Spírin til mannarættindi

Vagaskjattan >>

Tað góða kann líknast við smáar áir, ið renna í eitt reint og vakurt vatn. Nógvir løkir smáir gera stórar áir. Sjálvt ein dropi í vatninum munar.

Tá talan er um mannarættindi, er evnið stórt og fevnir víða. So mong hava lagt eitt klípi aftur at tí hugsan, sum vit í dag meta sjálvsagda. Ymiskur átrúnaður, heimspeki og onnur vísindi hava verið við til at byggja varðan við áskriftini: Javnbjóðis rættindi, frælsi at hugsa, tala og skriva.

Frá ungum árum havi eg verið hugtikin av Jesusi og talu hansara. Hann er ein vísur maður við sjónarringi. Trongskygni skoðar einans seg og sítt.

Ápostulin lýsir Jesu sinnalag. Hansara lyndi er ein fyrimynd við atliti at siðvenju og atferð. Vit liva í eini samveru, nærveru ella frástøðu til onnur. Vit eru ongantíð einsamøll, sjálvt um vit eru í einsemi. Í hugsan ella duldum medviti bera vit onkran innan í okkum.

“Sama sinnalagið veri í tykkum, sum eisini var í Kristi Jesusi”. Hvat var tað í eyðkendi Jesus?

Jesus var góður við øll, hann var mildur og góðsligur. Jesus tók tilveru fólksins í álvara, hann var hjástaddur og grøddi hvørja ilsku. Hann sá tey, ið onnur ikki løgdu merki til. Hann talaði søk teirra smáu.

Í einum samfelagi, har menninir ráddu, samskifti hann við kvinnurnar.

Orð Jesu eru sonn og mettað við trúvirði. Orðini eru sonn, tí Jesus var sannur. Hann var mildur, blíður og miskunnsamur. Onkuntíð var hann meira rísin, tí órættur, lygn og ósannindi samsvara ikki við andan í kristnari atferð. Sjálvgleði hóvaði ikki Jesusi, og hann hartaði tey, ið sóu flísina í eygum næstans, men ikki varnaðust bjálkan í sínum egnu eygum.

“Síggið til, at tit ikki vanvirða eitt einasta av hesum smáu; tí at eg sigi tykkum, at einglar teirra í himlinum altíð skoða ásjón faðirs míns, sum er í himlinum.” (Matt 18,10)

Hvørji eru tey smáu? Hesin bólkurin má lýsast varisliga, tí allýsingin kann óbeinleiðis lýsa okkum, ið tulka tekstin, sum tey stóru. Við at gera onnur smá kann ein gera seg sjálvan stóran og dugnaligan.

Tey smáu fyri tey túsund árum síðani minna nakað um tey, ið hava serligan tørv í dag. Tvørrandi likamligur førleiki og avmarkað andsevni. Í øllum førum lærdu vit, at tey smáu eru børn, lamin og hølt.

Tey smáu eru tey til síðis settu, likamliga sjúku og átrúnaðarliga óreinu.

Hjá Jesusi eru neilig lýsingarorð og avmarkandi navnorð skift út við nakað jaligt. Talan er ikki einans um eina málsliga broyting. Jesus sá menniskjað aftan fyri orðini.

Ein lamin maður ella ein lamin kvinna. Jesus sá andlitið aftan fyri øll orð og allan førleika. Hann sá, at í hvørjum menniskja slær eitt hjarta, og hjartaslagið er lívið og lívsins hiti.

Hvørt menniskja er nakað serligt. Vit eru frumrit, ikki avrit. Øll hava síni frávik og sereyðkenni, sjálvt um vit líkjast á mangan hátt. Talan er ikki um tekniska hópframleiðslu, sjálvt um lívið vaknar, tá sáðið og eggið møtast.

Jesus sá hjartað, men hann varð ikki einans kensluborin. Hann fór til verka, setti orð á tilveruna og broytti fólksins hugsan. Hann byrjaði eina hugsan, sum sæst aftur í sáttmálunum hjá Sameindu Tjóða.

Fólk við breki og fólk, ið vóru útslitin av arbeiði og tess vegna nyttuleys. Las einaferð í gomlum fornum ritum, at tey vórðu sett til síðis og fingu vánaliga føði. Jú skjótari afturgongdin var, tess betur.

Jesus broytti fólksins hugsan, ella orð Jesu vóru við til at broyta hugsunarháttin. Lívið hevur virði í sjálvum sær. Vit eru skapað í Guðs mynd. Vit hava øll eitt óendaligt virði.

Mannavirðið er ikki tengt at tí, ið vit kunnu skapa ella leggja úr hondum. Talan er ikki einans um at avrika og vera virkin.

Mannavirðið er eisini passiv lívsdygd, tað at liva uttan at kunna avrika.

Vit, ið vara av teim sjúku og gomlu. Vit, ið vara av fólki við breki. Vit, ið vara av teimum, ið eru øðrvísi.

Vit hoyra andadráttin. Vit kenna hjartaslagið. Vit kenna okkara kæru. Tað er heitt og fjálgt, - hóast ótta og ókenda framtíð.

Mannavirðið er ikki eitt lívleyst orð innan løgfrøði og heimspeki. Orðið nemur málið, ið hjartað talar.

Mannavirðið er rætturin at anda, liva og rørast. Vit elska okkara egnu, ikki tí tey eru lýtaleys. Tey eru okkara.

Jesus elskar øll, ikki tí vit eru fullkomin. Vit eru skapað í Guðs mynd. Vit eru børn Guðs og harvið systkin.

Jesus! Tað er einans ein frelsari í hópinum av valafólki. Amen.

Orðið : “Sama sinnalagið veri í tykkum, sum eisini var í Kristi Jesusi”. (Filippibrævið 2,5)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Ólavur í Beiti tann 18/09/2011, 00:59

|





Aftur



Hvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai

Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra


Heilsuhjálpari til Vágar

Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast


Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum