Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski. Sokallað goymslumerkir, sum máta hita og dýpi fleiri ferðir um dagin, vórðu fest á tosk í Barentshavinum, Norðsjónum, Eystursjónum, undir Føroyum og við Ísland. Tilsamans 384 toskar við yvir hundratúsund døgum av skrásetingum vóru grundarlagið í greinini, harav 17 frá føroyska landgrunninum. Lægsti skrásetti hiti var –1,5 oC (við Norðurísland), meðan hægsti var 19,5 oC (í sunnara partinum av Norðsjónum). Hetta er ein munur á umleið 21 oC. Tó var munurin millum lægsta og hægsta sjóvarhita fyri hvønn toskastovn sær bert áleið 12 oC. Gýtandi toskur var bert at finna í sjógvi, sum var millum 1 og 8 oC heitt. Vøksturin hjá toski var bestur fyri tey økini, har sjóvarhitin lá millum 8 og 10 oC. Sum kunnugt er føroyski landgrunnurin eitt av hesum økjum. Teir føroysku toskarnir vuksu tó munandi seinni enn ein skuldi væntað, tí kanningin var gjørd í einum tíðarskeiði (2003-2005), sum lá beint eftir at gróðurin á langrunninum hevði verið serstakliga vánaligur. Greinin er at finna í viðurkenda tíðaritinum Marine Ecology Progress Series, bind 420 (ár 2010), síða 1-13. Petur Steingrund var við frá Havstovuni. Greinin er ein sokallað “feature article of the month”, tvs. tann greinin, sum tíðarritið hevur valt at vera tann besta hendan mánaðin.
Hvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai
Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra Heilsuhjálpari til Vágar
Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast Frítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|