Premier League: Manchester United vann á Arsenal

Útlendis >>



Arsenal - Manchester U 1-2

0-1: Valencia, 45+1
1-1: van Persie, 70
1-2: Welbeck, 81

Fyrri dysturin millum Arsenal og Manchester United endaði við einum 8-2 sigri til Manchester United, men eftir ta trilvandi byrjanina, kom Arsenal fyri seg, og hevur etið seg upp eftir stigatalvuni og er nú við í dystinum um 4. plássið. Men seinastu tveir dystirnir eru endaðir við ósigrum á útivølli, har Arsenal í báðum førum var frammanfyri (1-2 móti Fulham og 2-3 móti Swansea). Tí vóru 3 stig alneyðug móti Manchester United, ikki minst tí Chelsea bert fekk 0-0 móti Norwich. Dysturin var, sum slíkir dystir ofta eru, rættiliga javnur, har ilt var at taka dagar ímillum hvat var betra liðið. United hevði kanska bóltin meiri, men kom ikki til nakrar beinleiðis møguleikar. Nani hevði eitt skot, sum málmaðurin tók sær av. Arsenal hevði onkrar minni møguleikar, men vandi var sjáldan á ferð og tað var ikki ofta, at Lindegaard í United málinum hevði nakað beinleiðis at gera. Men í yvirtíðini av fyrra hálvleik fekk United mál. Eftir eitt ávíst trýst fekk Ryan Giggs bóltin í vinstru síðu. Hann legði innfyri, har Antonio Valencia var hægstur og stútaði United fram um 1-0. Hetta var eisini støðan í hálvleikinum. Seinni hálvleikur byrjaði sum eitt langt Arsenal trýst á United málið og teir høvdu fleiri sera góðar møguleikar, men tað vildi ikki rættiliga bera til. Í hinum endanum hevði United vandamiklar atsóknir í mótálopum, uttan at tað tó varð til meiri. Tað eydnaðist Arsenal at javna, tá tjúgu minuttir vóru eftir, og var tað - sjálvandi - Robin van Persie, sum megnaði at seta bóltin í netið eftir at Arsenal var farið í mótálop. Málið gav Arsenal eyka orku og var heimaliðið greitt við yvirlutan og spuringurin var um ikki heimaliðið fór at avgera dystin. Men júst sum alt bendi á at Arsenal var omaná, fekk United mál. Antonio Valencia dribblaði seg inn í brotsteigin og í samspæli við Park beindi hann bóltin til Danny Welbeck, sum ósvikaligur legði United á odda aftur. Hetta megnaði Arsenal ikki at vinna inn aftur, og Manchester United vann tískil ein sera týdningarmiklan sigur og heldur seg trý stig aftan fyri Manchester City. Hinvegin hevur Arsenal nú tapt tríggjar dystir á rað, og er fimm stig aftanfyri Chelsea á 4. plássi. Arsenal kann bert takka sær sjálvum, at teir ikki megnaðu at fáa meiri burtur úr í seinna hálvleiki, tí teir høvdu so avgjørt møguleikar til tað.

 



Manchester C - Tottenham 3-2

1-0: Nasri, 55
2-0: Lescott, 58
2-1: Defoe, 60
2-2: Bale, 64
3-2: Balotelli (brts.), 90+5

Liðini byrjaðu rættiliga varin. Hvørki vildi taka ov nógvar kjansir, tí at tað var umráðandi ikki at tapa henda dystin. Tottenham byrjaði betri, teir høvdu bóltin meiri og tað er ikki ofta at tú sært dyst, har Manchester City er annað liðið og hevur bóltin so lítið. City kom tó meiri við eftir eitt korter og hevði bóltin meiri og tú sást fleiri flytingar frammi á vøllinum frá Silva, Agüero og Dzeko, uttan tó at tað gjørdist heilt vandamikið. David Silva hevði eitt vandamikið skot sum fór við síðuna av, men annars vóru tað hálvir møguleikar fyri tað mesta. Fyrri hálvleikur endaði, sum hann næstan bert kundi enda, 0-0. Manchester City høvdu fleiri møguleikar, meðan Tottenham hevði bóltin nógv uttan hetta førdi við sær, at verjan hjá heimaliðnum av álvara varð trýst. Tað gingu tíggju minuttir av øðrum hálvleiki, so fekk Manchester City hol á. David Silva fekk nógv pláss at reika á miðvøllinum og hann sendi eina frálíka sending inn um Tottenham verjuna, har Samir Nasri gjørdist púra fríur og hann smekkaði bóltin í netið. Løtu seinni gjørdist tað 2-0, tá Tottenham verjan snorksvav í einum hornasparki, og bólturin varð skramblaður inn um strikuna av Joleon Lescott. Hetta skuldi verið mønustingurin, men so var ikki. Tottenham svaraði aftur við tað sama og koksaði verjan hjá Manchester City, tá Savic stútaði bóltin til Defoe, sum minkaði um munin og skapti spenning í aftur. Og spenningurin varð av sonnum staðfestur, tá Gareth Bale í 64. minutti javnaði við einum frálíkum langskoti. Eftir 2-2 málið leikaði javnt og á spælaði leikaði aftur og fram. Tað tóktist móti endanum sum vóru bæði liðini nøgd við javnleikin. Men í seinastu sekundunum av yvirtíðini, fekk Manchester City ein ókeypis møguleika at avgera dystin. Dómarin legði 4 minuttir aftrat teim 90 og tá 93:43 vóru farnir, gjørdi Ledley King brotsspark tá hann feldi Mario Balotelli í brotsteignum. Mario Balotelli tók sær av brotssparkinum og hann avgjørdi dystin við seinasta sparkinum. Sigurin merkir, at Manchester City nú eru 8 stig framman fyri Tottenham og 6 stig framman fyri Manchester United áðrenn dystin millum Arsenal og Manchester United á Emirates Stadium. At City vann var kanska hart mótvegis Tottenham sum megnaði at venda 0-2 til 2-2, men brotssparkið var rætt dømt og gjørdist avgerandi munurin millum liðini.

Støðan:

1 Manchester City 22 17 3  2 60-18 54
2 Manchester United 22 16 3  3 54-21 51
3 Tottenham 22 14 4  4 41-24 46
4 Chelsea 22 12 5  5 40-25 41
5 Arsenal 22 11 3  8 39-33 36
6 Newcastle 22 10 6  6 32-30 36
7 Liverpool 22  9 8  5 25-21 35
8 Stoke 22  8 6  8 23-33 30
9 Norwich 22  7 8  7 32-36 29
10 Sunderland 22  7 6  9 29-24 27
11 Aston Villa 22  6 9  7 26-29 27
12 Fulham 22  6 8  8 28-31 26
13 Swansea 22  6 8  8 23-27 26
14 Everton 22  7 5 10 22-26 26
15 West Bromwich 22  7 4 11 22-31 25
16 Queens Park Rangers 22  5 5 12 22-37 20
17 Bolton 22  6 1 15 28-47 19
18 Blackburn 22  4 6 12 33-45 18
19 Wolverhampton 22  4 6 12 25-40 18
20 Wigan 22  3 6 13 19-45 15

Talva: bold.dk

Komandi dystir:

31/1
19.45 Swansea - Chelsea
19.45 Tottenham - Wigan
19.45 Wolves - Liverpool
20.00 Everton - Manchester C
20.00 Manchester U - Stoke

1/2
19.45 Aston Villa - QPR
20.00 Blackburn - Newcastle
20.00 Bolton - Arsenal
20.00 Fulham - West Brom
20.00 Sunderland - Norwich

 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Petur Pólson tann 22/01/2012, 19:32

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum