“Ert tú ov stórur at tæna tí minsta, tá ert tú ov lítil at vera prestur.” Hesi orðini eigur kendi svenski erkibiskupurin Nathan Søderblom. Eftirmælið er vakurt. Hann var vinarligur og høviskur, sjálvt um hann viðhvørt tók avgerðir, ið ikki hóvaðu øllum. Kynstrið er at fara væl við menniskjum. Í tilveruni snýr tað seg ikki um at vera samdur og lívga samsintum. Tað snýr seg um virðing fyri øllum menniskjum og mótstríðandi sjónarmiðum. Aftan fyri hvørja áskoðan slær eitt hjarta. Umráðandi at lurta eftir og hoyra hjartaslagið. Týdningarmikið at síggja hvørt menniskja og ikki gera mun á fólki. Ikki at gera mannamun ljóðar so sjálvsagt, men er í roynd og veru torført. Tað var júst hetta Jesus í orðum og medferð lærdi sína samtíð. Guð ger ikki mannamun, og sonur Guðs tók sær stundir til hin einstaka. Øll menniskju hava eitthvørt at dragast við, og eingin er fullkomin. Sagt verður um Søderblom, at hann hevði virðing fyri hvørjum menniskja. Hann sá tað stóra í allari tænastu, sá stórleikan í eygnabrái hins einstaka. Tá hann var á umreisu og í mannfjøld, royndi hann at geva gætur, heilsa høviskliga og taka í hondina á øllum, um tað var møguligt. Tann dagin, ið bløðini boðaðu frá, at erkibiskupurin í Uppsala var deyður, kom verkstjórin á tokinum millum Uppsala og Stokholm runt í vognunum. Fólk sótu still og lósu um teirra gamla erkibiskup. Ímillum tey ferðandi var eisini dómprósturin við dómkirkjuna í Uppsala. Verkstjórin steðgaði á og segði : “Ja, kæri dómpróstur, nú er hann farin, heimsins besta menniskja. ... Ongantíð kemur ein tílíkur maður aftur.” Hjá okkum er vert at staðfesta, at tað er líkamikið, hvør er fremstur og størstur. Tað visti Søderblom eisini, og tess vegna vórðu øll mett eins høgt. Tað var eingin høgur og eingin lágur. Øll vóru menniskju, ið vóru skapað í Guðs mynd. Øll menniskju hava sama virði og eru dýrabar í Guðs eygum. Søderblom var upptikin av tí felags kristiliga. Hann ynskti, at múrarnir, ið vit kristnu reisa rundan um okkum sjálvi okkum til sjálvverju, vórðu tiknir niður. Tað seinastu vikuna, ið hann livdi, sendi hann tveir og tveir prestar út í býin við hesi stevnu: “Høvuðsendamálið er at boða evangeliið, so hjørtuni verða nádd. Vit skulu biðja Guð um, at hann hjálpir okkum, so múrarnir, har menniskju seta seg uttan fyri Guds orðs virki, verða tiknir niður, og boðskapurin kann náa inn til hjørtuni.” Lívsleiðin er ymisk, og hvør hevur sítt at stríðast við. Lívið er ikki einfalt, men umráðandi er hjá teim kristnu, at vit verða varðveitt í trúnni. Í sínum dýpi hvílir tann einfalda trúgvin í tí veruleika, at sjálvt um vit missa Jesus úr eygsjón, so missir Guð ongan burtur. Í hansara hondum, í hansara nærveru, - altíð. Eisini Søderblom hevði sín kross at bera. Fáur hevur einvíst viðrák í lívsins sigling. Styrkin í lívi hansara var gudstrúgvin og í miðjum sæti Jesus sjálvur. “Tann størsta náðin eg biði um við atliti at løtuni, tá eg skal doyggja, er, at myndin av Jesusi á krossinum stendur sjónsk fyri innaru sjón míni, at pína og møði ikki mega káma myndina.” Erkibiskupurin livdi sítt lív í tænastu Harrans. Men, heldur ikki hann kundi skriva sína egna søgu einsamallur. Hjá summum tyngir sjúka og vanlagna, so lívskvøldið verður lívsins svára løta inn í ævinleikans frið og sælu. Søderblom fekk hóast trega loyvi at doyggja í síni tænastu. Hóast pínu, so stóð myndin av Jesusi sjónsk fyri innaru eygum hansara. Men eisini ein onnur mynd var viðkomandi : Virðingin fyri øllum sjónarmiðum og kærleikin til medmenniskjað. Eingin ov stórur, eingin ov lítil. Í hansara hugaheimi ferðaðust kongalig tign og arbeiðararørslan á sama gólvi. Við jarðarferðina hjá Søderblom var øll tign fólkslig. Alt var einfalt, stilt og friðfult. Eingin tala, einans lestur úr halgubók, lesturin um náði Guds í tænastuni, at vit einans eru tænarar, ið gera tað, ið okkum er álagt. Tað felags kirkjuliga kom til sjóndar, og Ljómliðið hjá Frelsunarherinum sang og spældi við jarðarferðina. Herurin, ið altíð er góður við tey, ið ongan góðan eiga. Góður við tey, ið hava ilt í sjálvari tilveruni. Ert tú ov stórur at tæna tí minsta, tá ert tú ov lítil at vera prestur. Tó, eingin er sum Jesus! Guds sonur valdi at tæna jørðini og vera tænari menniskjans. Amen. Orðið: “Tá ið tit hava gjørt alt tað, sum tykkum er lagt á, sigið tá: “Vit eru ónýtir tænarar; vit hava einans gjørt tað, sum var skylda okkara at gera.”” (Lukas 17,10) Jógvan Fríðriksson, biskupur
AfturHvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai
Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra Heilsuhjálpari til Vágar
Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast Frítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|