Vćlkomin á Vágaportalin - top_lysingar
 
Vćlkomin á Vágaportalin - top2_lysingar


Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin



ve?ri?


Halliđ á fíggjarlógini burtur?

Minni útreiđslur
Skatt/avgjřld
Bćđi tvey

Vís atkvřđur

_________________

Ongi

Sjúkrarřktarfrřđingar fáa ikki arbeiđi í ES-londum

Fyrispurningur til Landsstýriskvinnuna í mentamálum, um løggilding av føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum.

1) Hvør er orsøkin til at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, í summum førum, hava trupulleikar við at at fáa sína útbúgving góðkenda, tá tey søkja sær arbeiði  í ES-londum?

2) Hvørji stig ætlar Landsstýriskvinnan at taka, til tess at tryggja føroyskt útbúnum sjúkrarøktarfrøðingum, at løggildingin av teirra útbúgving, gevur teimum veruliga formliga viðurkenning, eisini í øðrum ES-londum enn Danmark?
 
Viðmerkingar:
Í seinastuni havi eg frætt frá fleiri føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum, at tey hava havt trupulleikar við at fáa sína útbúgving góðkenda, tá tey søkja arbeiði í ES-londum.

Sambært løgtingslóg nr. 2 frá 22. januar 2003, § 3, um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum skal "Útbúgvingin skipast soleiðis, at hon lýkur tær útbúgvingartreytir, sum settar verða í ES-londunum fyri løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur/sjúkrasystir. "

Víðari stendur í Stk. 2: "Eftir lokna útbúgving hava tey lesandi rætt til løggilding eftir teim reglum, sum ásettar eru í ríkislóggávu."

Innihaldsliga er eingin ivi um at føroyska útbúgvingin livir upp til fakligu krøvini. Okkara útbúgving við 240 ECTS-stigum (4 ársverk), hevur enntá eitt hægri støði enn tann danska við 210 ECTS-stigum (3½ ársverk). Eins og tann danska, livir tann føroyska útbúgvingin upp til ES-direktivini um hvørjar ástøðiligar og kliniskar partar útbúgvingin skal hava fyri at verða góðkend. Direktivini (80/155/EØF, 77/453/EØF og 89/595/EØF), skulu tryggja londunum sínamillum viðurkenning av útbúgvingini og geva sjúkrarøktarfrøðingum frítt at fara í øllum ES.

Formliga er Føroyska sjúkrarøktarfrøðingafelagið limur í Dansk Sygeplejerråd. Og danska Sundhedsstyrelsen, sum hevur ábyrgdina av løggilding av heilsuútbúgvingum, hevur eisini formliga javnsett ta føroysku útbúgvingina við ta donsku. Hetta merkir, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fáa løggilding (autorisasjón) frá Sundhedsstyrelsen til at søkja størv og til at virka sum sjúkrarøktarfrøðingar innan heilsuverkið, á jøvnum føti við teir donsku sjúkrarøktarfrøðingarnar.

Hóast Føroyar ikki eru limur í ES, so er útbúgvingin hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum á einum so høgum støði, at tað, av røttum, bert átti at verið ein avgreiðslu-spurningur, at vunnið føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum altjóða góðkenning og viðurkenning. Tess meira undrunarvert er tað tí, at vit ikki langt síðani hava syrgt fyri, at beina slíkar formligar avmarkingar av vegnum.

Høgni Hoydal


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 08/02/2010 kl. 14:12


Aftur

Vćlkomin á Vágaportalin - lysingar_sida_innan


Stjóri til nýggjan vitanarstovn

Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og nýhugsan og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan undirvísingarverkið, er hetta eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum



Ađalstjóri til Uttanríkisráđiđ

Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkisráðnum



Eftirlýsing

Knívar, gafflar, talerkar, djúpir sum fláir, og stólar og startlínur



Ađalfundur hjá 07 Vestur

Aðalfundurin hjá 07 Vestur verður hósdagin 25. mars 2010 kl.19.00 í skúlanum á Giljanesi



Landsfundur Sambandsfloksins

Landsfundur Sambandsfloksins 2010 verður á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn  leygardagin 20. mars



Avloysari

1 avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur er leyst at søkja frá 1. apr. 2010 til 1. sep. 2010



Innbjóđing til ađalfund

Aðalfundur felagsins verður tann 25. mars  kl. 19:00 í Beitishúsinum í Miðvági



Pedagogur og hjálparfólk

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Vípuna eftir trimum pedagogum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2010 ella eftir nærri avtalu



Vćlverukvřld á 62şN airport hotel

Fótabað, feittprosent, klæðir, skógvar, góður matur og mótashow og annað mangt



Ađalfundur

Felagið Handalag hevur aðalfund tann 9. mars kl. 20:00 á Vága Kunningarstovu






_________________

100 ára fřđingardagsgáva frá Tvřroyrar Býráđ

Fríggjadagin 26. februar 2010 handaði Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu, eina gávu til Klaksvíkar Kommunu í sambandi við 100 ára føðingardag kommununnar



Leita Send teldupost samband