Slaka fyri Føroyum og Íslandi

Vinna >>

Sambært norska blaðnum Fiskaren, so biðja norskir reiðarar Norra og ES um, at tey standa stinn móti Føroyum og Íslandi. Undir samráðingarumfarinum sum var í Írlandi í desember, var ES sinnað at geva Íslandi 6,5 prosent av makrelkvotuni og Føroyum 7,5 prosent, tilsamans 14 prosent.

Og sambært Fiskaren, so góðtók norski fiskimálaráðharrin Lisbeth Berg-Hansen hesa øking.

Men tá ið tað kom fram, so settu feløgini seg í Norra í samband við fiskimálaráðharran. Eisini Jonas Gahr Støre og LO-sjefurin Roar Flåthen gjørdu tað.

Ísland segði nei takk til tilboðið uppá 14 prosent, og eftir tí sum norska blaðið skilir, so verður nú arbeitt við, at Føroyar og Ísland fáa tilsamans 16 prosent.

Og norðmenn eru hart ímóti, at føroyingar og íslendingar fáa so nógv. Teir hava givið Berg-Hansen greið boð um at Norra skal í mesta lagi geva 4 prosent til Íslands og 7 prosent til Føroyar.

Við Fiskaren sigur Inge Halstensen, sum er við í norsku samráðingarnevndini, at norskir fiskarar eru ræddir fyri at ES fer at lata seg trýsta av Íslandi til at fáa ein størri part, til tess at gera samráðingarnar um limaskap í ES lættari.

Í eini samtykt siga norsku reiðararnir, at teir góðtaka ikki, at ábyrgdarfullir fiskarar í Norra og ES skulu gjalda fyri ein ikki góðtakandi fiskiskap í Føroyum og Íslandi.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 04/02/2012, 23:14

|





Aftur



Hvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai

Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra


Heilsuhjálpari til Vágar

Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast


Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum