
Swansea - Chelsea 1-1
1-0: Sinclair, 39
1-1: Taylor (sjálvmál), 90+3
Swansea hava verið sera góðir á heimavølli í ár. Teir hava fingið flestu stig síni heima og millum vunnu teir sera góðan sigur á Arsenal. Hesuferð var Chelsea á vitjan. Chelsea eigur í løtuni fjórða plássið, fimm stig eru til Arsenal á fimta. Men tað var Swansea sum kom betri frá fyrra hálvleiki. Teir spældu, sum teir altíð gera, sera væl, og vóru eisini á odda 1-0 í hálvleikinum. Tað var Scott Sinclair, sum í 39. minutti legði heimaliðið á odda. Í øðrum hálvleiki legði Chelsea nógv fyri at fáa javnað. Men tað vildi ikki rættiliga bera til. Chelsea hevði eina rúgvu av atsóknum, men tær vóru ikki nóg neyvar. Tá 4 minuttir vóru eftir at spæla, fekk Ashley Cole næsta gula kortið, og varð tískil rikin av vølli. Hetta átti helst at verið mønustingurin, men í seinastu sekundunum, eydnaðist tað tó Chelsea á fáa javnleikin, tá eitt øgiligt trýst endaði við, at bólturin fór í netið umvegis Neil Taylor, sum varð skrásettur fyri at hava gjørt sjálvmál. Stigið var rættvíst, helst, men tað munaði tó ikki fyri Chelsea, sum við hesum er enn longri aftan fyri Tottenham, og vinnur Arsenal móti Bolton í morgin, eru bert 3 stig niður til 5 plássið.

Tottenham - Wigan 3-1
1-0: Bale, 29
2-0: Modric, 34
3-0: Bale, 64
3-1: McArthur, 80
Tottenham liggur einsamalt á triðja plássi við fimm stigum upp til annað plássið og fimm niður til fjórða plássið, men teir ætla at vera við í oddinum og tað merkti, at ein sigur móti Wigan, sum er einsamalt á niðasta plássi, var eitt krav. Og tað gekk eisini sum ætlað í fyrra hálvleiki. Gareth Bale legði Tottenham á odda, tá umleið ein hálvur tími var spældur. Lítla løtu seinni gjørdi Luka Modric tað til 2-0. Í øðrum hálvleiki varðveitti Tottenham spælið og Gareth Bale skoraði sítt næsta mál, tá 63 minuttir vóru farnir. Tað eydnaðist Wigan at fáa eitt mál, sum James McArthur gjørdi tá 10 minuttir vóru eftir, men tað var als ikki nóg mikið, og var bert eitt plástur á sárið. Wigan er framhaldandi á aftasta plássið, men vil tað illa og úrslitini hátta seg so, kann endin vera, tá morgindagurin er av, at langt er upp til liðini omanfyri strikuna. Tottenham, harafturímóti, dróg frá Chelsea á fjórða plássinum og er sjey stig framman fyri.

Wolves - Liverpool 0-3
0-1: Carroll, 52
0-2: Bellamy, 61
0-3: Kuyt, 78
Tað nyttar ikki so nógv at kunna reypa við at hava sligið Manchester liðini bæði úr hvør sínari steypakapping, um man ikki vinnur móti teim sokallaðu smærru liðunum. Hetta hevur verið eitt eyðkenni hjá Liverpool seinastu mongu árini. Alt ov nógvir dystir eru søplaðir burtur í javnleikum móti liðum, Liverpool eigur at vinna á. Tað var sama søga í fyrra hálvleiki á útivølli móti Wolverhampton. Liverpool hevði møguleikar og nógv spæl, men megnaði ikki at gagnnýta teir, soleiðis at fyrri hálvleikur endaði sum hann byrjaði, 0-0. Men í øðrum hálvleiki tóktist tað, sum hevði pípan fingið annað tubbakk. Andy Carroll, sum hevur verið sera nógv skeldaður fyri at hava skorað ov lítið síðani 35 millióna handilin seinasta januar, legði Liverpool á odda, tá 7 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Eftir hetta, var onki at ivast í. Liverpool átti allan seinna hálvleik og hesuferð komu málini eisini. Craig Bellamy økti til 2-0 og Dirk Kyut staðfesti trivaliga sigurin tá góðir 12 minuttir vóru eftir. Við sigrinum tók Liverpool seg fram um Arsenal, sum tó hevur leikt ein dyst færri, og við javnleikinum í Swansea hjá Chelsea, minkaði munurin upp til 4. plássið niður í 4 stig.

Everton - Manchester C 1-0
1-0: Gibson, 60
Everton tók ímóti oddaliðnum á Goodison Park við vón um at kunna pilka eitt sindur við oddastríðið, hóast teir á ongan hátt eru partur av tí. Og tað eydnaðist eisini sum so til fulnar í fyrra hálvleiki. Manchester City hevði fingið liðskiparan, Vincent Kompany, aftur eftir fýra daga leikbannið og hann var góður, tó at hann fekk gult kort. Men tað eydnaðist Everton at halda City burturi frá málinum, tó at teir ikki megnaðu at skora sjálvir. Hálvleiksstøðan var 0-0. Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama, men tað var heimaliðið, sum kom á odda. Tað var Darron Gibson, sum Everton keypti úr Manchester United fyrr í mánaðanum, sum legði heimaliðið framum móti argastu kappingarneytunum. Viðmerkjast kann, at tað var stórur fagnaður á Old Trafford, tá hetta varð kunngjørt. Manchester City royndi eftir hetta at økja um trýstið til tess at vinna seg inn aftur í dystin, men eydnan var ikki við teimum, og tað var mangt sum bendi á, at teir fóru at tapa og harvið gerast fullkomiliga javnir í stigum við Manchester United. Hetta gjørdist veruleiki, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, tí Everton vann dystin móti Manchester City og nú er aftur øgiliga spennandi í oddinum.

Manchester U - Stoke 2-0
1-0: Hernandez (brts.), 38
2-0: Berbatov (brts.), 53
Heimaliðið misti fyri dystin báðar sínar málmenn. David De Gea og Anders Lindegaard eru ávikavist sjúkur og skaddur og tí varð blaðungi Ben Amos tveittur fyri leyvurnar í sinum fyrsta Premier League dysti fyri Manchester United. Hann slapp tó ikki at royna seg rættiliga í fyrra hálvleiki, undantikið tvey skot, sum fóru framvið málinum. Tað var heimaliðið, sum hevði at kalla alt spælið, uttan at tað tó gjørdist til teir heilt stóru møguleikarnar, tí at Stoke vardi sera væl. Men í 37. minutti dømdi dómarin eitt nokkso ivasamt brotsspark, tá Park varð mettur at verða feldur av Jermaine Pennant. Javier Hernandez var tryggur og setti brotssparkið í netið. Í øðrum hálvleiki stýrdi Manchester United dystinum á sama hátt. Teir fingu enn eitt brotsspark, sum hesuferð ikki var ivasamt. Hin áleyparin, Dimitar Berbatov, varð settur at skjóta og hann skoraði trygt. Stuttligt, at hesir báðir skoraðu, tí at teir vóru kanska teir minst sjónligu henda dystin. Men sigurin var ongantíð í vanda, og ungi fransmaðurin, Paul Pogba, sum nógv hevur verið tosað um í seinastuni, fekk eisini sína Premier League debut, tá hann spældi seinastu 20 minuttirnar. Við sigrinum á Stoke og ósigrinum hjá Manchester City, er nú púra javnt millum Manchester liðini, men komandi tveir dystirnir hjá United eru Chelsea á útivølli og Liverpool á heimavølli, so her kann nógv broytast.
Støðan:
Talva: bold.dk
Komandi dystir:
1/2
19.45 Aston Villa - QPR
20.00 Blackburn - Newcastle
20.00 Bolton - Arsenal
20.00 Fulham - West Brom
20.00 Sunderland - Norwich
4/2
13.00 Arsenal - Blackburn
15.00 Norwich - Bolton
15.00 QPR - Wolves
15.00 Stoke - Sunderland
15.00 West Brom - Swansea
15.00 Wigan - Everton
17.30 Manchester C - Fulham
5/2
13.30 Newcastle - Aston Villa
16.00 Chelsea - Manchester U
6/2
20.00 Liverpool - Tottenham
Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Petur Pólson tann 01/02/2012, 23:44 |