Sjóneyka ella sjónarringur?

Vagaskjattan >>

Tilveran er skiftandi, og korini eru ymisk. Jørðin er ikki altíð ein unniligur staður, har menniskju kunnu sita í lívd um bálið.

Í okkara heimsparti er fíggjarkreppa, men fáur líður hungur og hall. Ein stórur spurningur var fyri árum síðani, hvat gerast skuldi við alt kjøtið, ið lá á goymslu. Tó, mitt í vælferðini búgva nøkur fólk, ið hava tað trupult.

Í einum øðrum heimsparti, Afrika, er hungursneyð. Hundraðtals fólk doyggja hvønn dag. Tíbetur royna hjálparfelagsskapir, t.d. Reyðikrossur og Neyðhjálp Fólkakirkjunnar, at gera eitt manngott arbeiði.

Eisini einstaklingar í Føroyum bróta upp um armar og taka munagóð tøk teimum fátæku til hjálpar.

Hesi menniskju gera í verki tað, sum eg havi prædikað alt mítt lív. Orð eru góð, men avrikað verk eru mikið betri. Gerningurin er ein vitnisburður um heit hjørtu. At dugna lívinum er lívsins fremsta uppgáva.

Eisini tað andaliga lendið er skiftandi. Onkrastaðni er turkur, og oyðimørkin veksur, meðan akurlendið minkar, og kornløðurnar tømast.

Aðrastaðni vætir regnið akurin, og sólin skapar vøkstur í góðari jørð. Tað grør um gangandi fót. Andi Guðs tekur búgv í hjørtum manna, og lívið kennist livandi.

Eisini andaliga talað kann tað tykjast, sum grasið er grønari í grannalagnum, at sólin skínur bjartari á lendið hjá øðrum. Okkum leingist burtur.

Nøgdsemi er ikki altíð tað, ið eyðkennir kristnu trúnna. Eisini vit kristnu øvunda, og øvundin føðir altíð mistreysti. Tað veksur sjáldan grønur vøkstur, har taðingin taðar við øvund.

Eisini andaliga talað kann tann jørðin, ið gjørdist okkara, kennast minni gróðrarrík enn teigurin, ið fall øðrum í lut. Tað ræður um trúfesti, nærlagni og støðufesti. Tað gagnar ikki at droyma seg burtur í onnur lond. Tað fer altíð at grógva umsíðir. Orðið um Jesus vendir ongantíð tømt aftur. Tað ger sín gerning í Guðs tíma. Av sær sjálvari ber jørðin grøði.

Tá eg í 1986 tók við kallinum sum sóknarprestur Eystan Múla við sæti í Ónagerði, var tað hugtakandi at síggja tann vakra bøin og grótgarðarnar uppi við Garð á Viðareiði. Eitt stórt arbeiði at rudda bøin, og skapa vøkstrinum lívd av garðinum. Signingin vardi ættarlið eftir ættarlið.

Andaliga gjørdist tað eisini luturin hjá onkrum at rudda lendið og gera tað búgvið til vøkstur. Tænastan er krevjandi, tí tað krevur tol at taða lendið fyri ikki at siga velta burtur úr nýggjum.

Einaferð fyri árum síðani greiddi ein tilkomin kvinna frá eini ferð í Afrika. Hon hevði vitjað eitt fátækt og hungursrakt øki saman við ferðandi.

Eftir framløguna gloymdu vit hungur og hall og kundu njóta ein góðan kaffimunn í steðginum. Onkur fór at knarra um føroyska veðurlagið. Tá nevndi henda tilkomna kvinnan sáttliga, at vit høvdu nógv at takka fyri, ríkiligt av mati og reint vatn at drekka hvønn dag.

Hon segði søguna, tá hennara egna ferðalag viltist í oyðimørkini. Vatnið í kagganum gekk undan. Loksins vóru íløtuni tóm, og tostin gjørdi ferðina ótolandi.

Tá dagur tók at kvølda, og vónin viknaði, komu tey av tilvild fram á eina lítla keldu. Mitt úr vøllinum rann eitt kelduvað, ein lítil løkur. Tað fríska vatnið var teirra bjarging. Var hetta tilvild ella bønarsvar?

Umhugsin og stillisliga segði kvinnan : “Síðani hesa ferð havi eg ongantíð knarrað um regnið.”

Andaliga talað síggja vit viðhvørt ikki træið fyri trøunum. Síggja ikki hin fríska runnin í kørgum lendi. Drekka ikki svalandi vatn, tí vit eru um at drukna í regninum.

Líkasum heimspartarnir víkja hvør frá øðrum í stødd, skapi og møguleikum. Soleiðis er tað andaliga lendið rættiliga ymiskt.

Tær kristnu kirkjurnar og tær kristnu samkomurnar eru útgangsstøðið hjá tí samlaðu kristnu fjøldini. Vit eru ikki kappingarneytar hvør hjá øðrum. Vit eru kallað og send at bera gleðiboðskapin til heimsins fólkasløg, evangeliið um Guðs fríu frelsu í Jesusi Kristi.

Einleiki og góður andi, har hvør hjálpir øðrum í bøn, forbøn og verki. Ein tøkk til lívsins Guð,  at hann gav okkum menniskju, sum hugsa stórt, so tey við heitum hjørtum og góðum átøkum metta svangar munnar, og klæða naknar kroppar.

Hesi eru tey, sum gera tað arbeiðið, sum eg prædiki um hvønn sunnudag. Vit skulu prædika, tað er lívsneyðugt. Men orðini eru ikki altíð matur á borð teirra svangu.

Jesus segði frásøgnina um evsta dag og Guðs ríkis dýrd og sælu. Sæl eru tey, ið skapa linna og lætta, klæða og mata hin neyðstadda. Amen.

Orðið : “Harri, nær sóu vit teg svangan og góvu tær at eta, ella tystan og góvu tær at drekka? ... “Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.”” (Matteus 25,37.40)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Ólavur í Beiti tann 03/09/2011, 20:44

|





Aftur



Hvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai

Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra


Heilsuhjálpari til Vágar

Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast


Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum