Vćlkomin á Vágaportalin - top_lysingar
 
Vćlkomin á Vágaportalin - top2_lysingar


Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin



ve?ri?


Halliđ á fíggjarlógini burtur?

Minni útreiđslur
Skatt/avgjřld
Bćđi tvey

Vís atkvřđur

_________________

Eg renni fyri Haiti

- saman við Reyða Krossi Føroya



Vikuskifti á Copenhagen Towers hotel

Kom og gist á spildurnýggja 4* Crowne Plaza Copenhagen Towers hotel, sum liggur bert 5 minuttir frá Kastrup Lufthavn og 12 minuttir frá miðbýnum í Keypmannahavn



Nýggjur faldari frá Fonn Flog

Fonn Flog hevur nú í fleiri ár fylgt gongdini hvørji støð, okkum føroyingum dámar væl at ferðast til



Nógv orka í Skopunarfirđi

Mátingarnar millum Trøllhøvda og Hestoynna vísa, at í mátitíðarskeiðinum, sum var frá 10. juli til 14. septembur, var harðasta rákið har umleið 6.5 knob



Skopunarfjřrđur er betur blandađur

Hitin við Skopun broytist javnari (meiri líðandi) enn hitin við Oyrargjógv. Hetta bendir á, at sjógvurin í Skopunarfirði er betur blandaður enn í Vestmannasundi



SSF vil tetta holiđ millum Oyggjaleikir

Svimjisambandið: Svimjisamband Føroya fer í summar at luttaka á "Swimming Championships of the Small States of Europe", ið er evropeiska meistarastevnan fyri svimjitjóðir við færri enn 1 millión íbúgvum.

Evropeiska meistarastevnan fyri smátjóðir er eitt tilboð til tær smærru svimjitjóðirnar í Evropa at kappast sínámillum eisini líka ár, har teir evropeisku leikirnir fyri smátjóðir eru ólíka ár. Føroyar kunnu ikki enn luttaka á hesum síðst nevndu "Games of the Small States of Europe", sum annars út yvir svimjingina umfatar flestu ítróttargreinarnar, ið vit kenna frá Oyggjaleikum, av tí at luttøkan krevur olympiskan limaskap.

Tey svimjisambond, ið luttaka í "Games of the Small States of Europe" annaðhvørt ár hava tí avgjørt at hava eina svimjistevnu fyri allar smátjóðirnar í Evropa í millumárunum. Hetta merkir, at  Svimjisamband Føroya, ið er fullgildigur limur í bæði evropeiska og altjóða svimjisambandinum verður boðið við. Eitt tilboð, ið sjálvsagt hóvar Svimjisambandinum væl, av tí at tað betrar um okkara grundgeving fyri olympiskum limaskapi, og hartil fellur á júst tey ár, tá ið Oyggjaleikir ikki eru.

Sostatt fær Svimjisambandið nú ein gyltan møguleika at minka um sveiggini millum ár við og uttan Oyggjaleikir, ið annars ávirkar svimjingina nógv, eins væl og so nógvan annan føroyskan ítrótt. Tí hóast tað við evropameistarastevnu og líknandi finnast ríkiligar og harðar avbjóðingar til úrmælingarnar, umframt nógvar altjóða stevnur til eisini tann meira breiða hópin, so hevur okkurt millumstig av eini meistarastevnu vantað til sonevnda Oyggjaleikahópin at venja miðvíst fram til tey ár, tá ið Oyggjaleikir ikki eru. Og tað má man siga, at tað verður nú, tá ið tey fáa møguleika fyri at vinna sær heiti sum bæði "Champion of the Small States of Europe", og "Junior Champion of the Small States of Europe".

Luttakarar á smátjóðaleikunum eru í løtuni: Andorra, Kýpros, Ísland, Liktinstein, Luksemborg, Malta, Monako, Montenegro og San Marino. Av hesum hava serliga Ísland, Kýpros og Luksemborg vunnið heiðursmerki á leikunum. Ítróttagreinarnar eru til dømis: frælsur ítróttur, fimleikur, judo, skjóting, borðtennis, flogbóltur og svimjing. Smátjóðaleikirnir hava verið annaðhvørt ár síðani 1985, undir leiðslu av Olympisku nevndunum hjá hesum londum.

Evropeiska svimjistevnan fyri smátjóðir var fyri fyrstu ferð í Luksemborg í 2008, sum partur av Open Luxembourg Championships. Vertstjóðin Luksemborg vann klárt flest heiðursmerki og steypið fyri lið, frammanfyri Malta, San Marino, Kýpros, Andorra, Gibraltar og Montenegro. Ísland luttók ikki á fyrstu stevnuni, men verður vertstjóð nú á næstu, sum verður í Hafnarfirði hin 12. til 13. juni 2010. Svimjistevnan er undir leiðslu av teimum luttakandi limalondunum, íroknað Gibraltar og nú framyvir Føroyar, hóast vit sum kunnugt ikki enn hava olympiskan limaskap.

Innbjóðing til svimjistevnuna í ár kann finnast á heimasíðuni hjá Sundfélag Hafnarfjarðar: http://www.sh.is/id/1000129.

Ætlanin hjá Svimjisambandinum er at senda ein hóp til Íslands, sum minnir um hópin, ið vanliga verður sendur til Oyggjaleikir. Tað vil siga, at krøvini verða rættiliga hørð til at sleppa á liðið, um enn ikki heilt so hørð sum til evropeisku meistarastevnu og heimsmeistarastevnu. Evstamark fyri úttøku verður á føroysku meistarastevnuni hin 14. til 16. mai 2010, umleið ein mánað fyri "Small States" stevnuna.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 04/02/2010 kl. 13:10


Aftur

Vćlkomin á Vágaportalin - lysingar_sida_innan


Stjóri til nýggjan vitanarstovn

Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og nýhugsan og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan undirvísingarverkið, er hetta eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum



Ađalstjóri til Uttanríkisráđiđ

Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkisráðnum



Eftirlýsing

Knívar, gafflar, talerkar, djúpir sum fláir, og stólar og startlínur



Ađalfundur hjá 07 Vestur

Aðalfundurin hjá 07 Vestur verður hósdagin 25. mars 2010 kl.19.00 í skúlanum á Giljanesi



Landsfundur Sambandsfloksins

Landsfundur Sambandsfloksins 2010 verður á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn  leygardagin 20. mars



Avloysari

1 avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur er leyst at søkja frá 1. apr. 2010 til 1. sep. 2010



Innbjóđing til ađalfund

Aðalfundur felagsins verður tann 25. mars  kl. 19:00 í Beitishúsinum í Miðvági



Pedagogur og hjálparfólk

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Vípuna eftir trimum pedagogum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2010 ella eftir nærri avtalu



Vćlverukvřld á 62şN airport hotel

Fótabað, feittprosent, klæðir, skógvar, góður matur og mótashow og annað mangt



Ađalfundur

Felagið Handalag hevur aðalfund tann 9. mars kl. 20:00 á Vága Kunningarstovu






_________________

Tá bankatoskurin hvarv í Tangafirđi

Martinus á Ósabakka hevði skyldina. Tað var hann, sum í 1923 við sínum gørnum tipti holið, so toskurin ikki longur kundi svimja í millum Føroyabanka og Tangafjørð



Tvey nýggj fiskaslřg

Av og á verða fiskasløg fingin undir Føroyum, sum ikki fyrr hava verið sædd í føroyskum sjógvi



Merktir kalvar settir út

Í seinastu vikuni av september 2009 setti rannsóknarskipið Magnus Heinason út nakrar merktar alikalvar á Landgrunninum



Leita Send teldupost samband