Premier League: Arsenal snávaði

Útlendis >>



Aston Villa - QPR 2-2

0-1: Cissé, 12
0-2: Warnock (sjálvmál), 28
1-2: Bent, 45
2-2: N'Zogbia, 79

Queens Park Rangers keypti óført í handilsvindeyganum í januar og tríggir teir nýggjastu leikararnir, Nedum Onouha (komin úr Manchester City), Taye Taiwo (leigaður úr AC Milan) og Djibril Cissé (keyptur úr Lazio) byrjaðu allir inni. Tað var Djibril Cissé, sum beinanvegin staðfesti sína afturvendan til enskan fótbólt, tá hann í 12. minutti legði gestirnar á odda. Við einum sjálvmáli frá Warnock kom QPR fram um 0-2, men heimaliðið megnaði at vinna tað inn aftur og bjarga sær javnleik. Tað vóru Darren Bent og Charles N'Zogbia, ið syrgdu fyri tí eina stignum.




Blackburn - Newcastle 0-2

0-1: Dann (sjálvmál), 12
0-2: Obertan, 90+2

Við einum framúr góðum útisigri móti Blackburn, vann Newcastle seg upp á 5. plássið og er tí væl og virðiliga við í dystinum um 4. plássið. Blackburn harafturímóti liggur enn og rótast undir niðurflytingarstrikuni, men í dag átti tað kanska at verið øðrvísi. Heimaliðið var omaná tað mesta av dystinum, men við einum sjálvmáli og einum máli í yvirtíðini, fór Newcastle avstað við øllum.




Bolton - Arsenal 0-0


Arsenal skuldi hava stig á útivølli móti Bolton, skuldu teir koma inn aftur í dystin um fjórða plássið. Eftir ósigurin á heimavølli móti Manchester United seinasta umfar, var neyðugt við einum góðum úrsliti. Bolton klóraði seg upp um niðurflytingarstrikuna, og vónin var, at eitt gott úrslit móti Arsenal, kundi førka liðið enn longri fram, men dysturin endaði við javnleiki. Tað er heimaliðið helst fegnari um, meðan Arsenal hinveg kann takka stong og brendum møguleikum fyri, at meiri ikki spurdist burtur úr. Javnleikurin merkir, at heimaliðið heldur seg omanfyri strikuna, meðan Arsenal er dottið niður á 7. plássið.




Fulham - West Brom 1-1

1-0: Dempsey, 69
1-1: Tchoyi, 82

Við einum máli seint í dystinum, syrgdi Somen Tchoyi fyri, at West Bromwich fekk tað eina stigið. Fulham kom á odda miðskeiðis í øðrum hálvleiki, tá Clint Dempsey skoraði. Heimaliðið hevði bóltin meiri, meðan tað var javnt býti við møguleikum, tó at heimaliðið helst átti at fingið meiri burtur úr. Nýggi áleyparin, Pavel Pogrebnyak, sum varð keyptur úr Stuttgart, var ikki við, og merkti tað kanska heimaliðið, at tunt var í álopspartinum. Javnleikurin merkir, at liðini enn liggja niðarlaga á talvuni. Fulham er á 13. plássi. Komandi dysturin hjá Fulham verður á Etihad móti Manchester City, sum skal reisa seg eftir ósigurin á Everton. West Bromwich liggur á 15. plássi, men hevur 8 stig fleiri enn liðini undir strikuni, og skuldi tí ligið heilt hampiliga væl fyri.




Sunderland - Norwich 3-0

1-0: Campbell, 21
2-0: Sessegnon, 28
3-0: Ayala (sjálvmál), 54

Sunderland er rættiliga komið fyri seg, eftir at Martin O'Neill tók eftir Steve Bruce. Ein tryggur heimasigur ímóti Norwich merkir, at liðið fór upp um Stoke á 8. plássi, men enn eru 7 stig upp til Arsenal á 7. plássið, so teinurin upp til tey plássini er helst ov stórur. Fraizer Campbell sum hevur verið skaddur tað mesta av árinum legði heimaliðið á odda. Besti leikarin hjá Sunderland hetta kappingarárið, Stephane Sessegnon, økti um munin stutt eftir. Í øðrum hálvleiki gjørdist støðan 3-0 og varð málið tilskrivað Daniel Ayala. Norwich liggur á 11. plássi og er 11 stig frá niðurflytingarstrikuni og skuldi tað gingið øgiliga illa seinastu 15 dystirnar um tað verður søplað burtur.

Støðan:

1 Manchester City 23 17  3  3 60-19 54
2 Manchester United 23 17  3  3 56-21 54
3 Tottenham 23 15  4  4 44-25 49
4 Chelsea 23 12  6  5 41-26 42
5 Newcastle 23 11  6  6 34-30 39
6 Liverpool 23 10  8  5 28-21 38
7 Arsenal 23 11  4  8 39-33 37
8 Sunderland 23  8  6  9 32-24 30
9 Stoke 23  8  6  9 23-35 30
10 Everton 23  8  5 10 23-26 29
11 Norwich 23  7  8  8 32-39 29
12 Aston Villa 23  6 10  7 28-31 28
13 Fulham 23  6  9  8 29-32 27
14 Swansea 23  6  9  8 24-28 27
15 West Bromwich 23  7  5 11 23-32 26
16 Queens Park Rangers 23  5  6 12 24-39 21
17 Bolton 23  6  2 15 28-47 20
18 Blackburn 23  4  6 13 33-47 18
19 Wolverhampton 23  4  6 13 25-43 18
20 Wigan 23  3  6 14 20-48 15

Talva: bold.dk

Komandi dystir:

4/2
13.00 Arsenal - Blackburn
15.00 Norwich - Bolton
15.00 QPR - Wolves
15.00 Stoke - Sunderland
15.00 West Brom - Swansea
15.00 Wigan - Everton
17.30 Manchester C - Fulham

5/2
13.30 Newcastle - Aston Villa
16.00 Chelsea - Manchester U

6/2
20.00 Liverpool - Tottenham

 

 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Petur Pólson tann 02/02/2012, 00:18

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum