Rescue LÍV flotaður aftur

Onnur tíðindi >>

Eftir at hava verið dokksettur, er bjargingarbáturin “Rescue LÍV” flotaður, og settur í tænastu aftur sunnukvøldið 05. Februar kl. 18, sigur manningin.

- Tað er nógv, ið er gjørt við bátin nú hann hevur staðið uppi í 2½ viku. Báturin er allur málaður, og hevur fingið sleipikrók ísettan. Harumframt er nýggj lensipumpa, ið gevur 40 m3 um tíman ísett.

- Nýtt Sjónet frá Føroya Tele er sett í, sum gevur bátinum háferðsbreiðband út á 60 fjórðingar. Eisini er AIS útgerð sett í, so báturin nú virkar sum AIS-repeatari, og kann senda øll AIS-plott út á heimasíðuna Vikmar.fo.

- Tað hava áleið 8 mans verið til arbeiðis hvønn dag í meðal 4 tímar um dagin. Í vikuskiftunum hava fleiri verið og dagarnir hava verið longri. Samlaða sjálvbodna, ólønta arbeiðsmegin hevur verið omanfyri 1.200 tímar. Hetta má sigast at vera sera flott.

- Tað hava verið nakrir sera hugnaligir, men stravnir dagar og kvøld. Hetta hevur givið gott samanhald millum fólkið.

- Stuðlað dokksetingini hava skipasmiðjan MEST við krana og at báturin hevur kunna staðið inn í nýggju smiðjuni. Faroe Ship við lán av transportvogn og Smyril Blue Water við lán av trekkjara.

- Vit takka almikið fyri góða stuðulin. Uttan hetta hevði uppgávan verið ov stór, sigur manningin.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 06/02/2012, 00:09

|





Aftur



Hvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai

Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra


Heilsuhjálpari til Vágar

Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast


Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum