
Bolton - Liverpool 3-1
1-0: M. Davies, 4
2-0: Reo-Coker, 28
2-1: Bellamy, 36
3-1: Steinsson, 50
Fyri at hava nakran møguleika at klúgva upp um niðurflytingarstrikuna, skuldi Bolton vinna á heimavølli móti Liverpool. Høvuðstrupulleikin hjá Liverpool hevur verið, at teir skora ikki nóg nógv mál. Um tað er óeydna ella ikki nóg neyvt álopsspæl kann kjakast til tað óendaliga, men 24 mál í 21 dystum er ikki nóg mikið til at sleppa upp á ovastu tindarnar. Bolton byrjaði betri og longu í 4. minutti svav Liverpool verjan, og Mark Davies gagnnýtti henda møguleika og legði heimaliðið á odda. Liverpool royndi at stýra dystinum og Bolton royndi at órógva teir, og soleiðis gekk spælið. Tá 27 minuttir vóru spældir, vildi Liverpool hava brotsspark, tá bólturin rakti hondina á Zat Knight, men dómarin dømdi tað ikki og í næstu løtu, var Bolton á odda 2-0. Chris Eagles slapp nokkso lætt fram móti brotsteiginum og bólturin endaði hjá Nigel Reo-Coker sum setti bóltin í netið til 2-0. Hetta setti ferð á Liverpool, sum leyp á við fleiri fólkum og meiri ferð. Hetta gav úrslit, tá Craig Bellamy í 36. minutti minkaði um munin eftir frálíkt uppspæla frá Andy Carroll. Liverpool trýsti eftir hetta almikið fyri at fáa javnað áðrenn hálvleik og fyri heimaliðið snúði tað seg um at standa ímóti. Hetta eydnaðist og hálvleiksstøðan var 2-1. Eins og í fyrra hálvleiki, byrjaði Bolton betri og eftir 5. minuttum var støðan 3-1, tá Gretar Steinsson smekkaði bóltin í netið, eftir at David Wheater hevði vunnið bóltin í hornasparksstøðu. Hetta var sjálvandi ein dyggur smeitur fyri Liverpool sum aftur noyddist at stríða seg frá eini støðu, har teir vóru tvey mál aftanfyri. Teir sendu Dirk Kuyt og Stewart Downing inn og høvdu sostatt eina rúgvu av álopssinnaðum leikarum seinasta hálva tíman. Daniel Agger hevði eitt knasandi gott langtskot, men rakti yvirleggjaran úr fjarstøðu, og tíðin fór at ganga undan Liverpool. Trýstið frá Liverpool gav fleiri møguleikar til Bolton at fara í mótálop og í fleiri førum kom heimaliðið fram til frekar møguleikar, men tað besta fyri teir var, at hetta fekk tíðina ganga, samstundis sum gestirnir stressaðust alsamt. Trýstið gav ikki nógv, har vóru onkrir hálvir møguleikar, men tað var ikki ofta, at Adam Bogdan í Bolton málinum mátti kýta seg meiri enn eitt víst. Við sigrinum kom Bolton upp um Blackburn og er nú omanfyri niðurflytingarstrikuna fyri fyrstu ferð síðani oktober mánaða. Liverpool er á 7. plássi og hevur seks stig upp til Chelsea á fjórða plássi.

Norwich - Chelsea 0-0
Chelsea liggur í løtuni best fyri til 4. plássið, og fyri at staðfesta tað, ætlaðu teir at vinna á Norwich á útivølli. Gary Cahill, sum júst er keyptur úr Bolton var ikki við í Chelsea hópinum henda dagin. Tað var eisini Chelsea sum byrjaði best og hevði verjan hjá heimaliðnum nokk at gera, men so við og við kom Norwich við í dystin og nakrir møguleikar vóru eisini, men hvørki av liðnum megnaði at skora og støðan var 0-0 í hálvleikinum. Í øðrum hálvleiki royndi Chelsea at leggja størri trýst á og hava meiri tamarhald á spælinum. Hetta eydnaðist partvíst og kundu gestirnir saktans verið á odda við tveimum málum ella fleiri, var tað ikki fyri gott málmansavrik. Heimaliðið hevði tó eisini møguleikar uttan at tað tó tóktist at neyvleikin var í álopsspælinum. Sum dysturin leið og støðan var 0-0 fór Chelsea longri fram í royndini at fáa avgerandi málið. Norwich er - saman við Blackburn - einasta lið, sum ongantíð hevur hildið búrið reint hetta kappingarárið, so Chelsea tevjaði helst møguleikan. Men tað gekk ikki soleiðis sum ætlað, og mátti London liðið tí noyðast við ta eina stigið. 0-0 gjørdist endaliga úrslitið og tað var stórur fagnaður millum viðhaldsfólkið hjá heimaliðnum. Stigið er nóg mikið hjá Chelsea at varðveita 4. plássið, men vinnur Arsenal á Manchester United, er aftur øgiliga javnt millum London liðini

Everton - Blackburn 1-1
1-0: Cahill, 25
1-1: Goodwillie, 72
Blackburn tykist at hava vent gongdini við at hava vunnið tveir av seinastu trimum dystunum, meðan Everton hevur havt eitt miðalhampa kappingarár, tó at teir liggja á 10. plássi. Men tað var Everton sum, eftir eina trilvandi byrjan, fekk tamarhald á dystinum og tá 25 minuttir vóru spældir, legði Tim Cahill, sum hevur havt eitt minni væl eydnað kappingarár, heimaliðið á odda. Í øðrum hálvleiki royndi Everton at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki at fáa næsta málið, sum tryggjaði heimaliðið, og so gekk tað galið í hinum endanum. Blackburn fekk eitt fríspark, sum varð sent inn í brotsteigin og í trunkaspæli endaði bólturin á strikuni, har Tim Cahill sparkaði bóltin á David Goodwillie og bólturin fór í netið til 1-1. Hetta gav Blackburn blóð á tonnina og royndi útiliðið nú at trýsta. Men Everton megnaði at ríða fyrstu ódnina av sær og tók spakuliga yvir aftur, men mál kom onki. Tá ein minuttur var eftir, var tað um reppið, at Mauro Formica snýtti Tim Howard og tryggjaði Blackburn stigini. Í hinum endanum var tað fullkomiliga óskiljandi, at Everton ikki fekk sigursmálið í eini flóðaldu av skotum í fáum sekundum, har stongin varð rakt, málmaðurin hevði eina refleksbjarging og bjargað varð á strikuni.

Fulham - Newcastle 5-2
0-1: Guthrie, 43
1-1: Murphy (brts.), 52
2-1: Dempsey, 59
3-1: Dempsey, 65
4-1: Zamora (brts.), 68
4-2: Ben Arfa, 85
5-2: Dempsey, 89
Newcastle keypti herfyri Papiss Demba Cisse úr týska Freiburg, men hann er - eins og Demba Ba - burturstaddur til African Cup of Nations. Men Newcastle er inni í eini góðari gongd og liggur væl við í kappingini um fjórða plássið. Á útivølli móti Fulham, sum við einum ósigri kundi endað í botnstríðnum av álvara, var Newcastle eisini nógv tað betra liðið. Teir høvdu bóltin meiri og høvdu fleiri møguleikar, meðan heimaliðið hevði sera lítið at bjóða uppá. Newcastle kom á odda stutt áðrenn hálvleik, tá Hatem Ben Arfa legði upp til mál, sum Danny Guthrie gjørdi. Tað var uppiborið, at Newcastle fór til hálvleik við 1-0 leiðslu. Hvat Martin Jol hevur sagt við sínar leikarar í steðginum, veit eg ikki, men tað hann hevur sagt, riggaði. Tá 23 minuttir vóru farnir av øðrum hálvleiki, var støðan 4-1 til Fulham! Danny Murphy javnaði við brotssparki í 52. minutti og so gjørdi Clint Dempsey tvey mál í seks minuttir, áðrenn Bobby Zamora við brotssparki gjørdi tað til 4-1, sum Newcastle fullkomiliga rapaði. Hatem Ben Arfa minkaði um munin tá 5 minuttir vóru eftir, men tað var ov seint til at málið kundi gera bøtandi mun, tí í 89. minutti fullførdi amerikanski Clint Dempsey sítt hatttrikk, tá hann gjørdi tað til 5-2 í einum sera undirhaldandi seinna hálvleiki, sum tó fyri gestirnar má roknast sum eitt kollaps av teim heilt ógvusligu.

QPR - Wigan 3-1
1-0: Helguson (brts.), 33
2-0: Buzsáky
2-1: Rodallega, 66
3-1: Smith, 81
Skuldi tað eydnast nýggja venjaranum hjá Queens Park Rangers, Mark Hughes, at venda vánaligu gongdini skjótt, var alneyðugt við einum sigri á heimavølli móti niðasta liðnum, Wigan. Tað var eisini heimaliðið, sum var tað betra í fyrra hálvleiki og tá farið var til hálvleik, var støðan 2-0. Íslendski Heidar Helguson legði heimaliðið á odda við brotssparki, tá 33 minuttir vóru farnir og ungarski Ákos Buzsáky gjørdi tað til 2-0 stutt fyri hálvleiki. í øðrum hálvleiki royndi botnliðið at leggja trýst á heimaliðið og tá 66 minuttir vóru farnir, minkaði Hugo Rodallega um munin, og skapti harvið nýggjan spenning í dystin. Men tað var um reppið, at Wigan tveitti alt fyri borð aftur, tá QPR í 72. minutti fekk sítt næsta brotsspark, men hesuferð misnýtti Helguson, tí Ali Al-Habsi bjargaði. Men tað gjørdist 3-1 til heimaliðið løtu seinni, tá Tommy Smith legði QPR fram um eftir uppspæl frá Shaun Wright-Phillips. Sigurin merkir, at QPR fer upp um niðurflytingarstrikuna, og vinna teir næsta dyst sín, sum er heima ímóti Wolverhampton, sær brádliga nógv ljósari út. Wigan er enn á niðasta plássi, men enn eru bert 3 stigg upp til Blackburn á 17. plássi. Næsti dystur teirra er á White Hart Lane móti Tottenham, so tað er kanska ikki har, at vendin byrjar.

Stoke - West Brom 1-2
0-1: Morrison, 35
1-1: Jerome, 86
1-2: Dorrans, 90+1
At Stoke á á einum 8. plássi og West Bromwich á einum 15. plássi, sást ikki aftur á Britannia leikvøllinum, tí at útiliðið var tað betra í fyrra hálvleiki, og var tað eisini uppiborið, at West Brom fór til hálvleiks framman fyri við einum máli, sum James Morrison gjørdi, tá 35 minuttir vóru spældir. Í seinna hálvleiki var spælið javnari og heimaliðið legði meiri fyri til tess at fáa í minsta lagi javnleik, men tað vildi líkasum ikki heilt eydnast. Tony Pulis gjørdi álopssinnaðar útskiftingar og hetta gav úrslit stutt fyri leiklok, tá innskifti Cameron Jerome javnaði við stútara eftir innlegg frá Jermaine Pennant, ið eisini varð innskiftur í seinna hálvleiki. Men útiliðið vildi ikki geva upp, og tað eydnaðist West Brom at fáa øll stigini við sær, tí at Graham Dorrans gjørdi sigursmálið í yvirtíðini. Hetta merkir, at tað sær betri út hjá West Brom, sum nú hevur styttri leið upp til 9. plássið enn niður til trý tey niðastu liðini. Stoke verður verandi á 8. plássi, men teir kunnu ikki vera nøgdir við at tapa á heimavølli móti West Bromwich.

Sunderland - Swansea 2-0
1-0: Sessegnon, 14
2-0: Gardner, 85
Sunderland byrjaði sum eitt ódnarveður í heimadystinum móti Swansea. Teir trýstu gestirnar langt upp á egnari hálvu og skaptu fleiri vandamiklar støður, ið kundu kastað okkurt av sær. Danski Nicklas Bendtner, sum Sunderland hevur leigað úr Arsenal, noyddist av vøllinum við skaða, tá 10 minuttir vóru farnir. Men tað forðaði ikki heimaliðnum í at koma fram um. Tá 14 minuttir vóru farnir fekk Stephane Sessegnon bóltin og úr nokkso spískum vinkli sendi hann bóltin hegnisliga fram um Michel Vorm í Swansea málinum. Eftir málið royndi Sunderland at tryggja leiðsluna, men Swansea tók yvir og seinastu 20 minuttirnar av fyrra hálvleiki, hevði Swansea bóltin at kalla alla tíðina, men nakrir avgerandi møguleikar spurdust tó ikki burtur úr, og heimaliðið fór til hálvleik við leiðsluni. Swansea helt fram við at hava bóltin meiri (hagtølini søgdu 30% - 70%), men ikki komu teir fram til teir heilt stóru møguleikarnar, og Sunderland hevði rímiliga lætt við at binda um heilan fingur. Tá fimm minuttir vóru eftir, tryggjaði Craig Gardner heimaliðnum sigurin, tá hann skoraði til 2-0 eftir upplegg frá Stephane Sessegnon. Swansea spældi nokk betri fótbólt, men tað munar so lítið, tá heimaliðið vann tryggan sigur, tá alt kom til alt. Við sigrinum er kollveltingin hjá Martin O'Neill nú staðfest, og er Sunderland komið á 10. pláss og er 9 stig frá teim vandamiklu plássunum longri niðri. Swansea er á 14. plássi, men liggur enn rættiliga trygt í mun til tey trý niðastu liðini.

Wolves - Aston Villa 2-3
0-1: Bent (brts.), 11
1-1: Kightly, 21
2-1: Edwards, 31
2-2: Keane, 51
2-3: Keane, 84
Reytt kort: Karl Henry, Wolves, 74
Wolverhampton hevði harðliga brúk fyri trimum stigum fyri at koma sær betri fyri í kappingini í niðara enda av Premier League, og Aston Villa hevur ikki havt nakað serliga gott kappingarár, og tí tevjaðu úlvarnir blóð. Men tað var Aston Villa sum kom á odda, tá dómarin í 10. minutti dømdi brotsspark til gestirnar. Darren Bent takkaði fyri álitið og legði Aston Villa framum. Men heimaliðið svaraði aftur. Og nakað væl aftrat. Í 21. minutti javnaði Michael Kightly fyri heimaliðið og tíggju minuttir seinni, legði Dave Edwards heimaliðið á odda 2-1. Hetta var eisini støðan í hálvleikinum. Aston Villa byrjaði seinna hálvleik betri og gekk ikki leingi, so hevði liðið javnað. Tað var Robbie Keane, sum Aston Villa hevur leigað frá Los Angeles Galaxy í tveir mánaðar, sum skoraði í fyrsta dysti, hann var við frá byrjan. Annars var seinni hálvleikur javnur og var tað øgiliga lítil munur millum liðini, men í 74. minutti fekk Karl Henry reyða kortið, og tevjaði útiliðið møguleikan at gagnnýta støðuna. Hetta gekk eisini sum prestur hevði prædikað, og Robbie Keane gjørdi sítt næsta mál, tá 84 minuttir vóru spældir. Dómarin legði 7 minuttur aftrat teim 90 minuttunum, men tað gjørdi ongan mun, tí Aston Villa vendi 1-2 til 3-2 í øðrum hálvleiki og fór avstað við øllum stigunum. Hetta merkir at Wolves nú er dottið niður um niðurflytingarstrikuna, og sær tað onki serligt út í løtuni. Næsta umfar hevur Wolves sera týdningarmiklan útidyst móti QPR, sum júst er sloppið sær upp um niðurflytingarstrikuna, orsaka av ósigrinum hjá júst Wolves.
Støðan:
Talva: bold.dk
Komandi dystir:
22/1
13.30 Manchester C - Tottenham
16.00 Arsenal - Manchester U
Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Petur Pólson tann 21/01/2012, 20:47 |