Ráðstevna um fjarskiftismarknaðin 8. februar

Tiltøk >>

Fjarskiftiseftirlitið: Í ár verða 15 ár síðani vit fingu fjarskiftislógina, tá politisk stig vóru tikin til at liberalisera fjarskiftismarknaðin í Føroyum. Breið semja er helst um, at hetta var eitt rætt stig at taka. Menningin hevur hetta tíðarskeiðið tikið risafet. Tekin eru tó um stagnatión í marknaðinum, og er tí neyðugt at endurskoða viðurskiftini, fyri at tryggja eina framhaldandi menning av fjarskiftismarknaðinum.

Landsstýrið hevur avgjørt at endurskoðað fjarskiftispolitikkin. Tí hava Fjarskiftiseftirlitið og Kappingareftirlitið, saman við størstu veitarunum á føroyska fjarskiftismarknaðinum, tikið stig til at skipa fyri eini ráðstevnu um fjarskiftismarknaðin.

Ætlanin er at taka samanum tíðina við fjarskiftislógini, men serligur dentur skal leggjast á, at lýsa hvussu framtíðar fjarskiftismarknaðurin fer at síggja út í alheims høpi og her heima. Hetta skuldi helst hjálpt til at tikið tær røttu avgerðirnar, soleiðis at framhaldandi menning verður til frama fyri samfelag og borgarar.

Endamál:
Ráðstevnan tann 8. februar 2012 skal varpa ljós á fjarskiftisøkið við atliti til marknaðarstøðuna, reguleringina og hvørjar avbjóðingar standa fyri framman. Við fakligum íkasti og kjaki fara vit at royna at fáa eina felags fatan av, hvørjar avjóðingar eru fyri framman og hvussu fjarskiftisøkið skilabest eigur at regulerast í framtíðini. Harumframt er endamálið at geva politiska myndugleikanum eitt betri grundarlag fyri komandi avgerðum.

Luttakarar
Ráðstevnan verður fyri innbodnum umboðum fyri fjarskiftisfeløgini og myndugleikarnar. Umboð fyri politisku flokkarnar og fyri fjølmiðlarnar verða bodnir við til part av ráðstevnuni.

Fyrrapartin vera fleiri fyrilestrar um evnir, sum hava við fjarskifti at gera.

Seinnapartin verður workshop, har evnini í framløgunum verða viðgjørd nærri. Her kunnu luttakararnir seta fram síni sjónarmið um skipan av fjarskiftismarknaðinum.

SKRÁIN ER HER
 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 05/02/2012, 11:55

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum