Sjálvleiðsla fyri kvinnur 10. og 11. februar

Tiltøk >>

Synergi: Vælkomin á eina 2-daga verkstovu fulla  við spennandi íblástri, har tú mennir teg sjálva og fært góð og virkin amboð, sum tú kanst brúka beinanvegin. Ein góð íløga í framtíðina;).

Tveir dagar, har tú saman við øðrum kvinnum veruliga fært lada upp og verður meiri tilvitað, so at tú kemur aftur til arbeiðis meiri orkufull til gleði og gagns fyri títt arbeiðspláss, tínir starvsfelagar og sjálvsagt fyri teg og tíni.

Vit fara m.a. at arbeiða við hesum evnum:
•    Vegurin at gerast tilvita
•    Typir - kenn teg sjálva við enneagramminum
•    At seta virkin mál
•    Sjálvscoaching
•    At broyta kós
•    Vanabroyting
•    Skuggaarbeiði
•    Fyrimyndir
•    Visualisering
•    Mindfullness

Skeiðið er ætlað kvinnum í øllum aldrum, við ymiskum útbúgvingum, hugsanum, hugskotum og motivatiónum, bæði í privatu vinnuni, hjá tí almenna og tí kommunala.

Gleð teg til eitt spennandi og mennandi læruumhvørvi, sum fer at hava týdning fyri bæði arbeiðslívið og privatlívið.

Kampagnuprísur einans  kr. 2880 u/MVG  (kr. 3600 v/MVG)

Íroknað kostnaðin er 2 daga skeið, skeiðstilfar, morgunmat, frokost og kaffi við onkrum afturvið báðar dagarnar. Síðsta kvøldið er eisini døgurði um kvøldið íroknaður. Drekkivørur eru ikki íroknaðar, men kunnu keypast á staðnum;).

Seinasta freist at tekna seg er fríggjadagin 3. februar á middegi. Um tú hevur okkurt at spyrja um, ella ynskir at tekna teg, ring 322355/227464/222355 ella send teldupost synergi@synergi.fo.

Les meira og tekna teg her
 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 31/01/2012, 18:10

|





Aftur



Hvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai

Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra


Heilsuhjálpari til Vágar

Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast


Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum