
4 Chelsea 23 12  6  5 41-26 42
5 Arsenal 24 12  4  8 46-34 40
6 Newcastle 23 11  6  6 34-30 39
7 Liverpool 23 10  8  5 28-21 38
8 Sunderland 24  9  6  9 33-24 33
9 Norwich 24  8  8  8 34-39 32
10 Swansea 24  7  9  8 26-29 30
11 Everton 24  8  6 10 24-27 30
12 Stoke 24  8  6 10 23-36 30
13 Aston Villa 23  6 10  7 28-31 28
14 Fulham 24  6  9  9 29-35 27
15 West Bromwich 24  7  5 12 24-34 26
16 Queens Park Rangers 24  5  6 13 25-41 21
17 Wolverhampton 24  5  6 13 27-44 21
18 Bolton 24  6  2 16 28-49 20
19 Blackburn 24  4  6 14 34-54 18
20 Wigan 24  3  7 14 21-49 16

Talva: bold.dk

Komandi dystir:

5/2
13.30 Newcastle - Aston Villa
16.00 Chelsea - Manchester U

6/2
20.00 Liverpool - Tottenham

 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Petur Pólson tann 04/02/2012, 20:56

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum